King James Bíblian er ongantíð broytt síðan 1611. Hon hevur einans verið ígjøgnum fýra fínpussingar í stavseting og orðaraðfylgju. Hví skal týðingin hjá Victor støðugt broytast og sjonglerast so til? Hvat er tað fyri tvætl? Hoyri, at hon nú skal lirkast heilt yvir ímóti total-korruptiónini hjá UB$ (United Bible $ociety). So nú byrji eg at skilja, hví Guð hevur kallað meg til at týða King James, tí skjótt verður eingin nøkurlunda Bíblia eftir í hesum landinum.
Einaferð má eitt produkt vera komið á mál. King James Bíblian verður enska Bíblian frá nú av og til Jesus Christus kemur aftur, tí hon er Bíblian. Har er einkið at diskutera.
Merkið tykkum hetta: Føroyska King James kemur ALDRI, so leingi sum eg, Sjúrður Højgaard, livi, undir nakra tunga, pengastýrda, sleiska, post-modernistiska, hvat-vil-fólkið-hava, kaffi-nevnd við onkrum ríkum reiðarum og bankamafiosum sum hava heimabarr í stovuni og fara á horuhús í Danmark stýrandi skútuni; – bókið tað!
Eg komi persónliga at rætta og fínstilla Føroysku King James so leingi sum eg livi; og EINGIN arvar tað, eiheldur fær rættin til at pilka við eitt einasta komma eftir at eg eri farin heim til Harran. Stóli ikki uppá NAKRAN Strongs’ og Vines’ møsnandi stoddara.
Føroyska King James er IKKI TIL $ALG, eiheldur uppi til demokratiska avstemming um hvør dámar hvat og hvør ikki. Annaðhvørt lesur tú bókina hjá Guði, – ja, ella eina av “perVersjónunum”; so einfalt er tað.
Og heldur skal hon prentast í Russlandi á vesipappír, við bleytari permu, alla mína tíð, heldur enn at orðini hjá Guði nakrantíð verða seld fyri fragd, frama, indiskt pappír, kálvaskinnsleður, slim-line dittin og dattin og sleiskt post-modernistiskt, kastrerað, dynamiskt-ekvivalent smør-mál.
Fílið tit so bara av tykkara egnu kantum, men fílið bara ikki alt av! Hetta svørðið verður SO IKKI FÍLAÐ TIL á 724 kaffifundum við ófrelstum halt-teg-til-dópsnáðina platoniskum deyðsiglarum, heima-pimpandi flákrarum, pengamonnum, innsníktum Jesuittum, frímúrarum, snobbutum dirigentum og øðrum tessháttar mannsleikjarum.
Tá ið alt verður farið út í skarn, kemur meiniga fólkið at sláa upp í undarligt-ljóðandi Føroysku King James fyri at vita, hvat Guð í veruleikanum segði, tí har eru ORÐINI sjálv týdd. Nøkur koma at ELSKA hana, og pløga ígjøgnum hana í songini, og sova við henni á bringuni, meðan mooooong koma at HAÆAATA hana. Men soleiðis er tað bara: akkurát sum við Orðinum, tá ið hann gjørdist hold.
Hann kom til sínar egnu, og hans egnu tóku ikki ímóti honum.
( Jóhannes 1:11 FKJ )
Undarligt er tað, men mótstøðan kemur ongantíð frá teimum vantrúgvandi, ella frá einum eyðmjúkum, ærligum søkjandi; men frá teimum betong-religiøsu; tann direkta blóð-linjan av teimum, sum Jesus Christus kallaði fyri avkom av høggormum, og sum stóðu fyri krossfestingini av Frelsaranum.