3
Eg havi onkuntíð hintað til, at hvíludagurin burdi verið hildin Leygardag. Hetta er tó ikki nakað, sum eg síggi uppá sum grundleggjandi.
Eg vil ikki vera bundin at adventistunum í huganum á nøkrum fyri hesi úttalilsir. Adventistar trúgva opinbart, at sabbats halding er eitt lykla ting til at vera ein sannur Christin; tað haldi eg ALS IKKI. Adventistar nokta opinbart, (eftir tí, eg havi uppfatað; orsaka meg, um eg taki feil), at Jesu Christi blóð REINSAR BURTUR syndir fult og heilt; eg hinvegin VEIT útfrá vælsignaðari roynslu, at Jesu Christi blóð reinsar burtur synd fult og heilt, og at trúgv á tað fyri ein sjálvan persónliga er ALT, einum tørvar, fyri at tað skal reinsa ein fullkomiliga hvítan í Guðs eygsjón (sí I. Jóh. 1:7). Frelsan er fult og heilt av náði við trúgv, uttan gerningar (Eph. 2:8-9). Gerningar eru bert eitt tekin um, at frelsan fann sær stað; altso, sum Jácob sigur, .. eg vil sýna tær trúgv mína av gerningum mínum (Jácob 2:18 FKJ). Gerningar eru IKKI NØKUR TREYT YVIRHØVUR fyri at kunna vera frelstur. Frelsan er BARA við TRÚGV á fullførda verk Jesu Christs á Golgata krossi, og hon er ikki longur burturi frá nøkrum av okkum enn at TRÚGVA, at Guð reisti upp Jesus frá deyðum, og at játta Harran Jesus (Rom 10:9-10). Jesus Christus ER okkara sabbats-hvíld, lógin er uppfylt í honum.
Tá ið hetta er sagt, so síggja vit í skriftini, at um ein frelstur Christin livir áframhaldandi, medvitað í synd, (synd sum lívsstíl, – ikki bara eitt ótilætlað fall), so er støðan ein heilt onnur. Tá er reinsan og halgan fyri neyðini. Her trúgvi eg, at um ein trúgvandi skúgvar áminngar Halga Andans frá sær og herðir seg meir og meir í sínum hjarta í syndini, so doyr hann mótvegis Guði; altso fellur frá. Ein og hvør sannur Christin, sum kennir Jesus av sonnum, ynskir at liva í Andanum og ikki í kjøtinum í synd.
Her vil eg bara skera út í papp, at eg eri altso eingin adventist, og verði aldri adventist. Tey virka mær sum lógarTRÆLIR. Eg eri ikki nakar trælur, men frívilligur tænari Jesu Christs, frelstur av náði við trúgv, og vil IKKI vera hildin læra onnur, at frelsan er partvís av náði, partvís av lógargerningum; nei, nei, frelsan er av náði við trúgv, men ein sannur Christin vil liva og eigur at liva heilagt. Tað samanhangið vil eg her seta greitt fram í skrift, tí mínir fíggindar eru óivað mangir, og teir høvdu gjarna viljað sett meg fram sum ein falslærara, ella ein kultaleiðara, ella hvatveiteg.
og annars prophetar Guðs innan permur Heilagu Bíbliunnar.
Men King James Only, tað eri eg; og fyri tað kanst tú kalla meg hvatsumhelst tú vilt. Tað verður bara til mína æru og til tína skomm. Guð lovaði okkum eina perfekta BÓK í Psálmi 12:6-7, og hon er altso KING JAMES BÍBLIAN, einans.
Takk og lov og prís í tí hægsta fyri hansara náði og hans orð.
Má Guð lata upp eyguni á adventistunum fyri Guðs frelsu av náði við trúgv;
– og frelsa tey.