So satt eg tali Guðs orðs sannleika, so er grundin til, at fólk føla seg stungin av at lurta eftir mær tann, at tey eru full í lygn og hykli, og sannleikin prikar tey.
Jamen, tað sigur seg sjálvt: eg stingi eftir lygn, og bara hjá teimum, sum goyma lygn í sínum hjarta, er nakað at stinga í: tí føla tey seg stungin. Tann, sum stendur fríur í sannleikanum, frøist yvir at hoyra hann sagdan, og kennir ongan sviða.
So fara tey eftir tónanum, sum man tosar í, men eru ikki før fyri at reka aftur tingini, sum man segði.
Teirra snakk um manglandi kærleika er fullkomiliga humanistiskt, – tey halda, at tað at elska er bara at kína hundin eftir hárinum. Nei, at elska av sonnum er at elska Guð og hans orð og hansara boð, og geva næsta sínum júst tað, hann mest hevur brúk fyri, ikki bara tað hann ynskir sær.
Onnur fremja karakter-morð, meðan aftur onnur dríva andaligt hor við anda hesa heims og anti-christs.
Eg verði áfram giftur við Guðs orði og Guðs Ond.
Vóni tú langt um leingi finnur útav tær.
Og av tí at eg sigi tykkum
sannleikan, trúgva tit mær
ikki.
( Jóh. 8:45 FKJ )
Eri eg tessvegna vorðin fíggindi
tykkara, av tí at eg sigi tykkum
sannleikan?
( Gal. 4:16 FKJ )
Vei mær, um eg ikki elskaði sannleikan meiri enn kvinnu.