Brævasamskifti við ein lutherskan sacerdotalist

Præv, sent øllum “prestum” Føroya lands:

Hey hirðar.

Tað er mær eyðsæð, at tit luthersku prestar verða í dag drignir eftir nøsini undir aftur pontiffin í Róm og mær fyrikemur, at tit eru blindir og óvitandi. Eg mæli til, at tú letur henda fyrrverandi catolikkin avdúka fyri tær, at catolisisma er fullkomiliga og grundleggjandi ólík lutherskari læru og ikki minst Bíbilskari læru. Catolisisma er FULL í falslæru, sum EINGIN sannur bíbliutrúgvandi kann góðtaka, ella oka seg saman við.

Forrestin, so eru eingir av tykkum “prestar”. Prestur er ikki eitt nýtestamentligt embæti. Tit eru hirðar. Og eru tit ikki persónliga frelstir, so eru tit einkið annað enn falsbrøður, og títt prestaprógv fer til helvitis við tær.

Í Christi,
Sjúrður.


Svar frá einum ungum, grønum “presti”:

Góði Sjúrður

Takk fyri heilsanina. Katólsk, luthersk ella non-denominational: Kanon (Bíblian) varð viðtikin av kirkjuni í Karthago anno 397 á triðja kirkjufundi og reviderað av Lutheri undir trúbótini. Ongin kirkja, ongin bíblia. Ikki øvugt.

Pax et Bonum!

Vinaliga
Xxxxxx Xxxxxxxxx


Mítt svar aftur:

Hey Xxxxxx.

Man dugdi – við Halga Andans hjálp – at eyðmerkja, hvørjar bøkur vóru givnar av Guði, og sum tí hoyrdu heima í Nýggja Testamenti, men tað merkir ikki, at tað ikki funnust sonn Christin áðrenn tað, sum høvdu avrit av øllum teimum 27 bókunum í N.T. og høvdu vitað og kent, at júst hesar vóru íblástat og givnar av Guði.

Tað hava altíð funnist bólkar uttanfyri etableraðu kirkjuna, sum vóru einfaldir Bíbliu-trúgvandi menn, sum trúðu á gleðiboðskap Christs sum Guðs kraft til frelsu (Róm. 1:16), og sum vórðu hataðir, atsóktir og brendir á báli av skøkju-kirkjuni í Róm, eitt nú William Tyndale. Eisini vórðu beinini hjá John Wycliffe grivin upp 40 ár eftir deyða hans, brend á báli og øskan stroydd í ánna Swift. Fyri hvat? Fyri at hava týtt Bíbliuna til Enskt. Av hvørjum? Católsku “kirkjuni”!. Eg takki ikki kirkjuni fyri at geva okkum Guðs orð, men teimum, sum gingu ímóti henni, og rindaðu sítt lív fyri tað.

Eg varð frelstur av at hoyra gleðiboðskap Christs brædikaðan á evangeliskum møti, har eg tók ímóti Jesusi Christi sum mínum persónliga Frelsara, við frívilliga at játta hann fyri mongum vitnum. Guðs Andi, við Guðs orði, endurføddi meg. Gleðiboðskapurin gat meg, og mong onnur. Barnadópur, ferming og at fara til “altars” sum sokallað “sakramenti” gjørdu tað ikki.

Mínir andligu forfedrar eru ikki ein røð av munkum og prestum, men eitt nú andsfyltir waldensarar og hugonottar, (og fólkið í Írlandi, sum Patrick prædikaði fyri og sum tóku ímóti Jesusi av sonnum og vórðu frelst), hvørs grundarlag var Guðs orð aleina, sum vóru einfaldir trúboðarar, og sum altíð vóru atsóktir av hasum, tey kalla kirkjan, sum drap tey sonnu frelstu og sum eg tí ikki rokni sum kirkju Jesu Christs, men falsku kirkju anti-christs, ja, enntá pávans í Róm, honum, sum dittar sær til at kalla seg “heilagi faðir”, Vikar Sonar Guðs, VICARIUS FILII DEI, sum, tá ið tú plussar latínska talvirðið á stavunum saman, gevur 666.
Prógv: https://fkj.fo/wp-content/uploads/2024/04/Antichrist-avdukadur.pdf

Eg takki ikki kirkjuni fyri Guðs orð, men Guði og sonnu tænarum hans. Kirkjan frelsti meg ikki, men Jesus, við sínum heilaga orði.

