Eg má heilsa øllum fólkakirkju- “prestunum”, at einkið er, sum eitur “heilaga Maria moy” (Saint Mary), bara jomfrú Maria, – sum bara var jomfrú inntil hon hevði átt Jesus


1

2

3

Jesus Christus var, er, og verður heilagur í sær sjálvum; jomfrúgvin Maria var ikki heilag í sær sjálvari, – hon mátti eisini trúgva á Jesus Christ, Son Guðs, heimsins Frelsara, fyri at verða fyrigivin og reinsað frá síni synd. Ja, jomfrú Maria var ein SYNDARI, sum mátti ofra fyri reinsan SÍNA, – tað mátti Jesus ONGANTÍÐ gera, – eiheldur varð tað gjørt hansara vegna, sum tykkara falska “bíblia” upp úr Djevulsins Alexandriu í Egyptalandi lýgur. Guðs bók sigur, at Maria mátti ofra fyri reinsan sína. Fái so hatta inn í bollan!

21 Og tá ið átta dagar vóru fullførdir fyri umskeringina av barninum, varð navn hansara kallað JESUS, sum varð soleiðis nevnt av einglinum áður enn hann varð gitin í móðurlívinum.
22 Og tá ið reinsanardagar hennara samsvarandi við lóg Mósesar vóru fullførdir, førdu tey hann til Jerusalem, at framseta hann framfyri Harran;
23 (Sum tað stendur skrivað í lóg Harrans, Hvørt kallkyn sum opnar móðurlívið skal verða kallað heilagt fyri Harranum😉
( Lukas 2:21-23 FKJ )

21 And when eight days were accomplished for the circumcising of the child, his name was called JESUS, which was so named of the angel before he was conceived in the womb.
22 And when the days of her purification according to the law of Moses were accomplished, they brought him to Jerusalem, to present him to the Lord;
23 (As it is written in the law of the Lord, Every male that openeth the womb shall be called holy to the Lord😉
( Luke 2:21-23 KJB )

Tvs.at Maria var ÓREIN.
Jesus var heilagur.
Er tað sivað inn?

Maria var eitt menniskja, júst sum eg og tú, hon var fødd í synd, og hevði brúk fyri einum frelsara; tann Frelsarin var tann heilagi lutur, sum varð føddur av henni, tá ið Heilagi Andin kom uppá hana, og kraft hins Hægsta skuggaði yvir hana, hon gjørdist altso við barn av Guði, sum skrivað stendur:

Og eingilin svaraði og segði
við hana, Heilagi Andin skal
koma uppá teg, og kraft hins
Hægsta skal skugga yvir teg:
tessvegna eisini hin heilagi lutur
sum skal verða føddur av tær skal
vera kallaður Sonur Guðs.
( Lukas 1:35 FKJ )

Jesus fekk IKKI sín heilagleika frá Mariu, men frá GUÐI; ja, hann er heilagur, tí hann er Guð, annar persónurin í tríeindini; Maria er eitt menniskja, als eingin gudur, og eigur ikki at verða tilbiðin, eiheldur prísað, eiheldur mussað, ella kallað heilag. Hon er vælsignað millum kvenna (sí Lukas 1:28 & 42 FKJ), (ikki av kvinnum sum Dahl svassar). Guð vælsignaði hana við tí framíhjárætti at føða Son Guðs í heim, men Guð gevur ongantíð boð um at prísa Mariu. Tað hevði verið avgudadýrkan!.

Eingilin Gabriel kallar Mariu vælsignaða millum kvenna í Lukas 1:28, og Elisabeth kallar Mariu vælsignaða millum kvenna í Lukas 1:42. Hvørki eingil ella maður tilbað Mariu, ella prísaði henni!!!!!!!

Hon var vælsignað av Guði, ikki signað, eiheldur prísað av monnum.

Og andi mín hevur frøtt seg í
Guði Frelsara mínum.
( Lukas 1:47 FKJ )

.. segði jomfrú Maria um Jesus Christ sín Frelsara.

Handan upp-úr-helviti-drigna “bíblian” hjá Dahl lýgur “reinsanardagar teirra” í Lukas 2:22, – sum um Jesus hevði brúk fyri reinsan!!!!!!!. (Brotið umhandlar Mariu og Jesus, ikki Jóseph, – hann var bara triðja hjól)
Hatta kann bara skríða sær niður aftur til helvitis.
Eg kvetti lortið av.

Far ikki til Rom og til helvitis við fólkakirkjuni. Søk Jesus Christ, verð av sonnum frelstur av náði við trúgv uttan gerningar, og kom við til himins brádligani sum ein rakett uttan plett.

Ja, Maria hevði mong onnur børn. Jesus var hennara fyrstiføddi (sí Matthæus 1:25 FKJ, – skola Dahl og Viktor niður í kummuna).

Hann hevði hálvbrøður, eitt nú Jákob, og Jóses, og Símon, og Judas (sí Matthæus 13:55 FKJ)

Sí eisini Matthæus 12:47-48.

Matthæus 13:56 sigur okkum, at Jesus átti hálvsystrar, men tær verða ikki nevndar við navni.

Hálvbrøður og hálvsystrar, tí at Guð Faðir var Jesu faðir, Jóseph var faðir hansara hálvsystkinna.

Tú kanst annars lesa um hetta her:
http://www.gotquestions.org/Jesus-siblings.html

Católska “halgimennið” Jóhannes Páll II pávalortendi er í heita hula helviti í allar ævir:
Católska “Heilaga Maria moy” kundi ikki frelsa hansara sál …
Spell, tí Jesus Christus hevði kunnað frelst hann …

Onnur tíðindi