Fyri mær er tað meira enn ein lítil feilur, at man hevur sum missión, at normalisera homosex, “from coast to shining coast”.
Tá er man ikki ein “ikki-so-fullkomin” kristin. Tá er man ein falskur kristin.
Skotin ella ei.
Eg felli ikki krokudillutár yvir Kirk, ella konu hansara. Eg havi trega í hjartanum yvir tey túsundavís av kristnum, sum dagliga verða dripin í Nigeria. Og yvir tey følsku kristnu, sum fleirfalda seg í vesturheiminum, leiddir av ófrelstum, globalistiskum politikarum.
Eg fylgi ikki Trump og Kirk til helvitis.
Eg fylgi Christi til himins.
Kom við!