1. Altso, Bíblian er skrivað fyri fleiri túsund árum síðani – og at samanbera kvinnuna fyrr og nú, er hetta ikki ógjørligt..?
Føroyska kvinnan var fullkomiliga bíbilsk inntil fyri 20 árum síðani, og tá hildu hjúnabondini, ólíkt nú.
Tað er bara síðan man fór burtur frá tí mynstrinum, sum Guðs orð leggur fyri dagin, at hjúnabond fóru at slitna. Guðs fyriskriftir eru tær einastu, sum kunnu vælsigna lív manna, tá ið tær verða fylgdar.
Fólk mugu koma aftur til, at tá ið man lovar at geva seg sjálvan inntil deyðin skilur, og tekur GUÐ og allar menn til vitnis, so SKAL man altso gera tað; alt annað er STÓR skomm og fullkomiliga forkastiligt. Tú hevur ikki LOYVI til at skiljast. Paulus ramsar “sáttmálabrótarar” sum eitt av teimum tingunum, fólk fara at gera, tá ið tey hava vent Guði bakið, og eru farin at tilbiðja tað evnisliga, í staðin fyri Guð, og tað er har, vit eru komin til í dag.
Bíblian er Guðs ævigu tankar og meiningar um tingini: ikki ein lýsing av hvussu man hugsaði tá. “Heilagir menn Guðs talaðu sum teir vórðu drivnir av Heilaga Andanum”. (II. Pæt. 1:21 FKJ).
Sára gjørdi Ábrahami og Harranum mat (Genesis 19), hon var undirgivin sínum manni, kallaði hann harra osv, og tað er hon, sum Guðs orð tekur fram sum fyrimynd fyri ný-testamentligu kvinnurnar í I. Pætursbrævi kap 3. Í dag vilja kvinnurnar vera sum reystkvendið Deborah, sum er Harrin brúkti sum eitt UNDANTAK, tí landið var fráfallið, og eingin ordiligur maður fanst; men ikki tekur Harrin Deboruh fram sum fyrimyndin til ný-testementligu kvinnuna, men stillføru, undirgivnu, heimagangandi Sáruh. Harrin heldur altso somu linju í gamla-, sum í nýggja testamenti.
2. Og hvat við kvinnum, sum arbeiða ..? Skula tær ikki arbeiða ..? Hvat við kvinnum, sum arbeiða sum sjúkrasystrar ..?
Guðs orð vísir okkum, at maðurin er forsyrgarin (I. Tim. 5:8), og konan eigur at vera heima og passa síni børn (Titus 2:5). Tað er altso Guðs egna “blueprint”, og tað gevur signing við sær, at fylgja tí, púra sikkurt, hygg bara eini 15-20 ár aftur í tíðina. Og tá ið tað var soleiðis her hjá okkum, tá hildu allar familjur, øll børn høvdu eitt trygt og fast HEIM, vórðu passað og elskað av síni egnu MAMMU, og vóru ordilig uppá sinn og skinn osv.
Tað er ikki so nógv tað, at eingin kvinna skal arbeiða, sum tað at allar ikki skulu verða tvingaðar til at arbeiða av hesum marxist-socialistiska kavheidna systeminum. Systemið í dag hevur stóra skyld, men menniskjan í dag er eisini spiltari enn fyrr, sum eisini Guðs orð sigur, at menniskjan í síðstu tíð skuldi vera (sí II. Tim. 3:1-7). Sjálvandi skulu stakar kvinnur kunna arbeiða, og mammur, hvørs børn eru vaksin; men Bíblian lærir klárt, at uppgávan hjá eini giftari konu er altso heimið og børnini; so sum tað var her hjá okkum sum heild inntil einaferð í 70-80’unum, tá ið Føroyar vóru í ordan. Eg veit altso hvat er best fyri allar partar: Tað, sum Guð sigur!!. So leingi sum vit fylgdu Guðs fyriskriftum, høvdu vit eitt paradís í Føroyum, sum tú skuldi leitað leingi eftir at funnið annað eins. Titusarbræv kap. 2, v.4 sigur, at ungar, giftar kvinnur (mammur) eiga “At vera hóvligar, kýskar, passarar við hús, góðar, lýdnar fyri sínum egnu ektamonnum, at orð Guðs verði ikki Guðs-spottað.” Eg skammist altso ikki við Guðs orð: orðini hjá Jesusi Christi. Tey eru einasti sanni heilivágurin til trupulleikar manna til allar tíðir. Tey eru ÆVIGUR SANNLEIKI. Eg avnokti blankt ta nýggju trendina við javnstøðu og kvinnufrígering; hon eigur ikki sínar røtur í Guðs orði, men í uppreistri, uppblástum frekleika, sjálvs-alski og peningagirnd, íblást av Satan ígjøgnum Karl Marx, handan Guðs-fjentliga javnaðarflokkin, hasar stinkandi feministarnar & annað tessháttar svans.
