Falslæran, At fráfall ikki er til (2)


Eg vil vísa á onkur vers, sum fyri mær siga heilt klárt, at tað ber til at falla frá, og tá verða noyddur til at venda um aftur til ta røttu støðuna, sum man fell frá.

Hjá Jácobi 5:19-20 stendur:

19 Brøður, um nakar av tykkum
fari skeivur frá sannleikanum, og
ein umvendir hann;
20 Lat hann vita, at hann sum
umvendir syndaran frá villfaringini
av vegi hansara skal frelsa eina
sál frá deyða, og skal fjala eina
fjøld av syndum.

 

Vit síggja 5 ting her:

  1. Ein bróður kann fara skeivur frá sannleikanum
    (”Brøður, um nakar av tykkum..”, (altso er tað her talan um ein bróður sum villist)
  2. Vilsta bróðurinum tørvar at venda um frá sínum villa vegi
    (”…ein umvendir hann..”), (”…umvendir syndaran frá villfaringini av vegi hansara..”)
  3. Skriftin kallar hann her fyri ein syndara
    (sum skriftin annars ongantíð ger um tey heilagu)
  4. Sál hansara tørvar í núverandi støðu at verða frelst frá deyða
    (”frelsa eina sál frá deyða”)
  5. Í hansara vilstu og óumvendu støðu eru syndir hansara sæddar
    (tí tað stendur:” og skal fjala eina fjøld av syndum”)

 

So her hevur tú tað. Ein bróður kann fara skeivur frá sannleikanum, og tørva umvending, hann verður av skriftini kallaður ein syndari, og um ein annar bróður fær hann at venda við aftur, bjargar hann eini sál frá deyða, og fjalir fjøld av syndum.

Men teir, sum læra ranglæruna “einaferð frelstur – altíð frelstur” skulu nokk fáa snakkað seg burturfrá hesum eisini, sum teir gera so mangt annað. Tað hevði eg so ikki torað, tí Pætur sigur jú um brøvini hjá Paulusi (sjálvt um hetta stendur hjá Jácobi):

 

.. hvørjar teir sum eru ólærdir og óstøðugir
brongla, sum teir gera eisini
hinar skriftirnar, teim sjálvum til
oyðileggingar.
( II. Pæt. 3:16 )

 

Eitt annað rættiliga klárt stykki er at síggja í I. Cor. 10:1-12:
Latum okkum serliga hyggja at v. 5-12:

5 Men við mangar av teim var
Guð ikki væl nøgdur: tí teir vórðu
veltir um koll í oyðimørkini.
6 Nú, hesir lutir vórðu fyridømir
okkara, til tess endamáls vit
skuldu ikki girnast eftir illum
lutum, sum teir eisini girnaðust.
7 Eiheldur veri tit avgudadýrkarar,
sum vóru summir av teimum;
sum tað stendur skrivað, Fólkið
settist niður at eta og drekka, og
reistist upp at spæla.
8 Eiheldur latum okkum fremja
hordóm, eins og summir av teimum
framdu, og fullu á einum degi
trý og tjúgu túsundir.
9 Eiheldur latum okkum freista
Christ, sum summir av teimum
eisini freistaðu, og vórðu oyddir
av høggormum.
10 Eiheldur knarri tit, sum summir
av teimum eisini knarraðu, og
vórðu oyddir av oyðaranum.
11 Nú, allir hesir lutir hendu
teimum til fyridømir: og teir eru
skrivaðir fyri okkara formaning,
uppá hvørjar endar veraldarinnar
eru komnir.
12 Hvørsvegna lat hann sum
heldur hann stendur geva gætur
at ikki hann falli.

 

Apostulin Paulus sigur klárt, at oyðimarkargongdin hjá Ísraels fólki varð skrivað okkum sum fyridømir, (”Nú, allir hesir lutir hendu teimum til fyridømir:”, sigur hann). Tí er tað klárt, at tað, sum hendi teimum, kann eisini henda okkum. Hann nevnir nakrar syndir, sum tey gjørdu í oyðimørkini, og vit minnast hvussu Guð týndi tey út úr Guðs fólki.

