Deyðstíttleikin títtari eftir deyðssproyturnar tríggjar: fjølprikað ungmenni detta um deyð

Her skuldi eitast fyri at vera ein deyðssótt frá mars 2020 og hálvt annað ár fram.
Hagtølini frá hagstovu Føroya vísa tó als ongar útsvingningar í hesum tíðarbili.

Sí her: https://hagstova.fo/fo/folk/fodd-og-deyd/deyd

Deyðstíttleikin tá var ímillum 20 og 40 um mánaðin.
Men í ár, 2022, tá ið sagt verður, at deyðssóttin er umliðin, er deyðstíttleikin øktur til ímillum 40 og 60 um mánaðin, altso ein øking á umleið 35-40%.

Hvat er tað so, sum drepur hesi fólkini nú?

Ja, eg kann siga tær, at hetta er júst tað, teir ætla. Sjálvstøðugir læknar, sum í dag eru arbeiðsleysir orsakað av at teir ikki fylgdu politiskum harraboðum, hava kannað blóðgóðskuna hjá vaksineraðum fólki og vísir tað, at blóðsellurnar eru púra oyðilagdar eftir sproytuna, frá at vera reyðar og livandi, gjørdust tær svartar og deyðar, og at immunverjan versnaði fyri hvørja sproytu. Eisini siga teir, at krabbamein, hjartabruni og bruni í langanum økist munandi av hesum sokallaðu vaksinum.

Eg segði í August 2021, í einum innslagi, sum eitur “Sannleikin um hasa sjúkuna og teirra koppseting”, at eg var vísur í, at vit fóru at síggja nógv hægri deyðstíttleika, eftir at øll fingu sproytuna hjá Kill Gates, tí at eg eri fullvísur í, at kúvit19 varð GJØRT av eini óndari LUCIFERISKARI elitu, sum Gates og Fauchi eru partur av (jesuitar, Bilderbergs, Illuminati, Frímúrarar osv.), saman við mongum øðrum, og at henda elita hevur sagt í mong, mong ár, aftur og aftur, at tey halda, at vit eru ov mong fólk á jørðini, og at tey vilja hava fólkatalið frá 8 mia niður um 1/2 mia. (vísandi til Georgia Guidestonges, sum onkur sprongdi í luftina í fyri rúmum 2 mánaðum síðani, – helst elitan sjálv, tí at teir siga altíð áðrenn, hvat teir ætla sær at gera, sum eitt “mock ritual”). Kill Gates, vaksinukongurin, helt eitt TED talk í 2010 har hann fleiri ferðir segði, at fólkatalið var ov høgt, og at man vil knekka fólkavøksturin við “birth control” (økt DRÁP av óføddum børnum) og við … ja, halt tær nú fast: VAKSINUM.

So ikki tær at siga, so hevi eg IKKI latið sproyta meg. Hvat kemur inn í mín kropp, og hvat ikki, tað havi eg altso fullmakt yvir, – hvørki fúti ella løgmaður ella nakar annar, ikki BIG PHARMA, ES, WHO, ella nakarsumhelst annar.

Fólk vóru so FORGANDAÐI av propagandamaskinuni hjá statinum og Satan, at tey blivu púra SVØK, um tú hevði eina aðra áskoðan um tingini; tú slapst snøgt sagt ikki til orðanna, men varðst niðraður og stemplaður. Tá ið so Ukraina kom á skránna, var Kúvit19 yvirstaðið frá degi til dags. Avblást! Men eisini við Ukraina gandingini SKALT tú meita tað, sum tú verður fóðraður: At Zelensky er eitt halgimenni, og Putin ein devil. Eg sigi: Báður eru devlar, – og tað eru fjølmiðlarnir eisini! Allir! Uttan sjálvstøðugir, sakligir undirgrundsmiðlar. Zelensky situr har, eftir at hava trýst eitt demokratiskt valt stýri frá í 2014, og herurin hjá honum er mannaður í ávísan mun av nýnazistum, og sjálvstøðug tíðindafólk hava avdúkað, at rakettir hava verðið sendar DAGLIGA innan úr Ukraina omanyvir minnilutabólkar, so sum sigoynarar, og at dráp og misbrúk hevur í mong ár gingið fyri seg av ávísum bólkum í Ukraina av ávísum bólkum av UKRAINUM!!, og at úttalilsið hjá Putin, at hann fór at útfría russar í Ukraina undan nýnazistum ikki er lygn kortini. Eg havi tó ikki harvið sagt, at eg haldi við Putin, ella hansara kríggi, men eg vil bara vísa á, at vit hoyra ikki sannleikan í almennu fjølmiðlunum, men verða endaleyst fóðrað við propaganda og sagt, hvat vit SKULU meina. Journalistikkur er tað so ikki.
Siga almennir, vesturlendskir fjølmiðlar okkurt, so kant tú bóka, at sannleikin er í stórum dráttum hitt stikk øvugta.