3. Hví heldur tú ikki, at vit ikki skula hava kvinnuligar prestar, tá Bíblian lærir okkum, at vit ØLL eru líka ..?
Vit hava øll sama virði, men ikki øll somu uppgávu. Guð setur klárt ein mun ímillum mann og kvinnu, ikki bara í heiminum, men eisini í kirkjuni. Bíblian lærir IKKI, at vit øll eru líka. Bíblian sigur ótvítýðugt, at kvinnur okkara skulu “halda tøgn í kirkjuni” (I. Cor. 14:34-38 KJB/FKJ), og í I. Timotheus 2:12 sigur apostulin: “Men eg loyvi ikki kvinnu at frálæra, ella at tilræna myndugleika yvir manninum, men at vera í kvirri”. Vit síggja hinvegin púra klárt, at MENN skulu vera lærarar í kirkjuni: “Og teir lutir sum tú hevurt hoyrt av mær millum mangra vitna, hinar somu líti tú trúføstum monnum til, hvørjir vera skulu førir fyri at læra aðrar eisini”. (II. Tim. 2:2 FKJ). Tað eru bara eini 15 ár síðani, at kvinnuligir prestar byrjaðu at koma. Tað er nakað spildurnýtt, trúttað ígjøgnum av Guðs-orðs-vanvirðandi reyðsokkalortendum.
Vit liva altso enn í Nýggja Testamenti, og eru vit trúgvandi, so er tað Guðs orði, vit fylgja, ikki nøkrum øðrum, ikki eingong demokratiskum fleirtalsmeiningum hjá kirkjuráðum, har kanska 2 av 7 eru persónliga frelstir. Guð verður altso ikki rikin við av tíðarandanum, men menniskjan í dag er fráfallin. Guð meinar enn akkurát tað, sum hann hevur givið okkum í sínum orði. Eg standi altso við Guðs orð, um eg so skal standa einsamallur.
At peddagoggarnir hjá hasum marxist-socialistiska statinum skulu uppala børnini hjá konunum, sum nú elska mammon meir enn síni egnu, er ein SYNTETISK, fabrikerað loysn. Nattúrliga loysnini er: at hvør ein MAMMA gongur við sínum egnu ungum til teir flyta heimanífrá, júst sum í gásafamiljuni. Har er eingin kynsjavnan: steggin er steggi, – hann pikkar teg, tá ið tú kemur ov nær, og bøgan er bøgan (mamman), sum ungarnir vilja renna til. Teir renna pávindansimeg ikki til steggjan, ella til nakrar SYNTETISKAR peddagoggiskar nissuligar passarar. Dýrini vita opinbart betri enn dagsins gullkálvadansandi pengagrísur. Ein klikkað likka er trúgv sínum maka alt lívið.
Føroyska konan er væl á veg til at verða gjørd ein stinkandi hora, um hon ikki so dyggiliga vendir sær runt í hjartakúluni aftur til Guðs orð og Jesus Christ.
4. Hví hevur tú slíkar meiningar, sum tú hevur um f. eks G! festivalin ..?
Hasin G-strongs-festivalurin er einkið annað enn ein forpestaður aliringur hjá Satan fyri øllum tí allar ringasta, sum hugsast kann. Hatta lortið oyðileggur eitt heilt ættarlið av ungum, dýrabærum sálum, ger tey bundin av øllum Satans lorti, og leiðir tey so beint út á BREIÐA VEGIN TIL HELVITIS. Tað er á slíkum fortørnaðum skrambli, ið 15 ára gamlar gentur taka sína fyrstu “tablett”, byrja at drekka og missa sín jomfrúdóm, og verða spiltar fyri lívið, uttan tær persónliga møta Jesusi Christi. Eg kalli hatta Satans sodomittafestir, har alt tað forkertasta, ræðuligasta, syndigasta hjá teimum skitnastu, mest syndigu, verður smittað og breitt út til øll hini, sum enn eru óspilt, sum ringar í vatninum. Eg skammist ikki við at siga, at hatta lortið skuldi altso verðið forboðið við ótvítýðugari orðing heilt niðri í fyrstu paragraffum í grundlógini, tilsaman við porno, alkoholi, ØLLUM stoffum, siðloysi, hori, sodomii: handhevað við lóg og straffbart.
