Eg sá, ella droymdi, árla ein morgunin herfyri, tveir Jødar, sum gera seg klárar til at fara at vitna fyri Jødunum; hvat kunnu teir vera uttan vitnini tvey?

(Myndin er tilvildarlig)

Rætting:
Eg meinti at siga, at menn halda tey tvey vitnini vera Enoch (ikki Móses) og Elijah, tí teir vórðu ryktir upp til himins, uttan at doyggja vanligan likamligan deyða. (Sí Genesis 5:24 & II. Kong. 2:11  KJB).

Men hvørvítt vitnini tvey eru Enoch og Elijah likamliga, tað loyvi eg mær at ivast í; tí Jóhannes Doyparin var jú ikki Elijah likamliga, men kom í anda og í kraft Elijah.
Aðrir meina, at vitnini eru Elijah og Móses, av tí at tað vóru teir, sum sýndust í samtalu við Christ við dýrdarumbroyting hansara á fjallinum, sí Matthæus 17:1-8 FKJ.

MEN!! Jesus Christus kemur aftur likamliga. (sí Zecharjah 13:6; Gern. Ap. 1:8-11; I. Pætur 3:18; Lukas 24:39-43; I. Cor. 15:1-4 osv., osv.)

Móses doyði, og HARRIN jarðaði hann:

 5  So Moses the servant of the Lord died there in the land of Moab, according to the word of the Lord.
 nbsp;6  And he buried him in a valley in the land of Moab, over against Beth-peor: but no man knoweth of his sepulchre unto this day.
 7  And Moses was an hundred and twenty years old when he died: his eye was not dim, nor his natural force abated.
( Deuteronomy 34:5-7  KJB )

Av tí at teir skulu hava mátt til at kalla niður eld av himni (sí Opb. 11:5, smb við Elijah í I. Kong. 18:38; II. Kong. 1:10, 12 & 14), hava teir í øllum førum somu kraft og myndugleika frá Guði, sum Elijah hevði, og tí samberliga andaliga tænastu.

Onnur tíðindi