Víðari sigur hann: ” og teir eru skrivaðir fyri okkara formaning,”.  Vit síggja púra klárt, at hendingarnar í Gamla Testamenti kunnu henda okkum í Nýggja Testamenti, tí annars var jú eingin grund fyri nakrari ávaring og formaning. Og so endar hann við hesi áminning: ” Hvørsvegna lat hann sum heldur hann stendur geva gætur at ikki hann falli”. Fyri mær er eingin ivi um, hvat Paulus tosar um; hann biður okkum vera varin fyri ikki at fara út í eitt lív í synd aftur, og hetta skrivar hann til frelstar heidningar, júst sum okkum.

Eg dugi ikki at síggja, hví Guð skuldi havt ein gleðiboðskap til Jødarnar og ein annan til heidningarnar. Summir petta Nýggja Testamentið sundur, og siga at eitt nú Matthæus 25 ikki kann takast sum tað stendur av okkum heidninga-christnu, tí Jesus tosar har við Jødar, og so at Hebræarabrævið ikki kann takast sum tað talar, tí tað varð skrivað til Jødar. Hetta er vitleysa, og ger christindómin til óuppnáiliga atom-vísind. Hetta er fullkomiliga burturvið!.

Paulus sigur í Col. 3:10-11, samanumtikið um øll sum eru endurfødd í Christi:

Og hava latist í hin nýggja mann,
sum verður endurnýggjaður í kunnleika
eftir mynd hansara sum skapaði hann:
Hvar tað er hvørki Grikki ella Jødi,
umskering ella óumskering,
Barbari, Scy´-th-i, trælur ella frælsur:
men Christus er alt, og í øllum”.

Altso er eingin munur á Jøda og heidningi í Christi.

 

Í Ephesus 2:14 sigur Paulus, at Christus við blóði og deyða sínum sameinaði báðar partar, t.e. Jødar og heidingar, til eitt og breyt niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað. Jesus gjørdi ikki eitt fyri Jødarnar og eitt annað fyri heidningarnar.

Dispensatións-lærararnir siga, at um Jødin fell frá christindóminum, so fell hann aftur í jødadómin og tí kann hann falla frá og ikki vit. Men Galatarin 5:4 sigur okkum klárt, at ein heidningur kann falla úr náðini, so at Christus einkið gagnar honum. Tá ið tað nú letur seg gera at falla úr náðini, so er tað púra greitt, at tað letur seg gera at standa í náðini, t.e. vera ein christin, og so falla úr náðini aftur, t.e. ikki longur at vera ein christin. Hetta er bert vanligur logikkur, sum eitthvørt smábarn kann skilja.

Niðurstøðan er greið:
Bæði jødin og heidningurin kunnu falla frá bæði Christi og úr náðini, tí tað er eitt og tað sama.

 

Av hesi grund taki eg orðini í Hebræaranum 6:4-6 í fyllsta álvara.

4 Tí tað er ómøguligt hjá teim
sum vórðu einaferð upplýstir, og
hava smakkað av hini himinsku
gávu, og vórðu gjørdir luttakarar
í Heilaga Andanum,
5 Og hava smakkað hitt góða
orð Guðs, og krefturnar av hini
komandi verøld,
6 Um teir skulu falla frá, at endurnýggja
teir aftur til umvendingar;
við tað at teir krossfesta fyri
sær sjálvum Son Guðs av nýggjum,
og seta hann til opna skomm.

 

Vit fáa her uppgivið 5 stig, sum eru trinvís í vøkstrinum hjá einum trúgvandi,

  1. At verða upplýstur
    Tað er at Heilagi Andin hevur víst tær hvør Jesus Christus er, og hvat hann hevur gjørt fyri teg á Golgata.
  2. At hava smakkað hina himinsku gávuna
    Tað er at vera frelstur og hava fingið Heilaga Andan sum pant.
  3. At vera luttikin í Heilaga Andanum
    Sum eitt trin longur fram, má hetta merkja at ein er vorðin doyptur við Heilaga Andanum og er komin inn í tað djúpara lívið sum fylgir tí.
  4. At hava smakkað Guðs góða orð
    Tað er av Andanum at vera vorðin upplærdur í dýpdunum av Guðs orði.
  5. At hava smakkað krefturnar av hini komandi verøld
    Tað er at hava roynt í sínum anda og sínum likami Guðs kraft til eitt nú grøðing, Heilaga Andans dóp, ella at hava verðið brúktur av Guði í handaálegging til Heilaga Andans dóp, ( ..ella grøðing).
  6. og so stendur altso: … og so hava fallið frá … !!!