5. Hvør endar í Helviti – og eru vit sett á hesa verð fyri at døma onnur til Helvitis ..?
Øll ófrelst fara í helviti. Markus 16:16 sigur: “Hann sum trýr og verður doyptur, skal vera frelstur; men hann sum trýr ikki skal vera heldømdur”.
Guð ynskir ongan syndarans deyð, men at hann má venda um og liva (II. Pætur 3:9). Eg ynski tað sama. Tí MÁ eg siga fólki sannleikan, so leingi sum eg havi andadrátt og livi.
6. Heldur tú, at tað er rætt, at brúka bíbli’una til tín egna fyrimun – sum t.d. tá tú lesur ymist úr Bíblini, sum er til tín egna fyrimun..?
Eg vil boða orðið fyri orðsins skuld, og síggi ongan persónligan fyrimun av tí hesumegin ævinleikan. Sannir prædikumenn hava ongantíð verið vinsælir. Ein sannur prædikumaður boðar Guðs orð, júst so sum tað talar, hvørt hann havi sær stóra ella lítla undirtøku er ikki avgerandi; hann tænir Guði, ikki monnum, og so slettaldeilisikki mammon. Nóah fekk bjargað einans sjey sálum, umframt seg sjálvan.
7. Og ein spurning, sum tú ivaleyst hevur koyrt 1000 ferðir: Hatar tú kvinnur ..?
Eg hati ikki kvinnur. Ein gift kona, sum er trúgv, álítandi, undirgivin fyri sínum egna ektamanni, – sínum høvdi, – sum er fitt, og sum passar síni egnu børn heima (og sum tímir og VIL tað), er vakrasta sjón í heiminum; men tann myndin er tíverri vorðin sera kám í dag. Eg eri glaður fyri, at eg vaks upp við eini mammu, sum sá tað sum sína lívsins uppgávu at passa og uppala meg og míni systkin. TAÐ føldist gott og trygt, og stoypti hendan knorlin í stál. Eitt hús er ikki eitt heim; eitt heim er eitt hús við einari heimagangandi, bleytari mammu í fyriklæði, bakandi bollar, broderandi, leggjandi saman klæðir, reiðandi upp, vaskandi klæðini, gevandi børnum sínum drekkamunn, passandi uppá, at tey skikka sær væl osv., ja, tað er eitt heim. 30 peddagoggar kunnu ikki erstatta dovnastu mammu í heimi fyri einum tí einasta barni. Eingin leigusveinur elskar seyðir tínar!! Mamman er tryggleikin hjá barninum, ikki bara meðan tað er eitt ár, men inntil tað fer til arbeiðis. Flenn so, men tað er bara sannheit. Eitt barn, sum verður tveitt á eitt fortørnað socialistiskt barnagegl sum 1 ára gamalt, tí nú skal mamma altso út at realisera seg sjálva og finna eina hægri meining við lívinum enn at passa síni egnu børn, kann ikki annað enn kenna seg vrakað, vera kærleiks-út-for-hungrað, fara at mála hár og eygu svørt, verða følið sum deyðin, skera seg, og hava tørv á øllum hugsandi løgnum, ný-uppfunnum, Guðs-avnoktandi freudiskum serfrøðingum, sum kortini ongantíð kunnu gera tað forsømda, burturtveitta barnið í ordan. Eg kalli alt hatta pakkið fyri nosshøvd, uttan at fáa ringa samvitsku av tí. Tey kunnu nemmiliga ikki ELSKA sum MAMMAN: tí trupulleikin var bara tann og eingin annar, at barnið fekk ikki TANN KÆRLEIKAN, sum tað hevði tørv á FRÁ SÍNI EGNU MAMMU: sum BARA HONKANN GEVA TÍ!
Det er godt at jeg blev født, før peddagoggerne tog over.
Fólk eru so býtt í dag, at tey AVNOKTA, at tað er MUNUR á kynunum: ein maður kann pavínsprellimeg ikki vera mamma, uttan so hann ongantíð var maður.
(Hetta er annars fyrstu ferð, eg verði spurdur henda spurning. Spyr kvinnur, um eg hati tær,.. eg hati tær slettikki. Men stinkandi reyðsokkinum gevi eg púrteinkið fyri.)