Tit sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum sáði, men av óforgongiligum, viðˆ Guðs orði, sum livir og verður um ævir.
(I. Pætur 1:23 FKJ)

Kirkja Jesu Christs er ein einfaldur savnaður av teimum, sum eru frelst. Í okkara føri er tað ein húskirkja, og vit hava ikki brúk fyri nøkrum “presti”; vit bróta bollan sjálvir og blanda eitt glas av Ribena saft, og so lesur onkur (sama ger hvør) I. Corinth 11:23-34.

Tað er ēin Guð, og ēin millumgongumaður ímillum Guð og menn, maðurin Jesus Christus.
(I. Tim. 2:5)
Øll frelst eru prestar (Opb. 1:6), og tað, fólkakirkjan kallar prestar, áttu at verðið kallaðir hirðar, ella pastorar. Prestur er ikki eitt nýtestamentligt embæti, og tit býta ikki frelsu út við nøkrum serligum kirkjuligum handlingum, uttan mun til hvussu leingi man hevur hildið tað. Guðs orð er grundarlagið undir Guðs sonnu kirkju; kirkjan sjálv er ikki grundarlag fyri nøkrumsumhelst. Kirkjan er ein savnaður, ikki ein statslig institutión.

Eg vóni og biði um, at tú mást verða limur í kirkju Jesu Christis, áðrenn tú doyrt. So letur tú teg úr klovnaklæðunum, gerst ein hermaður og trúboðari Jesu Christs – og tosar ongantíð um sakramentir aftur (men prædikar gleðiboðskapin sanna, sum einasta veg til frelsu).

Sjúrður.


Hann svarar:
Hey aftur
Eg haldi, at tú gert kristindómin einfaldari enn hann er. At siga, at “Man dugdi – við Halga Andans hjálp – at eyðmerkja, hvørjar bøkur vóru givnar av Guði” er ikki haldbært teologiskt. Tað er ein pástandur uttan heimild.Í fornkirkjuni varð kristindómurin lagaður eftir umstøðunum, sum fólk nú einaferð livdu undir. Tá kristindómurin seinni tók dik á seg og Rómverjarikið endaði á einum religiøsum vegamóti, varð tað ein politisk avgerð at skipa kristindómin undir tí, sum vit í dag kunnu nevna stovnskirkjan. At hon seinni sindraðist millum Eysturkirkjuna (Katólsk) og Vesturkirkjuna (ortodoks) var úrslit av verðsligum ósemjum eins og religiøsum. Veit væl, at onnur uttanveltaði kristin samfeløg vóru til, men bíblian, sum vit kenna hana í dag (við sum uttan apokryfu skriftunum) er ein semja, sum kirkjufadrarnir komu ásamt um. Tað merkir tó ikki, at teir vórðu samdir um alt. Kanska langt frá. At heilagi andin var við teimum í tilgongdini er ikki nakað nakar veit (próvførsla ógjørlig!), men nakað trúgva.Afturat kann sigast, at frelsan ikki er eitt garanti, sum vit tó ofta gera tað til, men eitt LYFTI frá Kristusi sjálvum, sum vit vænta og vóna (ikki vita!), at hann heldur og fer at halda. Also eitt lyfti, sum enn er “in the making,” til væntaða endurloysnardagin.Viðv. læruni um sakramentini, so er fyribrigdið sum vit kenna tað í Vesturkirkjuni (katolikkar, lutheranarar og reformert), ikki kent í ortodoksu kirkjunum (fleirtal, tí læruspurningar har verða viðgjørdir synodalt við einum patriarki úr hvørjum landi í synoduni). Nær hugtakið “sakramenti” varð til, minnist eg ikki í skrivandi stund, men í 1100-1200 talinum fekk t.d. kvøldmáltíðin ta læruna, hon hevur í dag í katolsku kirkjuni (Thomas Aquinas). Hetta royndi Martin Luther at rudda upp í undir trúbótini, og tá greinaði hann kvøldmáltíðin soleiðis sum hann meinti, at hon upprunaliga skuldi skiljast (at hann so ikki hevði atgongd til vitanina, sum vit hava í dag, er ein annar spurningur). Talan er her um transubstatiónslæruna (Aquinas) vs. konsubstatións (Luther).

Viðv. dópinum – sakramentalur dópur (instrumentalisma=Gud virkar alt óheftur av menniskjaligum vali og gerningum hins doypta) vs. játtanardópur (etiskur dópur=tilvitað menniskjaligt val um dóp) – er Karl Barth ein modernaður gudfrøðingur, sum setur dópin í eitt viðkomandi ljós. Hetta er kanska nakað tekniskt uppstillað, men íblást av Karl Barth og dópsfragmenti hansara (minnist ikki heitið beint nú). Tað áhugaverda er, at tað eru fleiri lærur um dópin og kjakið hevur verið í gongd síðani apostlatíðin. Jesus gav okkum dópsboðini, men Í PRAKSIS var Jesus ikki punktligur ella nágreiniligur (“manualurin” fylgdi ikki við). Kjakið tók seg ikki upp fyrr enn eftir himmalferð hansara.

