Tváanin av vatni við orðinum



26 At hann mátti halga og
reinsa hana við tváanini av vatni
við orðinum,
27 At hann mátti seta hana fram
fyri seg sjálvan ein dýrdsom kirkja,
ei havandi blett, ella rukku, ella
nakran slíkan lut; men at hon
skuldi vera heilag og uttan lýti.
( Eph. 5:26—27 FKJ )


OG einglinum hjá kirkjuni í
Sar´-dis skriva; Hesar lutir
sigur hann sum hevur hinar sjey
Andar Guðs, og hinar sjey stjørnur;
Eg veit verk tíni, at tú hevurt
eitt navn at tú livirt, og ert deyður.
2 Ver árvakin, og styrk teir lutir
sum eru eftir, sum eru til reiðar
at doyggja: tí eg havi ikki funnið
verkini hjá tær fullkomin frammi
fyri Guði.
3 Minst til tessvegna hvussu
tú hevurt tikið ímóti og hoyrt,
og halt fast, og vend um. Um
tessvegna tú skalt ikki vaka, eg vil
koma á teg sum ein tjóvur, og tú
skalt ikki vita hvønn tíma eg vil
koma uppá teg.
Tú hevurt nøkur fá nøvn enntá
í Sar´-dis, sum hava ikki óreinkað
klæðir síni; og teir skulu ganga við
mær í hvítum: tí teir eru verdigir.
5 Hann sum yvirvinnur, hin
sami skal verða klæddur í hvítan
búnað; og eg vil ikki sletta út navn
hansara út úr lívsins bók, men
eg vil játta navn hansara frammi
fyri Faðir mínum, og frammi fyri
einglum hansara.
6 Hann sum hevur oyra, lat
hann hoyra hvat Andin sigur við
kirkjurnar.
( Opb. 3:1—6 FKJ )


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)