Harrans borð

Vit frelstu minnast tveir ágóðar við Harrans borð: Frelsu og grøðing.  Men vit mugu gera mun á likaminum … og hvat er so tað?



23 Tí at eg havi fingið frá Harranum tað, sum eisini eg handaði tykkum, At Harrin Jesus ta somu nátt, í hvørji hann varð svikin, tók breyð:
24 Og tá ið hann hevði veitt tøkkir, breyt hann tað, og segði, Takið, etið: hetta er likam mítt, sum verður brotið fyri tykkum: hetta gerið í endurminning um meg.
25 Eftir hinum sama háttarlagi eisini tók hann bikarið, tá ið hann hevði etið náttverðan, sigandi, Hetta bikar er hitt nýggja testamenti í blóði mínum: hetta gerið tit, so ofta sum tit tað drekka, í endurminning um meg.
26 Tí at so ofta sum tit eta hetta breyð, og drekka hetta bikar, sýna tit deyða Harrans, til hann komi.
27 Hvørsvegna, hvørsumhelst ið skal eta hetta breyð, og drekka hetta bikar Harrans óverdugliga, skal vera sekur í likami og blóði Harrans.
28 Men lat ein mann rannsaka seg sjálvan, og síðan lat hann eta av tí breyðinum, og drekka av tí bikarinum.
29 Tí at hann, sum etur og drekkur óverdigani, etur og drekkur heldøming til sín sjálvs, ei gerandi mun á likami Harrans.
30 Fyri hesa grund eru mangir veikir og sjúkligir tykkara millum, og mangir sova.
31 Tí at um vit vildu dømt okkum sjálvar, skuldu vit ikki verðið dømdir.
32 Men tá ið vit verða dømdir, verða vit tyktaðir av Harranum, at vit skuldu ei verðið fordømdir við heiminum.
( I. Cor. 11:23—32 FKJ )


Sum sjálvasti sjálvur bar okkara syndir í sínum egna likami á træið, fyri at vit, verandi deyðir mótvegis syndum, skuldu liva yvirfyri rættvísi: við hvørs fleingjum tit vórðu grøddir.
( I. Pæt. 2:24 FKJ )


22 Tí at vit vita, at allur skapningurin venast og verkjast í pínu tilsaman inntil nú.
23 Og ikki einans teir, men vit sjálvir eisini, sum hava frumávøkstir Andans, enntá vit sjálvir venast innan í okkum sjálvum, bíðandi eftir ættleiðingini, tað vil siga, endurloysingini av likami okkara.
( Róm. 8:22—23  FKJ )


16 Tá ið kvøldið var komið, førdu tey til hansara mong sum vóru heltikin við djevlum: og hann kastaði út andarnar við orði sínum, og grøddi øll sum vóru sjúk:
17 At tað mátti verða uppfylt, sum varð talað við Esaiasi propheti, sigandi, Sjálvur hann tók veikleikar várar, og bar okkara sjúkdómar.
( Matth. 8:16—17  FKJ )


Ein rætting:
Guð kemur at oyða BÆÐI sál og likam í helviti hjá teimum ófrelstu:

Og óttist ikki teir sum drepa likamið, men eru ikki førir fyri at drepa sálina: men heldur óttist hann sum er førur fyri at oyðileggja bæði sál og likam í helviti.
( Matth. 10:28  FKJ )


Kirkjan boðar máttunum í himinskum plássum:

8 Mær, sum eri minni enn hin minsti av øllum heilagum, er henda náði givin, at eg skuldi prædika millum Heidninganna hinar órannsakiligu ríkdómar Christs;
9 Og at fáa allar menn at sjá, hvat er samfelag loyndardómsins, sum frá byrjan veraldarinnar hevur verið fjaldur í Guði, sum skapti øll ting við Jesusi Christi:
10 Til ta ætlan, at nú, yvirfyri fúrstadømunum og máttunum í himinskum plássum, mátti verða kunnur við kirkjuni hin margfaldi vísdómur Guðs,
( Eph. 3:8—10  FKJ )


(Sitatini eru úr aðru útgávu av FKJ N.T.)