8. Eg havi lisið Bíbli’ana fleiri ferðir – men ikki King James – endi eg so í helviti, tí eg ikki visti betri ..?
Ein og hvør kann verða frelstur við at hoyra gleðiboðskapin boðaðan rætt, koma í syndabeyð, og taka ímóti Jesusi Christi sum sínum persónliga Frelsara. Altso: verða av sonnum frelstur, endurføddur. Frrrrelstur. Tað finst altso, og tað verður man ikki við nýføðingaásletting, konfirmatión, ella við at knela við ein altarring og eta eina runda vaflu og drekka ein sjatt av 12,5% Matthæus. Eg bleiv sjálvur frelstur við boðan úr eini manglandi “bíbil”, sum so varð tann, eg brúkti í 21 ár, fingin frá ommuni sum 15 ára gamal. Men King James Bíblian er Guðs fullkomiliga varðveidda BÓK, eftir tí røttu linjuni av teksti úr Antiochiu/Byzantium, og hana mæli eg til at ein og hvør lesur og skýggjar allar hasar gnostisku perVersjónir Clements, Origens, Philos, og Westcotts & Horts úr Alexandriu.
9. Er Playboy blaðið ein synd ..?
At gera kvinnuna til eina søluvøru er andskræmiliga lágt niðri og hoyrir ongastaðni heima og skuldi verðið forboðið við ó
tvítýðugari orðing heilt niðri í fyrstu paragraffum í grundlógini við harðari revsing fyri hvønn ein lortenda, sum brýtur tær.
10. Um ein fer so hart eftir fólkinum, sum tú hevur gjørt – hvussu kanst tú tá fáa fólk á “tína” síðu ..?
Eg síggi eitt óhugnaligt fráfall frá sonnum Christindómi í dag. Meinigheitirnar eru fullar av oyrnakitlandi svikaprophetum, sum ikki hava andalig nossir til at nevna synd við navni. Har gangi eg tískil ikki. Eg síggi altso alla grund til at rópa varskó um, at tað kemur altso ein dómadagur, tá ið øll menniskju skulu standa frammi fyri Guðs dómstóli. Abbi droymdi 3 dagar áðrenn hann doyði, at ein maður kom til hansara í hvítum skartaklædnaði og segði: Halt nú út, Sámal góði, tí nú eru bara 3 dagar eftir”, .. og 3 dagar seinni doyði hann, .. og fór heim til Jesus. 3 dagar áðrenn eg bleiv frrrelstur droymdi meg, at Jesus kom aftur, og eg var eftir. 3 dagar aftaná, at eg var blivin frrrelstur, droymdi meg aftur, at Jesus kom aftur, og TÁ VAR EG LYFTUR UPP TIL HANSARA Í HVÍTUM, GLAMPANDI DÝRDARLJÓSI!!!!. Eg havi eisini verið lyftur upp til himmals, havi sæð Jesus, hann vísti mær eisini helviti og demonarnar har niðri; hann grøddi meg frá staming í mai 1995, og hann hevur oftani talað til mín við hoyrbærari rødd. Eg biði hann vakja meg klokkan okkurt, og so vakni eg tá, ferð eftir ferð eftir ferð. Eg VEIT, at ALT, sum stendur í Guðs orði er 10.000% satt. Eg veddi mítt LÍV uppá JESUS!!! Fyrr skal mítt høvd av kjoppast, enn mín Jesus av skuldi noktast.
Eg eri ikki úti eftir at fiska eftir fólki til mína síðu, men at siga teimum Guðs orðs ævigu sannleikar mitt í einari rangvørgari og spiltari slekt; so kunnu tey velja Jesus og hansara sannleiksorð, ella vraka hann og hansara orð. Summi eru enn, sum hava eitt hoyrandi oyra, og sum hoyra hvat Andin sigur við kirkjurnar. Jesu seyðir hoyra rødd hirðans, og teir fylgja honum (Jóh 15).
11. Er tað ein synd, at drekka seg fullan ..?
Ja.
I. Cor. 6:9 sigur óvtítýðugt, at “drykkjumenn arva ikki kongadømi Guðs”. ALT alkohol, øl vín og brennivín, er Satans piss og skuldi bara verið stoytt niður í helviti beinanvegin! Tað oyðileggur fleiri familjur enn stoffir og ferðsluvanlukkur tilsamans.
Vín í Bíbliuni er í grundini víndrúvu-siroppur, sum hekk í kíkum á køldum stað, og sum teir blandaðu við vatn. Brúdleypið í Cana var IKKI ein drykkjuveitsla, og stjórnarin av veitsluni segði ikki við Jesus, “tá ið menn eru vorðnir druknir”, men hann segði: “tá ið menn hava væl drukkið (KJB/FKJ)”, altso, drukkið væl og virðiliga, tað er drukkið seg ótyrstar av hasi vælsignaðu fullkomiliga alkohol-leysu Ribena-saftini. Alkohol er gift, eitur, og Orðtøkini kapitul 23 sigur, at tú skalt ikki eingong hyggja at víninum, .. til síðst bítur tað sum ein slanga (Satan). Til helvitis við hvørji brennivínsfløsku.
