Á hvat er trúgv tín bygd?


Hjá fólki, sum brúka Alexandriska “bíbliu”, verður tað teirra bíblia pluss onkur kirkjufaðir, pluss pávi, ella onkur reformatørur, onkur “Doctor Yea-Hath-God-Said” við tjúkkum brillum og langum gráum hárum út úr oyrunum, okkurt ráð, ella okkurt játtanarrit.

Hjá fólki, sum brúka King James Bíbliuna einans, verður tað Guðs orð einans, og einans tað. Rætta Bíblian er okkum onkursvegna nokk. Hugsa um tað í eini tíggju ár!.

At alexandrianararnir hava brúk fyri síni “bíbliu” pluss hetta og hitt, undirstrikar fyri okkum King James Bíbliu trúgvandi, at teirra grundvøllur er ikki hin sanni: hann er ikki nøktandi, tí má onkur holdsligur armur hjálpa til.

Bygg ikki tú títt trúarhús á Egyptiskan sand, men á Guðs Antiochiska klett KJB/FKJ.

Harrin signi teg til tess.


Lukas 6:46-49:
46 ¶ Og hví kalla tit meg,
Harra, Harra, og gera ikki tey
tingini sum eg sigi?
47 Hvørsumhelst ið kemur til
mín og hoyrir mínar framsagnir,
og ger tær, eg vil sýna tykkum við
hvønn hann er líkur:
48 Hann er líkur einum manni
sum bygdi eitt hús, og gróv djúpt,
og legði grundina uppá ein klett:
og tá ið flóðin reis, bardi streymurin
ógvusligani uppá tað húsið,
og kundi ikki rista tað: tí at tað
var grundað uppá ein klett.
49 Men hann sum hoyrir og
ger ikki, er líkur einum manni
sum uttan grundvøll bygdi eitt
hús uppá jørðina; ímóti hvørjum
streymurin bardi ógvusligani, og
alt fyri eitt fell tað; og oyðingin
av tí húsi var mikil.

Onnur tíðindi