Bræv, sent bispi føroya lands, ávarandi hann um hansara sera hættisligu støðu sum bispur fyri Guðs dómi, um hann ikki ávarar land og fólk ímóti Sódomu syndini, men heldur verjir syndina

Góði bispur.
Eg verði noyddur til stutt at ávara hann, sum kallar seg bisp føroya kirkju í hesum Sódomu tíðum.
Ezekiel sigur okkum í triðja kapitli, at um Guðs sendiboðið ikki ávarar syndaran, so vil Guð krevja blóð syndarans av sendiboðsins hond. Eg geri nógv úr at ávara óumvenda syndaran í hesum vandasomu, fráfallstíðum, men at eg skuldi kenna meg noyddan til at ávara sjálvan bisp, tað hevði eg ikki hugsað var møguligt. Tygum vita sjálvur, komandi úr evangeliskt lutherskum røtrum, at hordómur og sodomu-syndir eru millum tær grellastu syndir, ið finnast, og Bíbliubókin lýsir okkum so púra greitt í I. Mósebók 19, Dómarabókini 19, Rómverjabrævinum fyrsta kapitli, I. Corinthbrævinum 6:9, I. Corinthbrævinum kapitul 5 og Opinberingsbókini kapitul 2:18-21, so bert nøkur dømir eru tikin, at hesar syndir sær Guð sera álvarssamligani uppá, og hondhevar tær sera strangligani. Guð oyddi allan heimin á døgum Nóah, eisini býirnar Sómomu og Gomorruh fyri júst, ja júst hesa synd og onga aðra, sum øll í dag vilja trútta niður í okkum at góðtaka. Ikki havi eg hoyrt hægsta mann fólkakirkjunnar siga eitt einasta ávarandi orð um hesa gongd, nei, heldur hevur hann spent fleirtalsvegin og alment átalað ein ávísan mann, sum ótítýðugt hevur ávarað ímóti hesi synd og góðtaking av henni. Eg vildi trúð, at tú sum bispur arbeiddi fulla tíð fyri Guð, ikki fyri landið, danska ríkið, ES og globalistarnar. So eg geri altso ta niðurstøðu, at tú manst vera fráfallin, ella vart tú kanska ongantíð persónliga frelstur. So eg biði fyri tær, ja, biði fyri tær mangan, at skølini mugu detta av eygunum, og at tygum mega fáa eitt satt Damaskus møti við hin krossfesta og upprisna Harra og Frelsara Jesus Christ. Tygum mugu altso ikki styrkja syndaran í hansara synd, klappa honum á bakið, og geva honum ta følsku trúgv, at tað man alt samalt fara at ganga kortini. Nei, sodomitturin arvar ikki kongadømi Guðs, síggja vit í I. Corinthbrævinum 6:9, og Rómverjabrævið kapitul 1, sigur okkum púra greitt í síðsta versinum, har ið Paulus rundar av, at tey, sum halda við slíkum, eru í somu pulju, – og sigur Ápostulin, at tey eru verd til deyða. Vit báðir vita, at Guð meinar við andaligan deyða, og í ævinleikanum fáa tey eitt sera heitt pláss niðri í miðjuni av jørðini, tað, sum Jesus kallaði helviti, og ávarar púra greitt ímóti ígjøgnum Evangeliini, til dømis í Lukas kapitul 16 í frásøgnini um ríka mann og Lázarus. Hetta er ikki eitt líknilsi, men ein frásøgn, um ein mann, sum hevði livað. Eg gangi út frá, at bispur trýr uppá himmalin og helviti. Eg má siga, at tú mást fara at spenna tann rætta vegin, ávara syndaran og gudloysingin um hansara vandastøðu, at hann fer altso í helviti um ævir, um hann doyr í sínum syndum uttan Jesus Christ. Gert tú ikki tað, so hevur tú nógv blóð á tínum hondum, tí alt landið hyggur uppá teg, tí tú stendur har í Jesu navni og skalt eitast fyri at vera ein tænari hansara, – tí hetta er ein syndig tjóð núvorðið. Tá ið bispur so forsvarar hetta syndiga gildið, og teir prestar, sum tosa fyri og arbeiða fyri, at sodomittar skulu í síðsta enda kunna vígast í kirkjuni her á landi, so má eg ávara tygum, at tygara støða er sera hættislig. Tygum eru altso í vanda fyri at fáa líka ringa revsing í helviti, sum nakar hardcore reyvpulari. Tey kalla hatta fyri eina seksuella orientering, men tað er tað ikki, tí Guðs orð sigur okkum í Rómverjabrævinum kapitul 1, at tey fóru frá tí náttúrliga umganginum yvir til tann, sum er ímóti náttúruni. So tað er altso eitt medvitað val, og tey verða hareftir uppgivin av Guði. Hetta er altso TANN ÁLVARSAMLIGASTA SYNDUM, SUM TIL ER. Tað áttu tygum at vitað. Ístaðinfyri at ávara syndigu tjóðina, hava tygum spælt synergi-klovn.
Tygum eru tí í vandastøðu, og mugu venda um. Tygum eru altso bispur í Sódomu, og tygum spæla tað lutverkið á sodomitta vísi.
Vart tú ein Guðs maður, sum Símun Pætur, so hevði tú ávarað tjóðina við greiðum orðum. Tygum mugu heldur venda tygum um, harra bispur, og ávara land og fólk, at tað verður ikki uttan fylgjur, at tey gera Føroyar til eitt løggylt Sódoma og Gomorrah, uttan at tað fær óhugnaligar fylgjur bæði í hesum lívinum, men so sanniliga í ævinleikanum; og tað fær eingin rund vafla og sjattur av 12,5% Matthæus skolað burtur, fyri síðan at fortseta við at fremja og verja slíka andstyggiliga synd. Eg fari altso at halda áfram at biðja fyri tygum, Jógvan Sódomubispur, at skølini mugu detta av, og at Guð má geva tær, hmm, nossir til at koma út úr skápinum og tóna reint flagg og ávara fólkið um, hvat Guðs orð altso sigur um hesa andstyggiliga, ræðuligu synd, og um, hvat Guð hevur gjørt við tey, sum hava givið seg yvir til slíkt fyrr í tíðini.
Má Harrin ríva teg út úr djevulsins snerru og gera teg til ein eyðmjúkan, sannan Guðs tænara, sum tænir Guði fyri Guðs orðs og sannleikans skyld aleina, og at tú mást floyta tvey følsk floyt á tínar 68.000 58.000 um mánaðin. Lønin hjá sonnum Guðs monnum er altso í himni, ikki her á jørð í klinkum.
Álvarsamliga í Jesusi Christi, tí himmalin og helviti eru so púra verulig, Jesus kemur skjótt aftur, og tí at Guð letur seg ikki spotta,
Sjúrður Højgaard.


Onnur tíðindi