Alt, vit sum kristin hava at fyrihalda okkum til, er – tá alt kemur til alt – lyfti Jesu til lærusveinarnar og mannaættina um ævigt lív, men um talan er um eitt “universelt frelsulyfti” ella “partikulert frelsulyfti,” er tað kirkjan, sum fyriheldur seg til. Her sipi eg til “Alheimskirkjuna,” sum eg ikki síggi sum ávísa/r denominatión/ir ella fysiskir bygningar, men heldur øll mannaættin, sum lyftið er ætlað til. Og her standa vit enn og hugsa í læruspurningum.

Eri sjálvur varin við at siga, at eg veit, hvør rætta læran er. Hinvegin royni eg í minum virki sum prestur/hirði at byggja brýr, tí har tvey ella fleiri samlast í navni Krists, trúgvi eg, at Kristus veruliga er til staðar, og at frælsislyfti hansara fær tað flog, tað tørvar fyri at koma víða út. Eisini til tey, sum hava aðra religión.

Trúgvi ikki, at skriftin kann standa einsamøll. Tað er skriftin, sum byggir á trúarinnar grund og á kirkjunnar grund. Ikki trúgvin ella kirkjan, ið byggja á skriftina. Tað er bara faktuelt skeivt.

Øll góð ynskir!
Vinaliga
Xxxxxx Xxxxxxx


Eg svari:

At tosa um “kristindóm”, men samstundis gera lítið úr Bíbliuni og Bíbliu-trúgv, er ein mótsøgn, og avdúkar at tað er als ikki Christindóm, ein talar um, men deyða religión. Bara tey, sum eru gitin av Guðs orði, eru Guðs børn, og tey kunnu doypast.

Guðs myndugleiki er ikki kirkjan, men hansara heilaga orð.

Paulus sigur, at hann varð ikki sendur út at doypa, men at boða gleðiboðskapin (I. Cor. 1:17). Gleðiboðskapurin er ikki, at vit ERU ØLL Guðs børn, men at alt er gjørt til reiðar, frelsuverkið er fullgjørt, og vit kunnu koma til Jesus við sonnum, brotnum hjarta, og trúgva á hansara úthelta, dýrabæra blóð, sum keypti okkum.

Hvat varð fyrri, hønan ella eggið? Hønan sjálvandi. Guð skapti hana, og so legði hon. Guð gav sítt orð, og so hevur tað gitið og endurføtt fólk síðani. Tey, sum ikki eru gitin av orðinum, eru ikki Guðs børn, ikki endurfødd, og skilja tí einkið sum Guðs orð talar um. Øll tey, sum eru gitin av Guðs orði, hava Guðs orð sum evsta myndugleika í øllum trúarspurningum í sínum andliga lívi, og tey royna allar lutir í ljósinum av tí.

Men náttúrligi maðurin tekur ikki við lutunum av Anda Guðs, tí at teir eru honum fávitska, eiheldur kann hann kenna teir, tí at teir eru andliga greinaðir.
(I.  Corinth. 2:14 FKJ)

Guðs orð er GUÐS orð, – ikki mannaorð (samager hvat hasin uppblásti heidningurin Sølvará mølmar):
Fyri hesa grund eisini takka vit Guði uttan íhald, av tí at, tá ið tit tóku ímóti Guðs orði sum tit hoyrdu av okkum, tóku tit ikki ímóti tí sum mannaorði, men sum tað er av sonnum, Guðs orð, sum virknaðarsamliga virkar eisini í tykkum sum trúgva.
(I. Thess. 1:13)

… Tað virkar í okkum sum trúgva!
Trúgva hvørjum?
Guðs orði, sjálvandi!

Sjálvandi hevur Guð Halgi Andin leitt sítt fólk til at velja rætt, hvørjar bøkur hoyra heima í NT og hvørjar ikki. At bara hyggja at søguligum staðroyndum og ikki rokna við og síggja Guðs fingur, er fullkomilig vantrúgv. Víðari, so er Guðs orð ikki alt hatta Alexandriska svansið, sum kritiski teksturin stendur á, men tað er Textus Receptus, reformatiónsteksturin sum Erasmus, Stephanus og Beza savnaðu saman úr reinum handritum, av røttu tekst-týpu og úr røttum staði, – og sum reformatørarnir týddu. King James Bíblian varð so eisini fínpussað, við at samanbera tekstin við ta gomlu Latínsku Bíbliuna frá 120-150 e.Chr., og eisini við nógvar gamlar fyrstuhonds týðingar úr Grikskum, so sum ta Gothisku hjá Ulfilas, gomlu Armensku, gomlu Persisku, gomlu Arabisku, gomlu Georgisku, umframt aðrar.

