Ávaringin frá Yuri Bezmenov er hægst viðkomandi í dag


í 1984 ávaraði Yuri Bezmenov, fyrrverandi KGB agentur og njósnari, um hvussu kommunistarnir ætla stigvíst at spilla vesturheimin innanífrá. Tað er eitt slag av undirgravandi kríggi. Russiska bjørnin fell í 1990, men hon reisir seg aftur, kommunisman er ikki deyð, tí hennara dóttir, sosialisman, situr í dag á háborgini í Brússel og í Davos, umframt Moskva og Peking.


Tey fýra stigini í ætlanini um ideologiska hvølving eru:

1) SIÐASPILLING — upplæra eitt heilt ættarlið í marxistiskari hugsjón, tað tekur 15-20 ár (sodomi, upploysn av familjuni, víging av “samkyndum”, “sammøður” osv.)
2) ÓSTØÐUGGERING — peningaliga, í uttanlandaviðurskiftum, og í verjuskipanum
3) KREPPA — ógvislig broyting av stýrisskipan, samfelagsbygnaði, og búskapi
4) NORMALISERING — ein tíð við javnvági (inntil næsta ringrás røkkur sínum kreppupunkti, og tað heila smokkar enn meira saman).

– So ert tú ávaraður, – títt devulrenda, steinbýtta asin, sum velur reyða Javnaðarflokkin, siðaspilta Framsóknarflokkin og korrupta Guðleysa Tjóvaveldisflokkin.

– Og minst so til, at tú VARÐST ávaraður, … so at tú ert uttan umbering, tá ið teir innføra ognarskatt, taka hugsanar-, trúar- og úttryksfrælsi burtur, fjerna børn frá vælvirkandi familjum og geva tey til sodomitar til í veruleikanum at misbrúka ímillum sín, og flyta fólk við “politiskt ókorrektum” meiningum til GULAG fangalegur. Tá kanst tú takka Mikkelsen, Didriksen, Samuelsen, Hoydal, Ejdesgaard, V. Johannesen, Mølmará, Uppi í Skoruni, og øllum hinum marxistisku, innsníktu, smílandi, smigrandi agentum Satans, bæði á miðnámsskúlum, á Fróðskaparsetrinum og á KynsVillingarstovni Føroya. Eitrið býr í ideologiini, tí marxisman og kommunisman eru tvey botn Satanisk systkin, fullkomiliga anti-christilig; tannpastasmíl ella ei, og um teir skoyta eitt “Guð signi Føroyar” uppí endan ella ei, so arbeiða teir allir so dundrandi fyri Djevulin. Og tí dámar hesum syndiga fólkinum teir væl.


Í 1984 flentu fólk at ávaringunum hjá Yuri, men í dag eru samrøðurnar við hann hægst viðkomandi, tí nú síggja vit alt ganga út, sum hann tosaði um; ikki minst við brúki av Coronuni hjá kommunistunum, nú bæði í Peking til Washington. So ja, hatta var ikki eiti á kvetti, sum hendi 6. januar 2021.

Onnur tíðindi