KAPITUL 1
.
Símun Pætur, ein tænari og ein ápostul Jesu Christs, til teirra sum hava fingið líka dýrabæra trúgv við okkum, ígjøgnum rættvísi Guðs og Frelsara várs Jesu Christs:
2 Náði og friður veri margfaldað at tykkum, ígjøgnum kunnleikan til Guðs, og til Jesu Harra várs,
3 Samsvarandi sum hansara guddómliga kraft hevur givið okkum øll ting sum hoyra til lívs og gudiligleika, ígjøgnum kunnleikan til hansara sum hevur kallað okkum til dýrdar og dygdar:
4 Hvarvið eru givin okkum ovurhonds mikil og dýrabær lyftir: at við hesum tit máttu verða luttakarar í hini guddómligu náttúru, tá ið tit hava komist undan spillingini sum er í heiminum ígjøgnum girnd.
5 Og umframt hetta, so veitið allan íðinskap, og leggið aftrat tykkara trúgv dygd; og aftrat dygd kunnleika;
6 Og aftrat kunnleika fráhaldsemi; og aftrat fráhaldsemi tol; og aftrat toli gudiligleika;
7 Og aftrat gudiligleika bróðurliga góðsku; og aftrat bróðurligari góðsku vælvild.
8 Tí at um hesi ting veri í tykkum, og eru ríkilig, so fáa tey tykkum at vera hvørki ófruktbærar ella fruktaleysar í kunnleikanum til váran Harra Jesus Christ.
9 Men hann, ið fattast hesi ting, er blindur, og fær ikki sæð langt burturi frá, og hevur gloymt at hann varð reinskaður frá sínum gomlu syndum.
10 Hvørsvegna tess heldur, brøður, so veitið íðinskap at gera tykkara kallan og útveljing viss: tí at um tit gera hesi ting, skulu tit aldri falla:
11 Tí soleiðis skal inngongd verða tænt tykkum ríkiligani inn í ævigtvarandi kongadømi várs Harra og Frelsara Jesu Christs.
12 Hvørsvegna eg vil ikki vera misrøkin at seta tykkum altíð í endurminning um hesi ting, tó at tit viti tey, og veri grundfestir í hinum hjástadda sannleika.
13 Ja, eg haldi tað sømiligt, so leingi sum eg eri í hesum tabernakli, at vekja tykkum upp við at áminna tykkum;
14 Vitandi, at brátt má eg lata meg úr hesum tabernakli mínum, enntá sum okkara Harri Jesus Christus hevur sýnt mær.
15 Harafturat vil eg stremba eftir at tit mega vera førir fyri, eftir mína burturferð, altíð at hava hesi ting í minni.
16 Tí at vit hava ikki fylgt snildisligani upphugsaðum fáblum, tá ið vit gjørdu kunn fyri tykkum kraft og komu várs Harra Jesu Christs, men vóru eygnavitnir til hansara hátign.
17 Tí at hann fekk frá Guði Faðir heiður og dýrd, tá ið tað kom ein slík rødd til hansara frá hini avbæru dýrd, Hesin er mín elskaði Sonur, í hvørjum eg eri væl toknaður.
18 Og hesa rødd, ið kom frá himni, hoyrdu vit, tá ið vit vóru við honum á hinum heilaga fjalli.
19 Vit hava eisini eitt vissari prophetiskt orð; sum tit gera væl í, at tit geva gætur eftir, sum eftir einum ljósi ið skínur í myrkum plássi, inntil tað lætti fyri degnum, og dagstjørnan rísi í tykkara hjørtum:
20 Vitandi hetta fyrst, at einkið propheti av skriftini er av nakrari privatari týðing.
21 Tí at prophetiið kom ikki í gamlari tíð við mannavilja: men heilagir menn Guðs talaðu, sum teir vórðu drivnir av Halga Andanum.
KAPITUL 2
.
Men tað vóru eisini falskir prophetar millum fólkið, enntá sum tað skulu verða falskir lærarar tykkara millum, sum loyniliga skulu føra inn heldømiligar ranglærur, og sjálvt avnokta Harran ið keypti teir, og føra yvir seg snara oyðing.
2 Og mangir skulu fylgja teirra herviligu vegum; við grund av hvørjum sannleikans vegur skal ilt talast um.
3 Og gjøgn havisjúku skulu teir við falsaðum orðum gera handilsskap úr tykkum: hvørs dómur nú frá langari tíð drálar ikki, og teirra heldøming durvar ikki.
4 Tí at um Guð eirdi ikki einglunum ið syndaðu, men kastaði teir niður til helvitis, og gav teir yvir í myrkurs ketur, at verða goymdar at dómi;
5 Og eirdi ikki hinum forna heimi, men frelsti Nóah, hin áttanda persón, ein rættvísisboðara, og førdi inn flóðina yvir heim hinna ógudiligu;
6 Og broytandi staðir Sodomu og Gomorrhu til øsku, avdømdi hann teir við eini hvølving, og gjørdi teir til fyridømi fyri teimum ið aftaná skuldu liva ógudiliga;
7 Og útfríaði rættláta Lot, sum plágaðist við gravskitna levnað teirra vondu:
8 (Tí hasin rættvísi maðurin, sum búði teirra millum, í hoyrn og sjón, plágaði sína rættvísu sál frá degi til dags við teirraólógligu gerðir;)
9 Harrin veit hvussu hann skal útfría hinar gudiligu burtur úr freistingum, og at goyma hinar órættlátu fram at dómadegnum at verða revsaðar:
10 Men serliga teir sum ganga eftir kjøtinum í óreinskugirndini, og vanvirða stjórn. Frekir sum teir eru, eginviljaðir, sofirnast teir ikki at tala ilt um tignir.
