Bræv, sent stjóra og tíðindadeild í lúgvandi KVF, og so bispi, Bergi, Gunnari, og “føroyska bíbliufelagnum” sokallaða

Yvirskrift í teldubrævi til KVF: Til KynsVillingarstovn Føroya, KVF.
Yvirskrift í teldubrævi til bandittarnar í bíbliufelagnum: Til stjóra og tíðindadeild í lúgvandi KVF, og bandittarnar bisp, Berg, og Gunnar. 

Tykkum líkt, so lúgva tit, at hatta er fyrsta bíblia, sum kemur út í seksti ár; tí at, sum øllum monnum kunnugt, kom øll Føroyska King James Bíblian út í 2017 í 9.600 eintøkum, borin út til helming Føroya; eftir at Nýggja Testamenti várs Harra og Frelsara Jesu Christs kom út í 29.000 eintøkum í 2011, borið út í øll hús í Føroyum, tvey eintøk í hvønn postkassa.

Sannleiks vørr skal verða grundfest um ævir: men ein lúgvandi tunga er bert í eitt bil. (Orðtøkini 12:19 FKJ)

Beintframligani, Sjúrður-FKJ-Højgaard.


Fyrsta svar frá Gunnar K. Go’nattestad:

Góði Sjúrður,
Skal biðja um fyrigeving fyri at eg havi orða meg skeivt v.v. tíðindaskrivinum, tí eg skuldi hava skrivað fyrsta autoriseraða bíbliuútgávan, um tað so ger stóran mun ella ei. So eg skal umbera tað orðingina. Hevði eisini heilt gloymt tína umseting í skundinum.

Um tað er okkum líkt at lúgva og um vit eru bandittar (ikki tað ringasta tú hevur kallað okkum), tað skula onnur sleppa at døma um, men persónliga fari eg fyrst og fremst, at hella meg til mín frelsara og taka við hansara dómi og áminning.

Bestu heilsur og Guds signing…

Gunnar K Nattestad
aðalskrivari


Mítt svar #1:
Gevst bara og lúgv.

Mítt svar #2:
Í 2017 tosaði Finnur Skoda við teg, og tit nevndu Føroysku Bíbliurnar aftur og aftur, men nevndu ikki FKJ tá heldur … TÍ sigi eg, at tað ER tykkum líkt at LÚGVA.

Mítt svar #3:
Fólk, sum fær seg til at geva hatta antisemittiska lortið Nazistasáttmálin út, eru milt sagt bandittar. Tað standi eg við fyri Guðs dómstóli, við góðari samvitsku. Ikki ov nógv sagt.


Næsta svar frá Gunnar Kattemad:

Apopro lúgva, so hava vit aldri givið eina Nazistasáttmála út, so man er í góðum selskapi skilji eg.


Mítt svar #4:
Eg sigi SATT, tá ið eg sigi, at hatta lortið er nazistasáttmáli, tí hatta ER LONGU KENT SUM NAZISTEBIBELEN, ella HITLER BIBELEN í Danmark, og tí at nýggja testamenti er hatta so ikki. Tit fjerna Ísrael, broyta blóð til deyða (sí I. Jóh. 1:7!!), kross til deyða, rættvís til at gera Guðs vilja í Matthæus 9:13, korruptera Faðir vár totalt til ókenniligheit, fjerna Við sárum hans eru vit grøddir í I. Pætur 2:24, fjerna orðið ápostul, broyta orðið synd, og hvat veit eg. Og so geva tit hatta út á sjálvum REFORMATIÓNSÁRINUM!! Luther hevði skammast við tykkum!! Guðs orð ávarar um at fjerna orð, og rætti teksturin sigur, at Guð fjernar teirra navn úr lívsins bók, sum gera tað (sí Opb. 22:18-19). So tit eru í alvorligum trupulleikum við hægsta vald. Vænti ikki at síggja tykkum til brúdleypskvøldmáltíð Lambsins.

Authoriserað? Føroyska King James er authoriserað av Guði. Tað er mær nokk. Ein eingil kom til mín um náttina og gav mær boð at týða King James. Tykkum vil eg ikki okast saman við, tí eg vil bara arbeiða undir og fyri Guð, ikki Margrethu, Hitler, og faðir lygnarinnar, Satan.



Onnur tíðindi