Guð kallaði meg at týða KJV til Føroyskt, og samanbera við Donsku kong Christians Bibelen frá 1740, Íslendsku Guðbrands Biblíuna frá 1584, og Luthers Heilige Schrift frá 1545. Eg kunngeri tær, at eg havi Guðs reina orð, og tað hava hvørki tit sokallaðu luthersku “prestar”, eiheldur babsarnir, tí tær báðar sokallaðu bíbliurnar eru bara tvey ússalig svass úr gnostisku Alexandriu, har teir perverteraðu skriftirnar longu í fyrstu og aðru øld, sum eisini Irenæus (130-202 e.Chr.) skrivar í riti sínum “Ímóti falslærum”:
Hvørsvegna eisini Marcion og eftirfylgjarar hans hava givið seg yvir til at lamløsta skriftirnar, ikki viðurkennandi summar bøkur yvirhøvur; og, skerjandi um Gleðiboðskapin sambært Lukasi og epistlar Paulusar, hevda teir, at hesi aleina eru ekta, sum teir sjálvir hava stytt.

Dahl og Victor hava týtt hesar lamløstaðu, styttu skriftir, har 2886 orð mangla í Grikska, undirliggjandi tekstinum. Tað kunnu tit og babsarnir skeina hvørjum øðrum við. Eg vraki báðar sum falskar.

Sí grein: Seks týðingar av Matthæusi?

Tí eru vit King James Einans (trý góð video)

Sí annars: Samanberingartalvu ímillum Dahl, Victor, KJV, og FKJ

Apokryphisku bøkurnar eru IKKI partur av GT. Bøkurnar í GT eru 39 í tali. Eg trúgvi, at tað er ikki av tilvild, at 3×9 = 27. NT kemur jú út úr GT (NT hevur 27 bøkur), og at Guð hevur lagt hetta soleiðis til rættis, eisini nummeriskt, fyri okkum sonnu Bíbliu-trúgvandi.

Kirkjan er eingin myndugleiki í sær sjálvari. Um hon ikki hevur rætta Guðs orðið og stendur á og boðar rætt Guðs orðs myndugleika og doktrinu, og er sjálv gitin av Guðs orði, so er hon ikki kirkja Jesu Christs, samager hvat navn hon ber, hvørjir grundløgdu hana, og hvussu flottar bygningar hon hevur. Tey, sum hinvegin uppfylla omanfyri nevndu treytir, tey eru kirkja Christs, prest ella ei, bygning ella ei. Guð býr jú ikki í templum, gjørdum við hondum (Áp.Gern. 7:48 FKJ); hann býr í likaminum hjá sonnum frelstum (sí I. Cor. 6:19)

Lat meg siga beint sum er, tað er bara sannleikin, ikki hástórni, ikki reyp, men eg VEIT, at eg havi ævigt lív. Hví? Tí at Guðs orð sigur mær, svart uppá hvítt, at vit, sum trúgva á navn Guðs Sonar, HAVA ævigt lív. Tað er altso IKKI tí at eg eri betri enn nakar annar; nei, tað er av tí at eg var forbí úti á Golgatha og tók ímóti gávuni. Veruliga! Eingin “prestur” í námindu. Bara høvuðspresturin sjálvur, millumgongumaðurin, Jesus Christus. Takk og lov!

Hesi ting havi eg skrivað tykkum ið trúgva á navn Guðs Sonar; at tit mega vita at tit hava ævigt lív, og at tit mega trúgva á navn Guðs Sonar.
(I. Jóhannes 5:13 FKJ)

Og eg gevi teimum ævigt lív; og teir skulu aldri glatast, eiheldur skal nakar slíta teir út úr hond míni.
(Jóhannes 10:28 FKJ)

Jesus segði við hana, Eg eri uppreisnin, og lívið: hann ið trýr á meg, um hann so var deyður, so skal hann liva. Og hvørsumhelst ið livir og trýr á meg, skal aldri doyggja. Trýrt tú hesum?
(Jóh. 11:25-26 FKJ)

Hesum TRÚGVI eg, hetta EIGI eg, og ØLL sonn, endurfødd trúgvandi.
Hvussu við tær?
Um svarið er ja, so gott. Men tíni tvey brøv higartil vísa mær, without a shadow of a doubt, at tú ert ófrelstur. So eg má heldur skriva tær sannleikan; sanni kærleikin drívur meg til tess.

