fólkinum, og segði, Hvussu leingi
halta tit ímillum tvær meiningar?
um HARRIN veri Guð, fylgið
honum: men um Ba´-al, tá fylgið
honum. Og fólkið svaraði honum
ikki eitt orð.
(I. Kongabók 18:21 FKJ)
27 ¶ Tá tók Pætur til orða og
segði við hann, Sí, vit eru farnir
frá øllum, og hava fylgt tær; hvat
skulu vit hava harfyri?
28 Og Jesus segði við teir,
Sanniliga sigi eg tykkum, At tit,
sum hava fylgt mær, í endurføðingini,
tá ið Menniskjusonurin
skal sita í hásætinum av síni dýrd,
skulu tit eisini sita uppiá tólv hásætum,
dømandi hinar tólv ættir
Ísraels.
29 Og hvør tann sum er farin
frá húsum, ella brøðrum, ella
systrum, ella faðir, ella móður,
ella konu, ella børnum, ella jørðum,
fyri navns míns skuld, skal
móttaka hundraðfalt aftur, og
skal arva ævigtvarandi lív.
30 Men mangir, sum eru fyrstir,
skulu verða síðstir; og hinir síðstu
skulu verða fyrstir.
(St. Matthæus 19:27-29 FKJ)