Eg taki støðu við Guðs Textus Receptus og King James Bíbliu, og fordømi hvørja Ariska og Gnostiska forfalsking av Guðs heilaga orði niður til helvitis
Hvussu eg kann gera tað?
Tí í himni er GUÐS orð, grundfest um ævir; og har finst eingin forfalsking av tí; og skal tí eiheldur finnast hjá mær her á jørð sum um tað var Guðs orð; Nei, hjá mær skal Guðs orð standa sum Guðs orð, og goymast í hjarta og hond, og falskingar av tí ikki eiga nakað pláss, uttan bara til at avdúka tær sum tær Satans falskingar tær eru.
Tá ið Guð brennur jørðina, tá fara Alexandrinus, Sinaiticus, og Vaticanus, og allar “bíbliur” gjørdar eftir teimum, at brenna upp við. King James Bíblian er longu í himni, og hon verður tí ongantíð brend.
Knokkin í blokkin; ja, fyri tað vil eg enntá veðseta mína sál, tí í at gera tað er so als eingin vandi fyri brandi ella grandi; meðan eg haldi meg laaaaaangt frá tykkar Alexandriska, Egyptiska sanduta gandi.
Hvørki meir ella minni.