Til tess at VITA, at man hevur ævigt lív, má ein veruliga og av sonnum hava tikið ímóti Jesusi Christi sum sínum persónliga Frelsara, – vera frrrrelstur.

Men so mongum sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt at verða synir Guðs, enntá teimum ið trúgva á navn hansara: Sum vórðu føddir, ikki av blóði, ella av vilja kjøtsins, ella av vilja mans, men av Guði.
(Jóhannes 1:12-13 FKJ)

Tíni orð eru altso, tíverri, ein áminning um, hví eg á sinni gavst fult og heilt at stóla uppá “prestar”, og gjørdist ein SOLA SCRIPTURA maður. Tað hendi í 2008, eftir at hava lisið nakrar góðar bøkur, men eisini av eini sera avdúkandi samtalu við blinda sacerdotalistin og philosoffin Meinhard Svartalíð, har hann viðurkendi, at hann ikki trýr á eitt veruligt helviti, eiheldur á sanna frelsu, men á barnadóp, sakramentir, og kirkjulimaskap osv. Har eru einir 6-7 frrrelstir hirðar innan fólkakirkjuna, og eg kundi sagt tær við hálvopnum eyga, hvørjir teir eru. Tú ert altso heilt víst ikki ēin teirra, vit eru altso IKKI brøður í Harranum, tí at so hevði tú verið gitin av orðinum, og hevði undirgivið teg tað, og ikki hildið, at tað er undirgivið tær. Tú ert garanterað útskrivaður á Kbh Universiteti, og ta gudfrøðideildina kunnu Muhammads jihadistarnir líka so væl futta av beinanveg; tað er eitt stats element, undir heimskirkjuni, ikki partur av Guðs veruliga, æviga ríki. Tað er NULL vert. Tað framleiðir religiøsar, óendurføddar, søgufróðar heidningar, sum eru meiri heimspekingar enn prrrædikumenn. Paulus hevði sæð heilt burtur frá tykkum, savnað sær gøtuprædikumenn og evangelistar; – frelstar sjálvandi, og boðað gleðiboðskapin mannamillum og í heimahúsum, og so doypt tey sum tóku ímóti Jesusi, undir vatn, sjálvandi.

Guðs orð ávarar ímóti heimspeki:
Varið tykkum, at ikki nakar hertaki tykkum ígjøgnum heimspeki og fáfongda villu, eftir mannasiði, eftir barnalærdómum heimsins, og ikki eftir Christi.
(Kol. 2:8)

Mannasiðir er júst tað, sum Phariseararnir styðjaðu seg at, meðan teir gjørdu lítið út Guðs orði. Teir vildu at fólkið skuldi fylgja TEIMUM, fyri hvussu høgir og tignarligir og lærdir teir vóru, alt meðan teir gjørdu Guðs orð uttan virkni.

Og gera Guðs orð av ongari virkni gjøgnum tykkara sið, sum tit hava avhandað: og mangar slíkar lutir gera.
(Markus 7:13 FKJ)

Sonn Christin ikki bara vóna, at tey verða reist upp og fáa ævigt lív: nei, vit VITA, at vit ERU frelst, og at Bíblian ER Guðs orð, og at Guð KANN IKKI lúgva (Titus 1:2). Hetta er at vera ein sannur Christin. Hesa trúgv og sannføring hava vit í andanum frá Guði, og ein óendurføddur kann ikki siga at hann eigur hetta, tí at hann eigur jú ikki Christ sum sín Frelsara av sonnum. Tað hevur EINKIÐ við fedra arv ella nakran annan arv at gera. Tað hevur ALT við at vera endurføddur av sjálvum evangeliinum at gera.

Guð gevi Føroya fólki frelstar hirðar, sum VITA at tað, sum Jesus lovar sínum, er satt og fult lítandi á. Guð gevi Føroya fólki síggjandi hirðar, sum kunnu leiða fólkið fram á mál. Ein slíkur vil eg vera. Má Guð frelsa teg og gera teg til ein slíkan eisini.

Abbi mín, sum doyði í 1973, tá ið eg var 2 ára gamal, droymdi 3 dagar áðrenn hann doyði, at hann gekk ímóti einum ljósum býi. So datt hann niður, orkaði ikki at ganga longur. (Hann hevði brøsk-kreft). Men so kom ēin í hvítum klæðum út úr býnum til hansara og segði: Halt nú út, Sámal góði; tí at nú eru bara tríggir dagar eftir. Hann doyði triðja dagin eftir.

Má Harrin Jesus kalla og frelsa eisini teg.
Amen.

