500 ár eftir at Luther skrivaði bókina, Von der Babylonischen Gefengknis der Kirchen, – Um Bábyloniska fangaskap kirkjunnar, – er ikki bert católska kirkjan, men sjálvt Lutherska kirkjan enn í fangaskapi av steindeyðari sacramentalistiskari pátrúgv. Sum um frelsan er ein hákirkjulig handling; sum um onkur ordineraður, steindeyður, upp-við-rótunum-slitin platoniskur deyðsiglandi møsnari skuldi kunnað leitt ein flokk av ungum umvegis krossin til frelsuna, sum sjálvur hann misti á seminariinum í Keypmannahavn fyri tjúgu árum síðani.
Eg varð IKKI frelstur av at fara í fín klæðir, ganga til prest í seks vikur, og so siga JA í kirkjuni úti á Nesi. Hinvegin, tríggjar mánaðir seinni, varð eg frelstur á einum EVANGELISKUM VEKINGARMØTI, har trúgvin varð prædikað inn í mítt hjarta leingi og væl út frá Guðs orði av frelstum, brennandi monnum, kallið gekk fram, orðið var frítt, Guð kallaði meg, og eg valdi frívilligani at taka ímóti Jesusi Christi sum mínum persónliga frelsara, og frívilliga játtaði hann. TAÐ var størsti dagur í lívi mínum: TÁ VARÐ EG FRELSTUR!. Mín fermingardagur, 10. oktober 1985, var ein steindeyður dagur, har PÚRT EINKIÐ hendi. Og eg VEIT, at EINKIÐ hendi fyri hini, sum har fermdust við mær. Ja, tað VEIT eg.
Og hetta er FAKTA. Og tú VEITST eisini, at hetta er satt.
Men enn koyrir hatta Bábyloniska tokið á sama steindeyða skinnaranum.
Kirkjan má øll trúbøtast her og nú, ella fer hon til helvitis.
Og tað VEITST tú væl.
Men heldur enn at gera nakað við tað, fert tú heldur at spotta meg, lúgva um meg, sverta meg út, og draga meg ígjøgnum køstin í endaleysar banar. Tí tú VILT ikki feysa sannleikan. Tað krevur nemmiliga andalig “bliiiiiip“-ir, og at tú elskar Guð meir enn teg sjálvan.
Tað VEIT eg væl.
Og tú.
Men eg velji tó at elska teg, tíni, míni, og øll hini nokk til at siga teimum og tykkum SANNLEIKAN.
Og tú VEITST, at tað er SANNLEIKIN, eg sigi tær.
Tað vil siga, um tú ert ein frelstur, sum eisini kallar seg “kirkjufólk”.
“Kirkjufólk”, – hvat pávin er tað fyri nakað???
Ein católsk leivd!
Altso, ver ein sannur christin!
Tað er nokk.
Men til tess mást tú fyrst verða frelstur.
Frrrrrelstur!!
Og tað VEIST tú væl.
Um ikki, so VEITST tú tað nú.
Altso, hvussu sataniskur lygnari kann man vera, at kalla tað frelsu, sum ikki er frelsa?
Er tað ikki at steingja fólk úti frá tí veruligu frelsuni.
Jú, tað er tað!
Túsundavís av ÓFRELSTUM kirkjufólki halda seg vera frelst, (tí at prestur sigur tað), uttan at vera tað!!!!!!!
Og tað VEIST tú væl!
Tín geldi kloddi.
Eg eri glaður fyri, at eg ikki trúði teirri lygn, at eg var frelstur í barnadópinum og av at siga JA, áðrenn Guðs Andi kallaði meg. Eg meini; eg hevði farið í helviti!
Spyr Svartalíð, um hansara konfirmantar eru frelstir, og hann skapar sær øgiligani og sigur, Ja.
Spyr konfirmantarnar, um teir eru frelstir, og teir siga, Nei.
Kanska 4-5 siga, Ja.
Men spyr so, hvar teir blivu frelstir, og ALLIR siga: Í missiónshúsinum.
So nú veitst tú SANNLEIKAN.
Ádú, ádú!
– Jú jú.
Spottið og lygnin er og verður alt títt.
Eg tori at hyggja Guð Faðir beint inn í eyguni á dómadegi, eftir at hava elskað tykkum nokk til at siga tykkum sannleikan.
Einans SANNLEIKIN kundi verðið tykkum til frelsu, um tit søktu Jesus og vildu.
Eri eg tí vorðin tykkara fíggindi, av tí at eg sigi tykkum sannleikan?
(Epistilin til Galatara 4:16 FKJ)