Bøn fyri Glyvra missiónshúsi, og øllum ørum samkomum í Føroyum (ð)

Tað er merkisvert, at samstundis sum tey í heiminum verða meira og meira ørkymlað, hvat kyni og hjúnabandi viðvíkur, so er tað, sum Guðs orð kallar einarkonumaður, vorðið kona í Guðs meinigheit. Hetta var ikki soleiðis, tá ið eg var tannáringur.

Hvør andi, ið hevur flutt Guðs meinigheit síðstu tíggju árini, og nú ger seg galdandi, er ikki ringt at síggja: tað er heimsins og djevulsins reyðsokka og sodomu andi.

Vendið tit tí um til Guðs orð.


Bøn fyri Glyvra missiónshúsi

Harri, eg biði fyri Glyvra missiónshúsi, at tú mást geva teimum andligan vísdóm og Guðsótta til grundleggjandi at vilja stjórna tíni meinigheit soleiðis sum títt orð sigur í I. Timotheus 3 og Titus 1, at hirðin/biskupurin/umsjónarmaðurin er einarkonumaður, og haravleiðandi má vera maður (ikki kona), og at menninir mugu mennast andliga og manna seg upp, taka sítt pláss og gerast elstar (ikki “stýrislimir”). Harri, tú gavst okkum hirðar, sum eisini Ephesus 4:11 sigur; má títt fólk tí loksins fara at skilja, at meinigheitin er tín, og tín grundlóg er títt orð einans (FKJ), og at “formann”, “forkvinnu” og “stýri” hava ítróttarfeløg og talvfeløg, ikki tín meinigheit. Tín meinigheit hevur ein hirða og elstar, sum allir eru menn, tí títt orð talar um teir sum einarkonumenn, og sigur eisini, hvussu teirra konur skulu vera; ja, ápostulin Paulus, sum tú valdi at skriva tveir triðingar av tínum Nýggja Testamenti, sigur enntá í I. Timotheus 2:1114 og I. Corinth 14:3438 FKJ, at hann gevur ikki kvinnu loyvi at frálæra, men at vera í kvirri osv. Mugu menninir í tíni meinigheit hava vilja í hjartanum til at akta tínar forskriftir, taka sítt pláss, og ikki eftirlíkna heiminum og heimsins anda, men bara akta títt orð; serliga teir, sum prædika tað. Harri, mær noktaðu tey at prædika, tí at konan rýmdi, og eg kann altso ikki lurta eftir monnum, sum grundleggjandi ikki vilja akta tínar mest greiðu forskriftir. Harri, veit teimum, at teir mugu gevast at hava eitt vont hjarta so sum Áhab og Barak, sum lótu stýringina, sum tú hevur litið monnunum upp í hendur, yvir til tað veikara kerið, sum tú als ikki loyvir í tínum orði, ikki eingong heilt frá byrjanini av, sum vit síggja í I. Mósebók 3:16. Men, Harri, eg biði um, at teir mugu fáa Guðsótta í hjartað, og biva fyri tínum orði. Harri, fyrigev teimum, at tey hava hildið seg kunnað stýrt tíni meinigheit eftir heimins endatíðar tíðaranda røddum, og ikki eftir tínum klára orði. Mugu teir og tey øll geva seg undir teg, og teg eina, og sýna tað við at akta títt orð. Harri, tú minnist seint í 1980’unum, tá ið eg og Álvur tosaðu við Jacob (og Sørin) um hví tað bara vóru menn, sum vóru hirðar (tey kalla teir so verðsliga fyri “formenn”), og hví tað bara vóru menn, sum vóru elstar (tey kalla teir so verðsliga fyri “stýrislimir”), og teir søgdu, at tað var tí, at tað stóð klárt skrivað í hirðabrøvunum (Timotheus og Titus), at soleiðis skuldi tað vera. Harri, fyrigev teimum, at tey spotta ta Bók, tú so klárt baðst meg týða; og at tey spotta meg, tað av hjarta fyrigevi eg teimum. Gev teimum øllum av tínum Anda til tess at akta títt heilaga orð, og trúliga møti upp til bíbliutímar at læra títt orð væl og rætt. Harri, gev teimum vísdóm at skipa meinigheitina, velja mannligan Bíbliukønan hirða/pastor og innseta mannligar gudiligar elstar. Harri, eg havi hesa neyð fyri teimum, tí tá ið tey kunnu stýra uttan at óttast teg og títt orð í dag, og tá ið tey enntá brúka hatta tey kalla Nýggi Sáttmálin, hvar kunnu tey so verða gliðin til um nøkur ár, undir hálum og sleiskum bispi og prestum? Harri, eg tori ikki at hugsa um, hvar tey kunnu enda, og hvørja villu tey kunnu verða villleidd út í, í hesum andstyggiligu sodomittasignara tíðum. Harri í himni, varðveit títt fólk, enntá framat komu kongadømis tíns. Harri, fyrigev teimum, at tey fara allarhelst ikki at móttaka hetta, men bara halda fram at flenna og spotta, tí, sum tað var á døgum Ezekiels og eisini á døgum Stephans, so er hetta eitt fólk við hørðum svíra, sum altíð stendur ímóti Halga Andanum, og bert vil hoyra tað, sum kjøtið tolir. Faðir, hoyr mína bøn, í várs Harra Jesu navni. A´-men.

Eyðmúkiliga, og í ótta fyri tínum orði einans, so sum við Esaiah 66:5 tú á sinni meg lærdi,
Sjúrður-FKJ-Højgaard.

(Koyrt í postkassan hjá øllum spottiligum í “stýrinum” 22. November 2018.)


Onnur tíðindi