Beintframligani í Christi,
Sjúrður FKJ Højgaard.


Hann svarar:

Hey aftur

Eg haldi, at hetta skrivliga prátið okkara millum er sera áhugavert, men tíverrri tykist mær, at tú hevur gingið ov nógv einsamallur við tínum tankum og ov leingi. Nógv av tí, tú nevnir er mær ikki ókent. Satt at siga eri eg vaksin upp við tí, í brøðrasamkomuni. Haldi at tí framburður minnir nógv um framburðin í t.d. Betesda í Klaksvík.

Allarhelst eru vit samdir um, at “Guds orð” eru orð Jesu. Also hansara egnu orð. Trupuleikin er bara, at Jesus ikki skrivaði nakað sjálvur, men er endurgivin av evangelistunum. Av tí sama ber ikki til at siga, at “bíblian” er “Guds orð.” Tað svarar til at gera bíbliuna til objekt fyri avgudadýrkan, tí Gud (hin tríeindi sjálvandi) sambært fyrsta boði sigur: “tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg!” Tá hevur man ikki skilt søguna um jødanar og gullkálvin!

Av hesum orsøkum ber ikki til at siga, at BÍBLIAN er Guds orð. Tó BER TIL at siga, at bíblian er ein vitnisburður um Gud og grundsøgur kristindómsins.

Guds myndugleiki ER kirkjan, men hvussu vit skilja hugtakið “kirkja,” er avgerandi. Kirkjan er hin kristna forsamlingin – um eg so kann siga – tó tulkingarrætturin kirkjusøguliga sæð hevur ligið hjá prestunum (teimum vígdu tænarunum, sum eru kallaðir til m.a. hesa tænastuna). At prestarnir so ikki altíð hava verið sínum kalli trúgvir ella at teir hava borið seg skeivt at blði so og so, tað vil so vera, men sjálvt prestar eru førir fyri at angra og biðja um syndanna fyrigeving. Vit eru menniskju líka nógv sum vit eru prestar.

Eg haldi, at títt skriftforstáilsi er ov einfalt (líkasum hjá mongum í t.d. brøðrasamkomunum) og grundgevingarhætti tínir kundu verið sakligari. Einum og hvørjum er loyvt at tulka heilagu skriftirnar og fyrihalda seg til tær, men tú tykist mær vera a onkrari rættferðsskrúð, sum ikki fremur tað, Jesus setti í verk. Harumframt brúkar tú heitir tilvildarligt, t.d. “Tey, sum ikki eru gitin av orðinum, eru ikki Guðs børn…” hvat merkir tað og hvør skilir tað? Eingin er førður fyri at taka ímóti einum boðskapi, har alt er innforstaði og arrogant. Eg sigi ikki, at tú ert arrogantur, men tílíkar orðingar raka bara skeivt. Sama við tilvísingunum. Tílíkt ber ikki til at tosa um ella at tosa við.

Nú veit eg ikki, hvat arbeiði tú hevur lagt í at týða føroysku King James og hvussu gott eitt avrik hon er, tí sjálvur havi eg ongantíð sæð hana. Vóni tú hevur umsett úr frummálunum og hevur hollan kunnleika í hebraiskum og griskum.

Vinaliga
Xxxxxx Xxxxxx


Eg svari:

Guðs orð er IKKI bara Jesu orð, altso tað sum hann segði meðan hann var á jørð, men alt NT og GT, allar tær 66 bøkurnar. Sjálvandi skal alt skiljast rætt, við Andans leiðslu.

Tíverri má eg staðfesta, at hvørt punkt, tú skrivar, er púra burturvið og vísir, at tú ert fullkomiliga spiltur á seminariiunum. Eg havi sæð hetta í einum ungum manni sum eg kenni, sum fór á KBH teologiseminarii. Áðrenn hann fór, var hann ein brennandi, vitnandi maður. Afturkomin, var hansara trúgv fullkomiliga oyðiløgd og spilt. Eg veit hví: Tí at jesuitarnir hava innfiltrerað seminariini, frá at vera sann-evangelisk, eru tey í dag rómversk-light. Tit fáa sáað inn í tykkum nokk av modernistiskum ókrúti, eftir ormum so sum Bart Ehrman og James White, sum eru einkið annað enn høvuðsmenn í Satansa “Ja, hevur Guð nú sagt” felagi.

II. Timotheus 3:16
Øll skrift er givin viðˆ íblástri av Guði, og er nyttulig til doktrinu, til írættaseting, til rættleiðing, til undirvísing í rættvísi.

