Bíbliunnar egna Christologi krevur (og lærir), at Jesus varð livandigjørdur av Andanum, (ikki í andanum, ella í anda, ella í Andanum)


Christologiin øll krevur, at Jesus varð livandigjørdur av (ikki í) Andanum.
Andin gat (1), salvaði (2), og lyfti Jesus til himins (4); og tað var tí eisini Andin sum livandigjørdi Jesus (3). At Jesus varð livandigjørdur av Andanum er Bíbilsk læra sum heild, tí at Rómverjabrævið 8:11 lýsir tað heilt greitt. At Jesus varð livandigjørdur “í andanum”, ella “í anda”, er fremmand læra, tað eigur ongan “tvilling” í skriftini, og tað lænir trúvirði til ta falslæru, at Jesus doyði andaliga: tí at tað, sum skal livandigerast, má sjálvandi doyggja fyrst.

Jesus doyði likamliga. Guð doyði ikki, eiheldur Sonur Guðs. Menniskjusonurin doyði, tað er, maðurin Jesus Christus.

Jesus er sannur maður og sannur Guð. Ein partur doyði jú. Hvør partur? Ikki Guð, tí at Guð kann ikki doyggja, eiheldur føðast. So maðurin (I. Tim. 2:5) Jesus Christus doyði. Tað likamið, sum Faðirin hevði fyribúgvið honum sum offur (Heb. 10:5). Menniskjusonurin doyði, ikki Sonur Guðs.

Guð varð ikki gitin, eiheldur føddist Guð. Guð kom!. Tað er Bíbliunnar egna orðalag í I. Tim. 3:16. Falskar bíbliur (NASB/NIV – bygdar á gnostisk handrit úr Alexandriu), læra í Jóhannes 1:18, at Jesus er hin “eingitni Guð”. Nei, hann er hin eingitni Sonurin. Menniskjusonurin føddist, men Guð kom.

Onnur tíðindi