Eg gerist mettur av King James Bíbliuni: tí at eg TRÚGVI og VEIT, at hon ER Guðs orð; og eg taki ímóti øllum orðunum harí sum teimum varðveittu, íblástu orðunum hjá Guði

Myndugleikin í KJB er altso í topp.  Í topp; ja, enntá ovast uppi; ja, eg trúgvi enntá, at Guðs orð, sum Guð hevur í himni, er ein King James.  Flenn so.  Eg flenni eisini eftir tær.


1

2

3

4

5

6

7

8

9

For ever, O Lord, thy word is settled in heaven.
( Psalm 119:89  KJB )

Settled merkir eisini “avgjørt”.  Guðs orð er avgjørt.  Har er einkið at koma afturumafturaftur um.  Tað er í himni, og tað er eisini á jørð.  Hann, ið vil grava í sandinum eftir tí, gravar sítt egna høvd niður í sandin; og tað kann eg bara flenna eftir.  Og teir, sum geva nýggjar versjónir av “bíblium” út annaðhvørt ár, hava longu høvdið í sandinum.  King James er Guðs orð, um ævir grundfest í himni og á jørð.  Tað er mín trúgv, og tú kanst hava tína vantrúgv fyri teg sjálvan.

King James Bíblian er ikki ein “versjón” av Guðs orði.  Tí sigi eg ongantíð King James Version, men bara King James Bíblian, tí at hon ER Bíblian, hin eina og sanna.

Apostulin Jóhannes og hinir apostlarnir trúðu og vitstu, at tað var álítandi, sum teir høvdu sæð og boðað:

Jóhannes sigur, at tað, sum hann hevði skrivað, varð skrivað fyri at vit kunnu trúgva:

 30 ¶ Og mong onnur tekin
sanniliga gjørdi Jesus í nærveruni
av lærusveinum sínum, sum
eru ikki skrivað í hesa bók:
 31  Men hesi eru skrivað, at tit
mega trúgva at Jesus er Christus,
Sonur Guðs; og at trúgvandi,
tit máttu hava lív gjøgnum navn
hansara.
( Jóh. 20:30-31 FKJ )

Í næsta kapitli siga lærusveinarnir, at teir vitstu, at tað, sum varð skrivað, var satt:

 24  Hesin er lærusveinurin sum
vitnar um hesar lutir, og skrivaði
hesar lutir: og vit vita at vitnisburður
hansara er sannur.
( Jóh. 21:24 FKJ )

Hinir, sum høvdu lisið tað, sum Jóhannes hevði skrivað, góvu altso sín vitnisburð um, at teir vitstu, at tað, sum Jóhannes hevði skrivað, var sannur vitnisburður.

Ja, okkara trúgv kann og eigur at koma fram har til, at vit vita, at tað, vit trúðu og trúgva, er satt.

Onnur tíðindi