Beintframligt teldubræv, sent løgmanni (og tingfólki øllum), um andstyggiligu sodomulifrandi nýggjársrøðu hans, sum hevur ongan kjans at tøla okkum síggjandi


Góði løgmaður.

Harra løgmaður, tín nýggjársrøða stinkaði av sodomulorti, blandað við svávulroyki.

Eg óttist tann dóm, sum tú, danadrotning, og aðrir hirðar í dag, sum eru keyptir maskottar hjá Guðleysa systeminum, koma at fáa av Almáttuga Guði á dómadegi.

Tú nevnir ting, sum syndra fólkið, millum annað LGBT, og sigur, at vit nú ikki mugu marginalisera okkum, men vera semjusøkjandi, ganga uppá kompromis osv. Vit King James Bíbliu trúgvandi í Føroyum koma ikki at verða lumpað av tær og danadrotning út í sodomusignan og viðhald av teirri til-helvitis-forbannandi synd (les Rómverjabrævið 1 og I. Corinth 6:9 FKJ). Guðs orð sigur okkum sonnu trúgvandi, at vit skulu ikki vera ójavnligani okaðir saman við vantrúgvandi, og at ljós og myrkur einkið samfelag hava, og at CHristus og Belial ongan samklang hava. Vit eru og verða áframhaldandi ein marginaliseraður bólkur, og ætla at gera okkara ýtasta fyri framhaldandi at vera júst tað – tí vit koma ikki við tær út í signan og lifran og smílan og viðhald av synd, sum Guð dømdi Sodomu og Gomorruh fyri, og sum Jesus bendir á fór at eyðkenna síðstu dagar, beint áðrenn afturkomu hansara. Tað, tit í dag kalla samkyndni, æt upprunaliga SODOMI, og tað er og verður andstygd í Guðs eygum.

Eg helt, at tú vart uppvaksin í einum CHristnum heimi, harra løgmaður, og at tú burdi vitað betur, og ikki fórt at spenna somu línu sum tín undanfarni keypti maskottur, Kaj Leo Johannesen, sum, tá ið løgmansrúsurin var runnin av honum, fór at tala ímóti sodomusignan, hóast vit øll minnast, at hann (og táverandi borgarstjóri í Havn, Heðin Mortensen) talaðu fyri teimum (ikki ímóti teimum), tá ið tey gjørdu innrás í Føroyum í 2012. Í nýggjársrøðu tíni arbeiddi tú fyri Satan, harra løgmaður, og spenti Føroya fólk út í góðtaking av SODOMII, sum er ræðuligt Guðloysi og andstyggilig synd. Lat ikki røddir endatíðarinnar tøla teg til at halda, at Guð er broyttur, nei hann broytist ikki (Les Malachi 3:6 FKJ). Vendið tygum so dyggiliga um, harra løgmaður, farið og lesið tygara Føroysku King James Bíbliu, verð frelstur og kom við til himins, tí hasar globalistisku røddirnar, vit hoyra í dag, um “samkyndni”, “tvørkyndni”, “hinkyndni” og bla, bla, bla, eru devulsins lygnir, fyri at siga tað akkurát sum tað er.

Guðs orð sigur, at tá ið Guð dømdi Sodomu og Gomorruh, so setti hann teir býirnar fram sum eitt fyridømi fyri teimum, sum í eftirtíðini fóru at liva í sama ræðuliga ólevnaði. Tú og løgtingsfólkini annars eru tí ikki uttan ávaring á dómadegi: sum eisini hin Almenni Epistil Judasar sigur, í vers 6: Enntá sum Sodoma og Gomorrha, og staðirnir íkring teir á líkan hátt, gevandi seg sjálvar yvir til siðloysis, og farandi eftir fremmandum kjøti, eru settir fram til eitt fyridømi, líðandi revsidómin av ævigum eldi.

Heilsan frá einum, sum tit ikki fáa tølað, lumpað, ella lokkað, við tykkara globalistisku tíðarandaríðandi høggormalygnum, tí eg eri nevniligani undirgivin Almáttuga Guði og hans æviga orði einans, ikki danadrotning og løgmanni, tá tey bæði blind og dittin spenna andstatt Guði:
Sjúrður hin treiski Højgaard.

P.S. Eg gjørdi tær, øllum tingfólkinum, og øllum Føroya fólki, hetta video:
https://www.youtube.com/watch?v=Zav3ncx6R48

Onnur tíðindi