 

Skriftin sigur altso, at tað ber til at hava roynt ALT, sum er til at royna í Guði her á jørð, og hava smakkað alt sum Guð hevur at geva Guðs-barninum, men síðan at falla frá.

 

Tað er sera álvarsamt, og als ikki at verða tikið lættliga.

Eg plagi at siga, at sum livandi frelstur eigi eg beint nú eina æviga frelsu (so framt sum eg nú eri í Christi), men hon er altso ikki garanterað restina av lívinum, ótreytað av hvussu eg livi og hvussu eg gangi og um eg fylgi Jesusi Christi restina av lívinum, ella totalt vendi honum bakið.

Eg verði noyddur til at ganga vegin á enda fyri at koma á mál, (smb. teir báðar vegirnar, Matth. 7:13-14).
Eg verði noyddur til at halda út til endans fyri at verða endaliga frelstur í himli (Matth. 24:13). Eg eigi eina æviga frelsu sum frelstur, og havi Andan sum pant um æviga arvin (Ephes. 1:14), men eg verði bara endaliga frelstur í himli, um eg her á jørð haldi út, og varðveiti hvítu klæðini.
Eisini mugu vit ganga í ljósinum, fyri at Jesu blóð áframhaldandiskal reinsa okkum (I Jóh. 1:7).

At varðveita okkum vil ikki stranda á Guði, tí til tess er hann bæði viljugur og mentur; men, sum vit longu hava sæð, so mugu vit vara okkum fyri syndini fyri ikki at falla frá, og so verða týnd, um vit ikki venda um aftur til Guðs, gjøgnum Jesus.

Jú, sum vit læra í søguni um burturfarna sonin, so tók faðirin ímóti honum rennandi og við opnum favni. Sum tað stendur í II. Pæt. 3:9: … ei viljugur at nakar skuldi glatast, men at allir skuldu komið til umvendingar. Men tann, sum viljandi vendir sær burtur frá Guði, og sigur nei til sín Frelsara Jesus Christ, og fer út aftur í heimin, hann er ikki frelstur, men longu deyður, og æviga deyður, t.e. æviga glataður, um Guð ikki gevur honum náði til umvendingar av nýggjum.

Sjálvur trúgvi eg, at feiltrin eru rættiliga nærliggjandi við læruni “einaferð frelstur, altíð frelstur”, og tann læran ger allar ávaringarnar í skriftini púra meiningsleysar, ikki minst í Nýggja Testamentinum. Eg trúgvi ikki, at Guð skrivar nakað í sínum orði uttan meining, men at alt eigur at verða tikið so sum tað talar.

Um nakar maður tali, lat hann tala sum oraklar Guðs;
(I. Pæt. 4:11).

Tær 5 moyggjarnar, sum ikki høvdu eyka olju á lompum sínum og sum tí ikki kundu gera lampur sínar til, tá ið brúðgómurin kom, tær fingu at hoyra hesi orðini: “Eg kenni tykkum ikki” (Matth 25:12). Jesus hevði jú kent tær einaferð, tá ið tær vóru búnar og brennandi brúðarmoyggjar, men nú vóru tær slóknaðar, fráfalnar.

Og hinar fávitskutu søgdu við
hinar vísu, Gevið okkum av olju
tykkara; tí lampur okkara eru slóknaðar.
(Matth. 25:8. FKJ).

Nakað, sum SLÓKNAR, má sjálvandi einaferð hava BRENT.

Eitt afturat. Hvat hendir við hyklarisku syndarunum í Zion? (Zion merkir altíð MEINIGHEITIN í skriftini!) Jú, teir koma ikki til himmals, sum teir kanska halda, men teir koma at brenna í ævigum eldi í helviti!!

Jesajah 33:14 (FKJ):
Syndararnir í Zion eru ræddir; ótti hevur tikið hyklararnar av bóli. Hvør okkara millum skal búgva hjá upptærandi eldi? hvør okkara millum skal búgva hjá ævigtvarandi brenningum?

Hvør teirra millum? Teir sum hoyra ávaringina, og kortini ikki venda um!

 

Ert tú ein syndari og ein hyklari í Zion?
So vend um, áðrenn tað verður ov seint.

 


Sjúrður Højgaard.

( Sitatini eru úr aðru útgávu av FKJ N.T. )