LÍKALEIÐIS, tit ektakonur,
verið í undirgivni fyri egnu
ektamonnum tykkara ; at, um
nakrir lýði ikki orðinum, teir eisini
mega uttan orðið verða vunnir við
atferðini hjá ektakonunum ;
2 Meðan teir skoða kýsku atferð
tykkara samkoplaða við ótta.
3 Hvørs prýðing lat hana ei vera
handa útvortis prýðing av at flætta
hárið, og av at vera í gulli, ella av
ílating í skartaklæði ;
4 Men lat hana vera hin duldi
maður hjartans, í tí sum er ikki
forgongiligt, enntá prýðingin av
einum eyðmjúkum og stillum
anda, sum er í eygsjón Guðs av
miklum virði.
5 Tí eftir hesum háttalagi í hini
gomlu tíð, hinar heilagu kvinnur
eisini, hvørjar litu á Guð, prýddu
seg sjálvar, verandi í undirgivni
yvirfyri sínum egnu ektamonnum :
6 Enntá sum Sára lýddi Ábraham,
kallandi hann harra : hvørs
døtur tit eru, so leingi sum tit
gera væl, og eru ikki ræddar fyri
nakrari ræðslu.
7 Líkaleiðis, tit ektamenn, dvøljist
við teimum samsvarandi við
kunnleika, gevandi ektakonuni
heiður, sum hinum veikara keri,
og sum verandi arvingar saman
til náði lívsins ; at bønir tykkara
verði ikki hindraðar.
( I. Pætur 3:1-7 FKJ )
Sárah lýddi Ábraham (v. 6)
at lýða = at akta.