12. Er tað ein synd, at vera samkyndur ..?
Avgjørt.
Romverjabrævið 1:21-32 greiðir okkum frá, at fólk velja sjálv at gera seg samkynd, tey FARA FRÁ tí náttúrliga umganginum yvir í hin sum er ímóti náttúruni, og at áðrenn tey koma har til, dýrðmettu tey ikki Guð, teirra hjarta varð harnæst myrkjað, og tey hava longu vent Guði bakið (v. 21-23), og tí gav Guð tey upp til óreinsku gjøgnum girndirnar av teirra egnu hjørtum til at vanæra síni egnu likam sín ámillum (ónáttúrligt kynsligt ólevnað). Vers 32 sigur, at tey eru verd til deyða. Men, Jesus kann loysa ein slíkan, um hann, ella hon, venda sær til hansara av heilum hjarta. Hatta býr egentliga bara í einum villleiddum, rangvørgum, myrkjaðum huga og hjarta, og er ikki genetiskt viðføtt, men avleiðing av eini villu og spillu í hjartanum. Hatta er altso PERVERSITETUR, og kann ALDEILIS ikki kallast við hasum sleiska, villandi, tolsemis svassinum hjá marxistunum, “ein alternativur, fullkomiliga sunnur lívsstílur”.
Eg kenni eldri menn, sum hava havt seyð og neyt í eina hálva øld, og hava ikki havt EIN homoseksuellan tarv, ella neyt, gás, grís, hund, pávageyk ella kettu. Tað er SYNDIN í menniskjuni, UPPREISTURIN ímóti Guði, sum fær tey til at ganga “ímóti náttúruni”, sum Rom. kap 1 talar um. Høvdu tey søkt Guð, gjøgn Son hans Jesus Christ, av heilum, falsleysum hjarta, so hevði ljós yvirfloymt teirra myrkjaða hjarta, og Sonurin hevði av sonnum gjørt tey frí. (Jóh 8:32&36).
13. Til endans: Tá tú tosaði soleiðis sum tú gjørdi um prestin í Fuglafirði – gjørdi tú tá ikki ein feil ..?
Avgjørt ikki.
Eg gjørdi mína skyldu: At ávara tey frelstu kirkjufólkini í Fuglafirði, at um tey vilja ganga á sannleikans vegi fram at endanum og ikki verða villleid út av veginum í gryvjuna av blindum vegleiðarum, so verða tey altso noydd at rýma sær út, ella gera krav um at fáa ein ordiligan, persónliga frelstan prest, – so sum tit hava har norðuri í Klaksvík. Eg hati ikki nakran prest persónliga, eiheldur prestin í Fuglafirði: og eg hevði ynskt, at teir allir vórðu frrrelstir. Tað, sum eg hati, er synd, lygn og falslæru; serliga tá ið hon skal eitast fyri at vera í Guðs navni, og tað enntá so púra andstætt við Guðs klára orð av teimum, sum skulu eitast fyri at tala fyri Guð. Eg standi ikki í persónligum kríggi við nakran mann, hvørki kall ella kvendi, bøgu ella steggja, men kríggið er eitt andaligt kríggj, ímillum lygn og sannleikan. Og jú: eg havi lisið BÓKINA, vit Christnu vinna altso: tí Jesus Christus fer at koma aftur í sínum dýrdargjørda uppreisnar-likami niður úr himni, taka síni heim, blaka Djevulin, svikaprophetin, djórið og øll, sum ikki standa skrivað í lívsins bók hjá Lambinum slátrað frá grundlegging veraldarinnar í eldsjógvin osv. Tí er bara at venda um, “hin gamli”. Men stórar trongdir standa fyri framman, áðrenn Jesus kemur aftur: fyrst kemur tað stóra fráfallið, og síðani skal syndarinnar maðurin birtast, anti-christus; og hann fer at drepa tey christnu, sum ikki vilja taka djórsins merki í høgru hond ella í enni sítt, fyri at kunna keyp
t ella selja. Alt hetta kann henda sera skjótt. Men: so be it. Eg elski Jesus og havi valt at fylgja honum og skammist altso ikki við hann eitt dett einasta vet, skal eg bara siga tykkum so beinframligani.
Nú er at ákalla Jesus Christ og verða frelstur.
Og tað skal bera á, at hvørsumhelst iðskal kalla á navn Harrans skal verða frelstur. (Gern Ap. 2:21 FKJ, sjálvandi)
Harrin vælsigni teg til tess.
Guð ger ikki mannamun.