11 Hvar ið einglar, sum eru størri í kraft og mátti, koma ikki við spottandi ákæru ímóti teimum framfyri Harran.
12 Men hesir, sum náttúrlig, vitleys djór, gjørd til at verða tikin og oydd, so tala teir ilt um tey tingini sum teir ikki skilja; og skulu fullkomiliga glatast í síni egnu spilling;
13 Og skulu fáa órættvísis endurgjald, sum teir sum rokna tað fyri njóting at óryggjast um dagin. Teir eru blettir og lýtir, sum válka sær við sínum egnu villleiðingum, meðan teir veitslast við tykkum;
14 Havandi eygu full av hordómi, og sum ikki kunnu halda uppat frá synd; teir tøla óstøðugar sálir: eitt hjarta sum teir hava vant við havisjúkum gerðum; bølbiðin børn:
15 Sum hava yvirgivið rætta vegin, og eru farnir av leið, við at fylgja vegi Bálaams Bosors sonar, sum elskaði órættvísis løn;
16 Men varð hartaður fyri sína misgerð: hin málleysi asni talaði við mansrødd, og aftraði ørskapin hjá prophetinum.
17 Hesir eru keldur uttan vatn, skýggj sum rekast við harðveðri; teimum er myrkurs disið goymt um ævir.
18 Tí at tá ið teir tala mikil, uppblásandi fáfongdarorð, lokka teir, ígjøgnum girndir kjøtsins, ígjøgnum nógv teymaloysi, teir sum reint høvdu komist undan teimum sum liva í villu.
19 Meðan teir lova teimum frælsi, eru teir sjálvir tænararnir hjá spilling: tí av tí sum onkur verður yvirvunnin, av hinum sama verður hann førdur inn í trældóm.
20 Tí at um, eftir at teir hava komist undan dálkingum heimsins, ígjøgnum kunnleikan til Harran og Frelsaran Jesus Christ, teir so aftur verða fløktir harí, og yvirvunnir, tá verður seinni endin hjá teimum verri enn byrjanin.
21 Tí at tað hevði verið teimum betri ikki at havt kent rættvísis vegin, enn, eftir at teir hava kent hann, at venda frá tí heilaga boði teimum varð fingið.
22 Men tað er hent teimum eftir hinum sanna orðtakinum, Hundurin er vendur til egnu spýggju sína aftur; og súgvin, sum varð tvigin, til sína veltan í móruni.
KAPITUL 3
.
Henda annan epistil, elskaðu tit, skrivi eg nú til tykkara; í báðum hvørjum eg veki upp tykkara skíru hugar við brúki av áminning:
2 At tit mega vera minnugir um orðini sum vórðu talaði áður av heilagu prophetunum, og um boðið hjá okkum, ápostlum Harrans og Frelsarans:
3 Vitandi hetta fyrst, at tað skulu koma í síðstu døgum spottarar, sum ganga eftir sínum egnu lystum,
4 Og siga, Hvar er fyrijáttanin um hansara komu? tí síðan fedrarnir sovnaðu, halda allir lutir áfram sum teir vóru frá byrjanini av skapanini.
5 Tí hetta eru teir villigani óvitandi um, at við Guðs orði vórðu himnarnir í forðum, og jørðin stóð úr vatninum og í vatninum:
6 Við hvørjum heimurin, sum tá var, verðandi yvirfloymdur við vatni, glataðist:
7 Men himnarnir og jørðin, sum nú eru, verða við sama orði hildin í varðveitslu, goymd at eldi ímóti degnum av dómi og glatan av ógudiligum monnum.
8 Men, elskaðu tit, verið ikki óvitandi um hetta eina ting, at ein dagur er hjá Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur.
9 Harrin er ikki seinførur viðvíkjandi síni fyrijáttan, sum summir rokna sum seinføri; men er langmóðigur mótvegis okkum, ikki villigur at nakar skuldi glatast, men at øll skuldu komið til umvendingar.
10 Men dagur Harrans vil koma sum tjóvur á nátt; í hvørjum himnarnir skulu ganga undir við miklum braki, og frumevnini skulu smelta við brennandi hita, eisini jørðin og verkini, sum á henni eru, skulu verða brend upp.
11 Við tað at øll hesi tingini skulu verða loyst upp, hvat fyri persónar áttu tit tá at vera í allari heilagari atferð og gudiligleika,
12 Meðan tit vænta eftir og skunda at komuni av degi Guðs, í hvørjum himnarnir, við at eldur er í teimum, skulu verða loystir upp, og frumevnini skulu smelta við brennandi hita?
13 Men vit, eftir hansara fyrijáttan, vænta eftir nýggjum himnum og nýggjari jørð, sum rættvísi býr í.
14 Hvørsvegna, elskaðu tit, við tað at tit vænta eftir slíkum tingum, verið tí ídnir eftir at tit mega finnast av honum í friði, uttan blett, og ólastandi.
15 Og roknið langmóð várs Harra sum frelsu; enntá sum okkara elskaði bróðir, Paulus, eisini eftir tí vísdómi, honum ergivin, hevur skrivað tykkum;
16 Sum eisini í øllum sínum epistlum, har hann talar í teimum um hesi ting; í hvørjum eru summi ting ring at verða skilt, hvørji teir, sum eru ólærdir og óstøðugir, brongla, eins og teir gera eisini við hinar skriftirnar, sær sjálvum til oyðingar.
17 Elskaðu tit, við tað at tit vita hesi ting frammanundan, tá verið tí varnir at ikki tit eisini, við at verða leiddir burtur við villfaring teirra vondu, skuldu fallið frá tykkara egna standfesti.
18 Men vaksið í náði, og í kunnleikanum til váran Harra og Frelsara Jesus Christ. Honum veri dýrd bæði nú og um ævir. Amen.