Horusleikur.
Eitt, og eittans eitt havi eg lært av munki, munkinum Martini Lutheri: At tá ið ein sær gleðiboðskaparins ljós av sonnum úr Guðs orði, ei av breyðprestamunni, tá kann man ikki verða sitandi longur í horukirkjuni, men má sleppa sær út úr kirkjuni følsku, undan and-kristi svarta, sum í Róm man sita, út í oyðimørkina at møta Harranum, og vandra pílagrímsferðina longu heim í Cánaans land, alfremmandur her í verð.
Mær tykir syrgiligt og skomm, at teir FÁU prestar, sum skulu eitast fyri at vera sannir, evangeliskir prestar, í dag eru mangir hvørjir teir, sum eru teir fyrstu og fremstu at tøla fylgið undir aftur antikrist í Róm: og so ditta teir sær at kalla seg eftir honum, sum ikki á nakran hátt kundi vera munkur meira, tá ið umsíðir hann av sonnum frrrelstur varð, við opnari Bíbliu á knæ fyri Guði inni á kamari sær.
Harrin harti teg, tín tilforblindaði lortendaprestakloddi. Teg tali eg ongantíð aftur um sum ein av teimum, ið kunnu kallast sannir, protestantiskir, evangeliskir hirðar innan hatta, tey kalla fólkakirkjuna, sum skjótt má fara í tvey, har eitt tandur fylgir Christi, hitt bispi áfram til helvitis á sodomuleið.
Martin Luther segði:
Pávastólurin er sætið hjá hinum sanna og veruliga anti-christi.
Hesir kendu Guðs-menn søgdu pávastólin vera sætið hjá anti-christi:
Martin Luther, 1483-1546, Lutheranararnir,
Thomas Cranmer, 1489-1556, Anglikanararnir,
John Knox, 1505-1572, Skotsku Presbyterianararnir,
John Calvin, 1509-1564, Presbyterianararnir,
Roger Williams, 1603-1683, Fyrsti Baptista pastorur í Amerika,
John Wesley, 1703-1791, Metodistarnir,
Cotton Mather, 1663-1728, Congregational.
Í dag sleikja teirra eftirkomarar Católsku skøkjunnar reyv. Fý og skamm, yvir Berg Debes og Derhard, – tykkara andligu horubukkar!!! (í 2012 sat Debes og fyri opnari mikrofon smikraði fyri at fara til Skálavíkar á skeið “at læra at anda inn og út”, sum í okkara tíð ikki er nakað annað enn at læra YOGA, sum er HINDUISMA!!!).
Inntil Mazoretiska G.T. og Textus Receptus N.T. varð útgivið, týtt og prentað á øllum málum Evropu undir reforatiónini, hevði verið BØØØØØLAMYRKT í øllum evropa í TÚSUND ár, undir Católsku SKØØØØKJUNI og hennara “vikari Sonar Guðs”. BARA úr skriftini kom ljósið. Munkarnir og nunnurnar høvdu EINKIÐ ljós, ikki meir enn ein hinduistiskur munkur við krossaðum beinum í Himmalaya, tí tey hugdu til “krucifixir”, “altar”, “sacramentir”, “játtanarklevar”, sum alt samalt er Católkar LYGNIR, – finst ikki í skriftini. Católsk læra var og er, at sacramentir frelsa, breyðið og vínið eru Jesus bókstavliga, og at ein verður frelstur av náði OG VERKUM, og lýsir Vatican I og Vatican II forbannilsi yvir hvønn tann, sum sigur, at frelsa er av náði einans, uttan góð verk og sacramentir. GUÐ sigur, at vit eru frelst av náði UTTAN VERK (Ephesus 2:8-10 FKJ), og HANN hevur RÆTT, um so allir prestakragar í heiminum sláa seg saman og samtykkja okkurt annað, so fer tað larrandi sum ein rotin fretur eftir vegnum.
Ja, Harrin harti teg, hann standi tær ímóti, hann gevi tær hjartamassasju, hann gevi tær umvending av nýggjum, hann smyrji tær salvu á tíni starblindu, deyðu eygu, tín tilforblindaði lortendaprestakloddi. Salvu hevði tú fingið, um tú orkaði og tímdi at hyggja eftir hesum her tíggju ferðir, – sum tú ikki fert at orka ella tíma, tí tú ert innvandur í Sátans økumeniska garn, trøllbundin av sama villunnar anda sum bispur Sátans, hasin Fríðriksson fúli.
A WOMAN RIDES THE BEAST:
ANTICHRIST AVDÚKAÐUR:
https://fkj.fo/wp-content/uploads/2019/05/Antichrist-avdúkaður-1.pdf
VATICAN: A SECRET REVEALED:
Tveir fyrrverandi católskir prestar avdúka grellu sannleikarnar um synagogu Sátans: Católsku skøkjuna:
……
Beint framaná, við null respekt og djúpastu andstygd,
Sjúrður-FKJ-Højgaard.
……
Góðan morgun Føroyar – góða nátt Derhard!