Eg arbeiði ikki UPPÁ mína frelsu (sum “bíbliur” Dahls og Victors falslæra): eg arbeiði ÚT mína egnu frelsu

SATANS “bíbliur” siga:
Filippibrævið 2:12 í falslærandi “bíbliu” Victor Danielsens:
Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan uppá frelsu tykkara!

Filippibrævið 2:12 í falslærandi “bíbliu” Jákup Dahls:

Tess vegna, elskaðu mínir, líkasum tit altíð hava verið lýdnir, so arbeiðið, ikki bert sum tá ið eg eri hjástaddur, men nú nógv meira, tá ið eg eri frástaddur, upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan;

………………………….


GUÐS BÍBLIA sigur:


Philippians 2:12 í King James Bíbliuni (The word of God):

Wherefore, my beloved, as ye have always obeyed, not as in my presence only, but now much more in my absence, work out your own salvation with fear and trembling.

Philippibrævið 2:12 Føroysku King James Bíbliuni (Guðs orði):

Hvørsvegna, mínir háttelskaðu, eins og tit hava altíð lýtt, ikki sum í míni hjáveru einans, men nú mikið meira í míni fráveru, arbeiðið út tykkar egnu frelsu við ótta og bivan.

………………………….

Hvør er munurin?

Jú, munurin er bókstavliga HIMMALVÍÐUR:

Við “bíblium” Dahls og Victors ARBEIÐIR man UPPÁ sína frelsu, sum um man ikki var komin til eitt FULLGJØRT frelsuverk.

Við Guðs Bíbliu, KJB & FKJ, arbeiðir man ÚT tað, sum Guð legði INN, tá man tók ímóti fullgjørda frelsuverki Jesu Christs. Okkara gerningar kunnu ikki leggja nakað afturat frelsuverki Christs. At arbeiða út ber boð um at bera frukt SUM FRELSTUR, einkið annað.

At abeiða uppá, inniber, boðar og lærir GERNINGSKRISTINDÓM!!! (Sum um gerningar skuldu kunnað ávirkað frelsuna). Og tað er floytandi SATANISK FALSLÆRA UPP ÚR HELVITI ÚT ÚR DEVULSINS MUNNI.

At arbeiða út, inniber og boðar, at frelsan er ein gáva, givin av náði, móttikin við trúgv, og har vit sleppa at ganga í gerningum, sum Guð hevur lagt til rættis, at vit leggja okkum eina við teimum.

………………………….

TAKK, GUÐ, FYRI TÍTT FULLKOMNA ORÐ!


………………………….

SATAN!

SKEIN TÆR Í HELVITI VIÐ TÍNUM FØLSKU “BÍBLIUM”!!!!

Onnur tíðindi