Um andaligu gávurnar

(Skrivað í 2003)


Algongd forbøn fyri sjúkum er ikki tað sama sum andaligu gávurnar, t.d. gávur at grøða, ella at útinna kraftargerðir, sum Paulus lærir okkum um í 1. Kor. Kap 12 og kap 14. Tá ið ein andalig gáva virkar sum hon eigur, hendir tað, sum ein annars biður Guð um at gera, tá ið ein biður fyri tí sjúka. Og hetta síggja vit henda mest í Jesu lívi (øll evangeliini), men eisini í lívinum hjá apostlunum, Paulusi (Róm 15,18-19) og Pæturi (Áp 3,1-11), men eisini hjá leikmonnum so sum Stefani (Áp 6,8) og Filippusi (Áp. 8,6).

Soleiðis sum Paulus lærdi samkomuna í Korint um hesar gávur, soleiðis kendu hann og hinir apostlarnir til hetta og soleiðis lærdu teir sjálvandi allar staðir. Vit hava jú fingið Bíbliuna sum fastan grundvøll at byggja á í øllum læruspurningum, og tað ið orðið lærir er omanfyri eina og hvørja doktrin hjá monnum.

Legg til merkis, at hann lærir teir í fyrsta lagi, hvør stendur aftanfyri andligu gávurnar, nevniliga Heilagi Andin. Hann ger teir tryggar við, at nú teir í hjørtum sínum vælsigna Jesus, tala væl um hann av hjarta og siga “Jesus er Harri”, so er tað tekin um, at tað er Heilagi Andin, sum býr í teirra hjørtum, og ikki nakar annar andi. Høvdu teir ikki Anda Guðs, so høvdu teir bannað Jesus, so sum teir áður gjørdu. (hetta er boðskapurin í 1. Kor. 12, 2-3).

Legg eisini til merkis, at Guð Faðir, Guð Sonur, og Guð Heilagi Andin allir eru virknir í andligu gávunum og tænastunum og kraftargerðunum.


Andin (t.e. Heilagi Andin) umsitur andligu gávurnar
(1. Kor. 12, 4)

Harrin (t.e. Harrin Jesus) umsitur tænasturnar
(v. 5)

Guð (t.e. Faðirin) umsitur kraftargerðirnar
(v. 6)


Og tað er munur á hesum lutum. Hetta virkar ikki altíð á sama hátt. Ein andlig gáva er jú einki tekin um, at ein menniskja er frelst, men tað er frívilliga játtanin sum um geldur, hetta at “Jesus er Harri”, og so eisini ein aktiv, daglig eftirfylgjan av Harranum Jesusi Kristi.

Andligu gávurnar eru 9 í tali (vers 8-11), og flokkast í tríggjar bólkar við trimum gávum í hvørjum bólki. Tann, sum fær eina av hesum, kann koma til at brúka hinar tvær eisini, um hann søkir gávurnar og ger íðin brúk av teimum.


  1. Opinberings gávurnar. Hesar opinbera okkum nakað frá Guði við Andanum.
    Tær eru: vísdóms orð, kunnskapar orð, at døma um andar.
  2. Talu gávurnar. Hesar siga okkum nakað frá Guði við Andanum.
    Tær eru: ymis tungutala, týðan av tungutalu, profetagáva.
  3. Kraftargávurnar. Hesar ger Guð nakað við, okkara millum, gjøgnum Andans kraft.
    Tær eru: gávur til at grøða, at útinna kraftargerðir, trúgv.

Vit eru amboðið, tá vit við sonnum hjarta biðja Guð brúka okkum, eru biðjandi og vænta, at hann svarar hesi bøn konkret. Guð setir einki hámark fyri, hvussu nógvar andligar gávur móttakarin kann fáa.

Trúgv í hesum høpi er at biðja inn í Guðs vilja, samsvarandi við orðið (smb. 1. Jóh 5,14-15). Tá ið tað stendur, at við sárum (merkir pískisárum) hansara fingu vit heilsubót (merkir likamligaheilsubót), so kemur ein fram fyri Guðs náðitrónu og minnir hann á hansara orð. Trúgvin vónar ikki nakað, hon júkar ikki Guð, ella tvingar hann, men grípur um hansara lyfti, og heldur um tað og minnir hann á tað, inntil tað kemur. Hetta er ikki frekt ella krevjandi, tá ið ein byggir alla sína trúgv á Guðs orð. Soleiðis lærdi Jesus okkum at biðja og ikki gevast, tá ið hann segði dømisøguna um einkjuna og dómaran. (Luk. 18, 1-8)

Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Guð, eigur at trúgva, at hann er og at hann lønar teimum, sum leita til hansara.
(Hebr. 11,6).

Soleiðis stendur um tað, at ikki ivast ella gevast: Men hann biði í trúgv, og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum.
(Ják. 1,6)

Týdningarmikið er at leggja til merkis, at eingin av hesum gávunum kann lærast á einum skúla, men Heilagi Andin lærir tann, sum vil læra og lýða hansara ynskjum, t.e. við fríum vilja lata seg brúka og leiða, og sum gevur Jesusi altíð æruna.

Og Andans rødd, hana hoyrir eina tann, sum vil skera seg av frá heimsins larmi og tosa við Heilaga Andan sum tú tosar við einhvønn annan persón. Eins og Philippus (G.Ap. 8,29) og Pætur (G.Ap. 10,19) hoyrdu Heilaga Andan tala við seg mangar staðir í Gerningum Apostlanna, soleiðis kunnu vit royna júst hetta sama í dag. Vit liva undir júst somu korum, sama sáttmála og somu lyftum. Tað einasta, sum Guð Heilagi Andin má hava fyri at kunna brúka teg og meg, er trúgv og lýdni.


Sjúrður Højgaard.