Bíbilski vatndópurin mótsatt kirkjunnar falska dóp



Hvussu ber tað til, at tey barna-“doyptu” ikki kunnu rista prestin av sær, uttan mun til, hvussu eyðsæð falskur hann er?

Jú, tí at teirra “dópur” er einkið annað enn ein innliman í hansara følsku kirkju (har EINGIN er vorðin frelstur nakrantíð). Hjá teimum at avnokta prestin og hansara kirkju, er at klippa í sín nalvastrong.

Hjá okkum, sum eru doypt til Jesus Christ, og ikki til nakra kirkju, er nalvastrongurin himinskur, andligur, og kann ikki klippast í; (ikki uttan vit sjálvi avnokta hann).

Barnadoypt eru í besta føri signað, og í ringasta føri forbannað. Forbannað, tí tey standa í eini falskari vón um, at okkurt mannagjørt “sakramenti” skuldi kunnað frelst tey, og eru tí harvið útilokað frá sannari frelsu, ella tað verður í øllum førum torførari. Doypt eru tey so ikki.

Vit, hinvegin, hava litið eina og Christ, og eru tí frelst, og eru lýðin at grava okkum við Christi við Bíbilskum dópi, til at rísa upp til nýggjleika lívs. Vit fylgja skriftini, fræta á urgamlar kirkjufundir í Carthago, ella í Róm. Guðs myndugleiki er skriftin aleina. Har stendur Guð, og har standa vit. Hon (skriftin) sigur ikki eitt orð um barnadóp, ikki á linjuni; tó mangur heldur seg kunna síggja tað sum ikki stendur.

Stendur tú við skriftini, ella í traditiónini?

Onnur tíðindi