Dániel 3:25: Aramæiska sigur: Sonur Guðs; IKKI “gudasonur”. Lítil nuansa?

Dahl og Victor vóru tveir blindir wannabe skriftlærdir Guðsspottarar. Kalla Jesus fyri “gudason”, tí at ÓFRELSTIR lærdir kritikarar diktera, at tað soleiðis eigur at týðast. Lítið einglaligt í tí, tað má sigast. At verja Victor, hvørs bíblia lýpur á Jesus, má sigast vera tað tað er: Avgudadýrkandi Guðsspott, og Sataniskt!. Latið Guð vera sannorðaðan, og hvønn mann ein lygnara (Róm. 3:4). Tað íroknar sokallaðar einglamenn sum Victor, tí tað íroknar sjálvasta ápostulin Paulus sum skrivaði hatta har, og tað íroknar meg og teg. Kallið meg hvat tit vilja, men eitt geri eg ikki: Eg loypi ikki á Jesus Christ við at loypa á hans orð. Og eg kenni Guðs orð frá eini sataniskari falsan. At avdúka falsanir er partur av at elska og verja sanna Guðs orð. Tað skilur tú kanska einaferð; men um tú hevur hoyrt sannleikan um hesi ting í ellivu ár, og ert enn óbroyttur og ísakaldur, so verður tað nokk ongantíð. Slíkar gevi eg upp til móruna, til sandin, har einkið er avgjørt, einkið er álítandi. Eg velji klett Guðs orðs uppum skegg . . . any day and every way . . . so go away.

Onnur tíðindi