Ein ávaring ímóti Steven L. Anderson

Eg havi áður lagt út innsløg við Steven Anderson. Tað vil eg gera ei meir.
Um hann heldur áfram at spotta ímóti rótini og træinum, so verður hann skorin av, og fer niður í hatta sama heita staðið sum Hitler og Göbbels.




Rómverjabrævið, kapitul 11

 

EG sigi tá, Hevur Guð kastað burt fólk sítt?  Guð sýti fyri.  Tí at eg eisini eri ein Ísraeliti, av Ábrahams sáði, av Benjamins ætt.

 2 Guð hevur ikki kastað burt fólk sítt, sum hann fyrifram kendi.  Vita tit ikki hvat skriftin sigur um Elias?  hvussu hann gongur í forbøn til Guðs ímóti Ísrael, sigandi,

 3 Harri, teir hava dripið tínar prophetar, og grivið niður tíni altar; og eg eri einsamallur eftir, og teir søkja mítt lív.

 4 Men hvat sigur Guðs aftursvar við hann?  Eg havi goymt niðurfyri til mín sjálvs sjey túsund menn, sum hava ikki boygt knæinum fyri myndini av Baali.

 5 Enntá soleiðis í hesi núverandi tíð eisini er tað tá ein leivd samsvarandi við náði-útveljingina.

 6 Og um av náði, tá er tað ei meira av verkum: annars er náði ei meira náði.  Men um tað veri av verkum, tá er tað ei meira náði: annars er verk ei meira verk.

 7 Hvat tá?  Ísrael hevur ikki uppnátt tað sum hann søkir eftir; men útveljingin hevur uppnátt tað, og restin vórðu blindaðir

 8 (Samsvarandi sum skrivað stendur, Guð hevur givið teimum durvi-andan; eygu, at teir ei skuldu síggja; og oyru, at teir ei skuldu hoyra;) at hesum degi.

 9 Og Dávid sigur, Lat teirra borð verða gjørt til eina snerru, og eina fellu, og ein snávingarstein, og eitt endurgjald at teimum:

 10 Lat teirra eygu verða myrkjað, at teir ei mega síggja, og boygg niður teirra rygg alveg.

 11 Eg sigi tá, Hava teir snávað, at teir skuldu falla?  Guð sýti fyri: men heldur gjøgnum teirra faller frelsa komin til Heidninganna, fyri at eggja teir til ástbrelnis.

 12 Nú, um teirra fallveri ríkidømini hjá heiminum, og teirra minking ríkidømini hjá Heidningunum; hvør mikið meira teirra fylling?

 13 Tí at eg tali til tykkum Heidningar, so framt sum eg eri ápostul Heidninganna, so seti eg hátt mítt embæti:

 14 Um við nøkrum háttarlagi eg mátti eggjað til ágrýtnis teir sum eru kjøt mítt, og mátti frelst summar av teimum.

 15 Tí um kastingin burtur av teimum veri endursóning heimsins, hvat skal móttakingin
av
teimum verða, annað enn lív frá teimum deyðu?

 16 Tí at um frumávøksturin veri seg heilagur, er deiggið eisini heilagt: og um rótin veri seg heilag, somuleiðis eru greinarnar.

 17 Og um summar av greinunum veri seg brotnar av, og tú, verandi eitt vilt olivintræ, varðst gróðursettur inn teirra millum, og við teimum luttekurt í rót og fiti olivintræsins;

 18 Rósa tær ikki ímóti greinunum.  Men um tú rósi tær, tú bert ikki rótina, men rótin teg.

 19 Tú vilt tá siga, Greinarnar vórðu brotnar av, fyri at eg mátti verða gróðursettur inn.

 20 Rætt; vegna vantrúgv vórðu tær brotnar av, og tú stendurt við trúgv.  Ver ikki hugmóðigur, men óttast:

 21 Tí um Guð spardi ikki tær náttúrligu greinarnar, gev gætur at ikki hann eisini spari ikki teg.

 22 Síggið tí góðsku og strangleika Guðs: á teir sum fullu, strangleika; men mótvegis tær, góðsku, um tú haldi áfram í góðsku hansara: annars skalt tú eisini verða høgdur av.

 23 Og teir eisini, um teir ei verði verandi áfram í vantrúgv, skulu verða gróðursettir inn: tí at Guð er mentur at gróðurseta teir inn aftur.

 24 Tí at um tú varðst skorin út úr olivintræinum sum er vilt av náttúru, og varðst gróðursettur ímóti náttúru inn í eitt gott olivintræ: hvør mikið meir skulu hesir, sum veri tær náttúrligu greinarnar, verða gróðursettir inn í sítt egna olivintræ?

 25 Tí eg vildi ikki, brøður, at tit skuldu verið óvitandi um hetta loyndarmál, at ikki tit skuldu verið vísir í tykkar egnu metingum; at blindleiki partvíst er hendur fyri Ísrael, inntil Heidninganna fylling er komin inn.

 26 Og so skal alt Ísrael verða frelst: eins og skrivað stendur, Út frá Sion skal koma Útfríarin, og skal venda burt ógudiligleika frá Jákobi:

 27 Tí at hesin er mín sáttmáli til teirra, tá ið eg skal taka burt teirra syndir.

 28 Hvat gleðiboðskapinum viðvíkur, eru teir fíggindar fyri tykkara sakir: men hvat útveljingina varðar, eru teir elskaðir fyri fedranna sakir.

 29 Tí at Guðs gávur og kallan eru uttan iðran.

 30 Tí at eins og tit í umlidnum tíðum hava ikki trúð Guði, tó nú hava lutast miskunn gjøgnum teirra vantrúgv:

 31 Enntá soleiðis hava hesir eisini nú ikki trúð, at gjøgnum tykkara miskunn teir eisini mega lutast miskunn.

 32 Tí at Guð hevur innilokað teir allar í vantrúgv, fyri at hann mátti hava miskunn yvir allar.

 33 O tað dýpi av ríkdómunum, bæði av vísdómi og kunnleika Guðs! hvør órannsakiligir eru hansara dómar, og hansara vegir framum at finna útav!

 34 Tí at hvør hevur kent huga Harrans?  ella hvør hevur verið hansara ráðgevi?

 35 Ella hvør hevur fyrst givið til hansara, og tað skal verða endurgoldið honum aftur?

 36 Tí at av honum, og gjøgnum hann, og til hansara, eru øll ting: til hvørs veri dýrd um ævir.  Amen.



Onnur tíðindi