Altso er øll skriftin givin av Guði við íblástri. Øll skriftin. Og Andin lærir ein at skilja hana rætt, við at samanbera skrift við skrift og ikki spyrja eina ta einastu jesuitiska, pávaliga lexikon til ráðs, sum burturforklárar Guðs orð við mannameiningum og “alternativum lesiháttum” og bla bla bla, sum tit verða lærdir á Satansa seminarium.

FKJ er ein týðing av King James Bíbliuni til Føroyskt, við samanbering við Luther, Kong Christian VI, Guðbrands Bíbliuna, sum allar standa á sama og rætta grundarlagi. Eg dugi ikki frummmálini. King James Bíblian er fullkomin, uttan prógvaðan feil í 413 ár, og eg eri førur fyri at týða hana til Føroyskt, (tí eg havi búð í Bretlandi í 5 ár), so at hon er fullkomiliga javnt tilsvarandi. Hetta kallaði Guð meg til at gera. Og mær er líkamikið hvat 30 rómverskt-light sakramentalistiskir menn, sum ditta sær til at kalla seg “prestar”, meina. Seta teir seg YVIR Guðs orði (sum tú gert), so hava teir harvið vrakað seg sjálvar.

King James er týdd til hundraðvís av málum. Eg fari ongantíð at líta á nakra aðra enn hana, og eg eri als ikki einsamallur í Føroyum við teirri sannføring. Í dag finna menn fult av matematiskum undrum í KJV. Vilt tú vita meira um tað, hygg so á kanalina “Truth is Christ” á YouTube.

EINGIN “prestur” er yvir mær, tí at Guð hevur ikki innsett prestar í NT, bara hirðar. Pávan rokni eg sum VIKAR SÁTANS. Tað segði sjálvur Luther, sum tú fjalir teg aftanfyri. Sjálvur undirgevi eg meg menn í andanum, sum eru rætt-boðandi trúboðarar, so sum Peter S. Ruckman, Leonard Ravenhill, David Wilkerson, og Ian Paisley. Teir høvdu ALLIR vit nokk til at brúka SONNU Bíbliuna, King James, og trúðu henni úr permu í permu. Teir flestu av teimum, eg lurti eftir, eru farnir heim til Harran, men í dag finst alt á netinum. Teir fóru ikki á okkurt kavheiðið seminarii at lata spilla seg, og koma aftur sum ein krympað rusina, sum 2 út av 3 “prestum” í Føroyum í dag eru. Eg viðurkenni Victor Danielsen sum ein bróður í Harranum, tí hann var veruliga frrrelstur og boðaði krossins evangelium reint og rætt. Dahl veit eg ikki. Einkið sokallað sakramenti hevur nakrantíð frelst nakran, tí sakramentir finnast ikki. Vit hava tvær FORSKRIFTIR í NT: Dóp teirra frelstu (Markus 16:16), og Harrans kvøldmáltíð (I. Cor. 11) fyri tey sonnu frelstu, har vit MINNAST og fagna Jesu deyða og uppreisn, vit ETA hann ikki. Eingin hevur NAKRANTÍÐ etið seg frelstan. Jesus er breyðið, sum kom niður av himni, vit eta hann, við at taka ímóti honum andliga við hjartanum. Jesus er breyðið, breyðið er ikki Jesus, bert eitt symbol um hann, har vit minnast at vit eiga hann, og hvat hann vann okkum á Golgatha.

Eg ávari tykkum prestadrumbar av og á, og komi uttan iva at gera tað til mín doyggjandi dag, ella til tá ið Jesus rykkir meg burtur hiðani. Ta doktrinuna ivist eg í, at tú trýrt á. Eg veit. Tú ert líka sum Svartalíð, sum ikki kundi taka undir við meir enn 3 av 7 grundleggjandi Bíbilskum doktrinum, tá ið vit brustu saman í 2008 og 2014. Hann er ein kavheiðin klovnur. Heldur enn at hann skuldi sagt eitt orð yvir mínum deyða likami, skuldi eg verði tveittur á sjógv. Hann er líka spiltur sum tú. Eg sigi sum er. Uttan iva koma tit báðir væl útav tí. Eg veit. Tí tit eru catolikkar light. Fyltir við jesuitiskum bakterium í avkristnaðu Danmørk.

Eg sigi aftur: Tú ert ikki prestur. Ikki undir Guði ið hvussu er. Tí Guðs orð sanktionerar ongastaðni nakað slíkt embæti í NT. Hevði tú verið frelstur, so hevði tú kunnað verið hirði. Síggi eg ein frelstan prest, so hugsi eg: Har er ein hirði hjá Guðs fylgi. Tínar helvitisligu játtanir siga mær, at tú ert hvørki bróðir ella hirði. Ert tú “prestur”, so ert tú limur á anti-christs likami. Og tað ert tú, tíverri.

