Teldubræv, sent øllum lívfrøðilærarum, bæði á Kambsdali – og hasum ið ganga so ljódligani á glasi


Góðu tit.

Nú er ein lóg komin ígjøgnum í New York, at kvinnur kunnu drepa tað ófødda barnið heilt inntil beint áðrenn føðing.

Hetta kann bara vera komið so langt, tí at fólk rokna menniskjuna ikki fyri meir enn ein klókan apukatt, og halda seg ikki standa til roknskap fyri Skaparanum, tí tey avnokta hann.

Tit, sum læra ungómin darwinismu, koma at hava nógv at svara fyri á dómadegi.

Einkið hampiligt hark fer at sissa Guðs vreiði tá, og dómurin verður bæði heitur og ævigur. Og eingin barnadópur og kirkjuuppmøting hjálpti heldur. Tit mugu verða frelst.

Vinarliga vendið um til Jesus Christ í dag,
Sjúrður Højgaard.



(Lærararnir vóru 12 í tali)

Onnur tíðindi