Eg finni tvinni boð í Nýggja Testamenti várs Harra og Frelsara Jesu Christs, umframt ymsar forskriftir

.. men mín samtíð vil bara hoyra talan um annað av teimum báðum boðunum.

Og eg havi ikki bara skimmað bókina eina ella tvær ferðir ígjøgnum: nei, eg VEIT, at hetta eru tey tvey boðini hjá Harranum Jesusi Christi í Nýggja Testamenti hansara, og at hann kallar tað seinni eini boð – ikki uttan grund; og jú, eg veit grundina fyri hví hann setur tað fram so kraftigani sum at kalla tað eini boð, ikki bert ein forskrift.
Við dúgligari eftirhyggjan havi eg ikki funnið nakað annað boð í Nýggja Testamenti enn hesi tvey her áður nevndu; (tey bæði stóru boðini eru jú endurtikin úr Gamla Testamenti).

Fimm brot eru í playlistanum.
Onnur tíðindi