Snævurskygdur? Ja. Sannleikin er rættiliga smalur: Vit halda okkum til Guðs orð, altso NT úr permu í permu. Pætur kallar brøv Paulusar fyri skrift og sigur, at teir, sum reingja tað, gera tað til sína egnu oyðing. II. Pætur 3:15-16 (FKJ):
Og roknið langmóð várs Harra sum frelsu; enntá sum okkara elskaði bróðir, Paulus, eisini eftir tí vísdómi, honum er givin, hevur skrivað tykkum; Sum eisini í øllum sínum epistlum, har hann talar í teimum um hesi ting; í hvørjum eru summi ting ring at verða skilt, hvørji teir, sum eru ólærdir og óstøðugir, brongla, eins og teir gera eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til oyðingar.

FKJ er altso Føroyska King James. Tað er hana eg siteri, sjálvandi. Sup it up, bud.

Prrrestur???
In your dreams!
Ikki eingong rættrúgvandi.
Ikki eingong vaktur.
Ikki hoyrt so skaft!

Hvat eru so “prestar”?
Nicolaiitar!
(Nico = at hertaka; laiti = laity (almúgan)
Altso, harradømistilrænarar!
Sjálvgjørdir, ella mannagjørdir wannabe kongar.
Mær ráða tit so ikki yvir. Tað kann eg siga tykkum. Komi ikki til helvitis aftaná blindum, avgudasomum hirða. Christus er mín kongur, og eingin annar. Og handa vaflan og sjatturin, tú skeinkir fólki, er bara breyð og vín, og gagnar teimum hvørki til ella frá. Tey, sum eru frelst, og fara til Harrans borð, siga bara í sínum hjarta: Takk, Harri, at tú gjørdi tað fyri meg. Tey styrkjast í teirri trúgv tey longu hava, um tey eru sonn trúgvandi. Hava tey kirkjuliga pátrúgv, og halda seg á onkran mystiskan máta eta frelsuna, so eru tey villleidd, forgandað av sokallaðum presti.

II. Corinth 6:14 sigur mær, at eg skal ikki vera ójavnt okaður saman við vantrúgvandi osv., og at eg eigi at skilja meg frá, og Guð skal taka meg til sín. Tað havi eg upplivað. Síðan eg fór út úr hasi følsku fólkakirkjuni, og møtist við øðrum sonnum, líkasinnaðum trúgvandi, so eri eg vorðin nógv sterkari og fastari og sikrari í trúnni, enn eg nakrantíð var. Eg plagdi at hava við Una Næs at gera, men síðan hann lovaði HAMFERÐ at prísa Satan í dómkirkjuni í 2013, tí at tað var ein demokratisk fleirtalsavgerð, og hann var dómpróvstur, so havi eg sæð, at sjálvt hann er bara enn ein breyðprophetur. Fríðriksson rokni eg NULL við, hann er frímúrari og lifrari fyri sammøðraskapi, sum er sjálvasta SODOMU-syndin, tann, sum Jesus segði skuldi eyðkenna tíðina, beint áðrenn Menniskjusonurin kemur aftur. Tann tíðin er her. Fríðriksson lesi eg um í II. Corinth 11:13-15: Tí slíkir eru falskir ápostlar, svikafullir verkamenn, sum umbroyta seg til ápostlar Christs. Og einkið undur í; tí Sátan sjálvur umbroytist til ljóseingil. Tí er tað einkið mikið ting, um hansara tænarar eisini verði umbroyttir sum tænarar rættvísinnar; hvørs endi skal verða eftir teirra verkum.
Altso: Ein tænari og ápostul Sátans, ein falsbróðir, ein svikaprophetur. Um tað eru eldri trúgvandi menn og fyrrverandi “prestar” samdir við mær í. Tað kanst tú heilsa honum frá mær, næstu ferð tit báðir smikrast. Tú og hann og Svartalíð høvdu ikki sloppið at brotið breyð við okkum.

Tit “prestar” hava nokk einkið ímóti hasum “Nýggja Sáttmálanum” hjá hasum wannabe bíbliufelagnum, har Hitler-Bibelen varð týdd úr donskum til føroyskt, nei nei, men ein týðing av King James til Føroyskt av einum ólærdum manni, altso, nei nei!. Her er annars ein framløga um FKJ arbeiðið, um tú hevurt áhuga í at síggja: https://fkj.fo/fkj-framloega-dagfoerd-og-lisin-inn-umaftur/page/0

Sjúrður.


Onnur tíðindi