Stutt sagt: Tað finst ein ónd elita á jørðini, sum í dag eigur ALT (Black Rock og Vangard (eiga eisini stóran part av … halt fast: Bakkafrost)), sum eru í kríggj ímóti øllum borgarum jarðarinnar. Teirra endamál: Altjóða sosialisma við fasistiskum stýrislagi.

Í morgun hava kringvarps-pakkið sitið og spilt Brazilska forsetan út, fyri at hava onnur áhugamál og aðrar meiningar enn tað politiskt korrekta svansið, sum tey sjálv sita og propaganda niður í fólk allan dagin langan. Sakligur journalistikkur? Nei. Propaganda lygn.

Hvat tað er gott, at man lærdi at lesa, eisini grafar, at líta á síni egnu eygu og at brúka sítt egna høvd.
Grafur nr.2 frá ovast her á hagstova.fo vísir deyð pr. mánað síðstu 5 árini. Í mars 2020 byrjaðu tey at tosa um, at ein ovurvandamikil deyðssótt var á okkum. Hetta hekk yvir okkum og hetta skuldu vit hoyra uppá 4 ferðir um dagin inntil í mars 2022, tá ið deyðssóttin alt í einum var avblást, orsakað av, at kríggj nú var á skránni ístaðin. Men seint í 2021 og inn í fyrsta ársfjórðing 2022 fingu øll trý (tú veitst hvat) inn í armin, ímóti hesu ovurhættisligu deyðssótt. Hetta skuldi bjarga okkum, og gera alt normalt aftur, ella sum teir søgdu: Til eitt “nýtt normalt”.

Hygg nú væl at grafinum, sum vísir deyð pr. mánað. Síggj, at deyðssóttin ikki hækkaði deyðstíttleikan eitt einasta vet, men at ikki fyrr enn hin gandakenda vætan (tú veitst hvat) varð koyrt tríggjar ferðir inn í kroppin á umleið 90% av fólki okkara, tástaðni øktist deyðstíttleikin heilt týðiliga, frá at liggja rættiliga javnt ímillum 20 og 40 um mánaðin heilt síðan oktober 2017, til at røkka upp ímóti 60 um mánaðin. Eg satt at siga luktaði djevulin í øllum hesum frá fyrstu stund av, og nú síggi eg hann: hann, sum er faðir lygnarinnar (sí Jóhannes 8:43-44). V-kongurin, (sum ikki kláraði fixa telduvirus, men nú skuldi fixa mannavirus), segði í 2010 í einum “TED-talk” (sum eg kann senda tær, um tú vilt sjá tað), at hann vildi lækka fólkatalið á jørðini við øktum drápi av óføddum børnum og so eisini við (tú veitst hvat). Tað skuldi ljóða sum ein joke og fólkini flentu. Ja, ein fløt joke. Tí at eg dugi so í øllum førum at lesa, eisini grafar, og síggi, at tað var ikki deyðssóttin, sum drap nakran, men sprrroyturnar tríggjar, sum nú gera tað, sum teir (tann ónda, Luciferiska elitan í ES, WHO, DAVOS (Gates, Charles, Scwab osv.)) alla tíðina ætlaðu: at tynna fólkamassan og gera tey eftirverandi til trælir, klár til at móttaka djórsins merki í enni ella høgru hond. Ná, men meg kunnu teir rokna sum verandi so lukkuliga uttanfyri, mettur ella svangur, klæddur ella nakin, bæði nú, og tá, og altíð. Mítt likam er tempul Halga Andans, ikki ein bílig royndarkanin, ella royndarrotta. Og er tað nakað, sum eg ikki verði gjørdur til, so er tað mannatrælur. So at er tað eitt, sum eg bara eri vorðin enn meira vaksineraður (so segði hann orðið!) ímóti, so er tað ikki bara ES, men eisini BS, tí at, sum orðafellið sigur: Tølini tala.

Ja, er tað nakað, sum eg eri blivin vaksineraður ímóti síðstu tvey árini, so er tað BS.
Sjúrður.

Onnur tíðindi