Og at tit mega seta mun
ímillum heilagt og vanheilagt,
og ímillum óreint og reint;
(Leviticus 10:10 FKJ)
D.A. Waite avdúkar her tykkara gnostisku lort:
.. og hesum tímdi tú ikki at lurta eftir. Eg veit.
Men at kritisera meg, tað tíma tit.
Ja, et tú so bara tín gnostiska lort.
Eg eti bara reint manna, og nerti einkið forbannað.
Tú ert eingin myndugleiki.
Tín økumeniski pastorur er eingin myndugleiki.
Tín bispadrumbur er eingin myndugleiki.
Bara Guðs Bíblia er myndugleiki; GUÐS myndugleiki.
Og bara eg havi hana.
Lær teg og feysa fakta, ella skríð tær víðari. Ikki tíð til tín.
Eg havi ikki givið sjey og hálvt ár av mínum lívi, tí at hetta var ein margháttlig málslig avbjóðing. Nei, sum tú sært, so býr munandi meira í hesum. Fyri tí um tú ikki dugir at síggja nakaðsumhelst, og velur heldur at trúgva lygnini hjá faðir lygnarinnar, tá ið tú fært sannleikan bjóðaðan, tað verður tín trupulleiki; tað kann eg ikki taka mær av. Guðs orð sigur mær, at í síðstu tíð skuldu koma spottarar, og at tey fóru ikki at móttaka kærleikan til sannleikan, at tey máttu verðið frelst. (Sí II. Thess. 2 & II. Pætur 3).