Bingjan er komin.
Nú hóttir TAKS við mvg rokning.
Í 2012 fekk eg 29000 Nýggja Testamentir frítt ígjøgnum, sum rímiligt er; ein GÁVA frá trúgvandi í USA, givin ÓKEYPIS víðari her. Nú tvætla tey um, at lógin er broytt. Tað vil eg hava SKRIVLIGT PRÓGV fyri, fyri at trúgva, tí tað havi eg EINKIÐ HOYRT UM ELLA SÆÐ TIL!. Haldi tey arbeiða bara sum best ber til; sum vindurin fýkur í EIKina: sum lagið í dag nú einaferð er.
Hvussu og hvør skal áseta virðið á eini gávu?
Hvat um nú gevarin sigur: 7 oyru heftið; 35 oyru bindið?
Biðjið við mær til Guðs um, at teirra ljótu, órættvísu, órímiligu, pengagrísku ímyndanir ikki mugu vinna ígjøgnum, og at Guð má geva mær vísdóm og munn at teppa teirra hyklarisku vindriknu lygnir niður aftur til helvitis, haðan tær skriðu sær upp.
Guð gevi teimum menn við hjarta sum Kjartan aftur, og send hasar Guðleysu teysirnar heim … without a dime!