At biðja …. (Bidjan á gomlum norrønum)
Eg biði …. (einkið j. Heldur ikki á íslendskum)
Bið tú …. (einkið j. Heldur ikki á íslendskum)
Eg havi biðið …. (einkið j í núlidnari tátíð)
Biðjið tit …. (j’ið fylgir við frá stovninum.)
Boðsháttur fleirtal ávirkast sjálvandi IKKI av núlidnari tíð, ella av 1. persóni nútíð, ella av boðshátti eintal!!! Samanbering við onnur líknandi sagnorð prógvar hetta púra klárt!!!)
Dømi 1:
At glymja …. (Glymjan á gomlum norrønum)
Eg glymji
Glym tú
Eg havi glumið …. (einkið j í núlidnari tíð)
Glymjið tit …. (j’ið fylgir við frá stovninum)
Dømi 2:
At berja …. (berjan á gomlum norrønum)
Eg berji
Berj tú
Eg havi bart …. (einkið j í núlidnari tíð)
Berjið tit …. (j’ið fylgir við frá stovninum)
Dømi 3:
At spyrja …. (spyrjan á gomlum norrønum)
Eg spyrji
Spyr tú
Eg havi spurt …. (einkið j í núlidnari tíð)
Spyrjið tit …. (j’ið fylgir við frá stovninum)
Dømi 4:
At svørja …. (sverjan á gomlum norrønum)
Eg svørji
Svør tú, (ella svørj tú)
Eg havi svorið …. (einkið j í núlidnari tíð)
Svørjið tit …. (j’ið fylgir við frá stovninum)
Altso:
svørjið tit
spyrjið tit
berjið tit
glymjið tit
biðjið tit
… so tað, at j’ið eisini skal fylgja við í boðshátti fleirtal í biðjið tit, er heilt innlýsandi!
Onnur dømir :
grenjið tit
lemjið tit
skrenjið tit
skerjið tit
kyrjið tit
P.S. Vita, um tú ikki finnur eini trý afturat. Og jú, ØLL hava eitt J í boðshátti, fleirtal.
Játtið tykkara feilir hvør fyri øðrum, og biðjið hvør fyri øðrum, at tit mega verða grøddir. Hin virknaðarsama, inniliga bønin av rættvísum manni megnar mikið.
( Jákob. 5:16 FKJ )