Die Heilige Schrift


Hesa Luther Bíbliu havi eg góðsliga fingið frá bróðurinum í Harranum, Nico Verhoef, frelstum bíbliuskúlalærara og gøtuevangelisti í St. Gallen í Sveits. Hetta er ein óbroytt endurprenting av 1545 útgávuni av Luther Bíbliuni, sum hann gav út fyrstu ferð í 1534.

Eg dugi ikki væl týskt, men havi so lært tað í trý ár í fólkaskúlanum. Tá dugdi eg at føra eina samrøðu á týskum, eisini við ein týskara, men tað hevði eg ikki hættað mær til í dag. Tó kann eg væl lesa tekstin og skilja so væl sum alt, við undantaki av onkrum orði her og har. Tá grípi eg til eina týska orðabók.