Bibelens lære om ånder og demoner

Aril Edvardsen



HÁTTELSKAÐU, trúgvið
ikki hvørjum anda, men
roynið andarnar hvørt teir eru av
Guði: tí mangir falskir prophetar
eru farnir út inn í heimin.
2 Herav kenna tit Anda Guðs:
Hvør andi sum játtar at Jesus
Christus er komin í kjøtinum er
av Guði:
3 Og hvør andi sum játtar
ikki at Jesus Christus er komin
í kjøtinum er ikki av Guði: og
hesin er hasin andi an´-ti-christ-s,
um hvønn tit hava hoyrt at hann
skuldi koma; og enntá nú longu
er hann í heiminum.
4 Tit eru av Guði, lítlu børn,
og hava yvirvunnið teir: av tí at
størri er hann sum er í tykkum,
enn hann sum er í heiminum.
( I. Jóh. 4:1—4 FKJ )


11 Tí hvør maður kennir lutir
mans, uttan (1)andi mans sum er í
honum? enntá soleiðis lutir Guðs
kennir eingin maður uttan (2)Andi
Guðs.
12 Nú, vit hava móttikið, ikki
(3)anda heimsins, men andan sum
er av Guði; at vit máttu kenna teir
lutir sum eru frítt givnir til okkara
av Guði.
( I. Cor. 2:11-12 FKJ )

 

Tað finnast altso tríggir ands-flokkar, (ikki tveir:)
(1) andi mans
(2) Andi Guðs
(3) andi heimsins (Djevulin & djevlar (illir andar))

ALT er ikki andi!.
Man noyðist at taka verk kjøtsins við í myndina, fyri at skilja hetta rætt:


19 Nú, verk kjøtsins eru eyðsýnd,
hvørji eru hesi; Hordómur,
siðloysi, óreinskapur, skendska,
20 Avgudadýrkan, heksakunstur,
hatur, sundurlyndi, kappstríð,
vreiði, klandur, tvídráttir, ranglærur,
21 Øvundanir, myrðir, fyllskapur,
ólátaskapir, og tílíkt:
um hvørt eg sigi tykkum frammanundan,
eins og eg havi eisini
sagt tykkum í farnari tíð, at teir
sum gera slíkar lutir, skulu ikki
arva kongadømi Guðs.
( Gal. 5:19—21 FKJ )


KJØTIÐ kann ikki rekast út.
Eiheldur kann andi mans rekast út.
… so doyr hann jú!


EINGIN FRELSTUR hevur nakran djevul í sær.
Takk og lov!

Heilagi Andin deilir ikki bústað við djevlum.
Hevur eitt menniskja djevlar, so er tað ikki frelst.

Eitt menniskja, sum sigur seg vera frelst, men sum livir eitt lív í synd, er jú ikki frelst, men fráfallið, og skuldi verðið blakað út úr meinigheitini. At so illir andar kunnu finnast har, ja, tað kann vera; men so er tað ikki frelst.

Einkult nokk.


FÍGGINDIN KANN IKKI KOMA INN UM JESU BLÓÐ
Deyðs-eingilin kundi IKKI fara inn har sum blóðið var slett á durastólparnar (hjartað).
( Sí Exodus 12:12—13  FKJ)

So, um illir andar eru í einum menniskja, so er JESU BLÓÐ IKKI SLETT Á TESS HJARTA.

So einfalt er tað!.


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)