HEY, hvør tann sum tyrstir, komið tit til vøtnini, og hann sum ongan pening hevur; komið tit, keypið, og etið; ja, komið, keypið vín og mjólk uttan pening og uttan prís.
Hvørsvegna brúka tit pening fyri hatta sum er ikki breyð? og tykkara strev fyri hatta sum mettar ikki? lýðið dúgligani á meg, og etið tit tað sum er gott, og latið tykkara sál fragda sær í fiti.
Bendið oyra tykkara, og komið at mær: hoyrið, og tykkara sál skal liva; og eg vil gera ein ævigtvarandi sáttmála við tykkum, enntá hinar vissu miskunnir Dávids.
( ESAIAH 55:1-3 FKJ)