Ikki undir lóg, men undir náði; ja, men her tosar Paulus um tað at hava lógina sum veg til frelsu



22  Men skriftin hevur innilokað
alt undir synd, at fyrijáttanin
við trúgv Jesu Christs mátti verða
givin til teirra sum trúgva.
23  Men áður enn trúgv kom,
vórðu vit hildnir í varðhaldi undir
lógini, byrgdir inni fram at trúnni
sum skuldi síðan verða opinberað.
24  Hvørsvegna lógin var skúlameistari
okkara at føra okkum til
Christs, at vit máttu verða rættvísgjørdir
við trúgv.
25  Men eftir at trúgv er komin,
eru vit ikki longur undir skúlameistara.
26  Tí tit eru allir børn Guðs við
trúgv á Christ Jesus.
( Gal. 3:22-26  FKJ )


14  Tí synd skal ikki hava harradømi
yvir tykkum: tí tit eru ikki
undir lógini, men undir náði.
15  Hvat tá ? skulu vit synda, av
tí at vit eru ikki undir lógini, men
undir náði ? Guð sýti fyri.
16  Vita tit ikki, at til hvørs tit
undirgeva tykkum sjálvar tænarar
at lýða, tænarar hans tit eru
hvønn tit lýða; hvørt hjá synd at
deyða, ella hjá lýdni at rættvísi ?
17  Men Guð veri takkaður, at
tit vóru tænararnir hjá synd, men
tit hava lýtt frá hjartanum tí sniði
av Guðs-læru sum varð fingin
tykkum.
18  Verandi tá gjørdir fríir frá
synd, gjørdust tit tænararnir hjá
rættvísi.
( Rom. 6:14-18  FKJ )


“Ikki longur undir” merkir, at vit eru ikki longur undir lógini sum VEG til frelsu. Verandi nú undir náðini, eru vit eru ikki longur undir lógini, men hetta ger okkum tó ikki óheftar av tí, at brot á lógina (tey 10. boðini) er synd.

Hann sigur aldeilis ikki, at tað nú skuldi verið líkamikið, um tú syndar ella ikki. Heldur tú tað, so ert tú VANLUKKULIGA VILLEIDDUR AV EINARI DJEVULSKARI FALSLÆRU, SUM Í DAG ER VORÐIN SERA POPULER MILLUM PINSARNAR. Nei, synd er enn synd og má avvaskast og vendast um frá og skýggjast sum Satan sjálvur.


Vit eru ikki undir lógini. Vit eru undir náðini.
Hvar er so lógin nú?
Er hon fjernað?
Nei, .. hon er í huga okkara og í hjarta okkara:

10 Tí hesin er sáttmálin sum eg
vil gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar,
sigur Harrin; eg vil leggja
lógir mínar inn í huga teirra, og
skriva tær í hjørtu teirra: og eg vil
vera fyri teimum ein Guð, og teir
skulu vera fyri mær eitt fólk :
11 Og teir skulu ikki læra
hvør maður næsta sín, og hvør
maður bróður sín, sigandi, Kenn
Harran: tí allir skulu kenna meg,
frá hinum minsta til hins størsta.
12 Tí eg vil vera miskunnsamur
mót órættvísi teirra, og syndir
teirra og misgerðir teirra vil eg
minnast ei meir.
13 Í at hann sigur, Ein nýggjan
sáttmála, hevur hann gjørt hin
fyrsta gamlan. Nú, tað sum forferst
og gerst gamalt er til reiðar
at hvørva burtur.
( Hebr. 8:10-13  FKJ )

( Sí annars eisini Ezek. 36:25-27  KJB )


Hvørsumhelst ið fremur synd
misbrýtur eisini lógina: tí synd er
misbrótingin av lógini.
( I. Jóh. 3:4  FKJ )

.. hetta er SJÁLV DEFINITIÓNIN AV SYND, til ALLAR tíðir.


HVAT skulu vit tá siga ? Skulu
vit halda áfram í synd, at
náði kann gerast ríkilig ?
2  Guð sýti fyri. Hvussu skulu
vit, sum eru deyðir fyri synd, liva
longur í henni ?
( Rom. 6:1-2  FKJ )


DULAMAÐURIN OG ALT HANSARA FALSLÆRANDI HARKALIРSKULU HERVIÐ VERÐA KALLAÐIR TIL UMVENDINGAR. TEIR VILLEIÐA EIN STÓRAN HÓP AV FÓLKI TIL ÆVIGA GLATAN Í HELVITI.
Tí tey halda áfram í síni synd, órædd fram eftir breiða vegi beint í helviti.

FLÝGGIÐ FRÁ LEIGUSVEINUNUM: ÚLVUNUM Í SEYÐASKINNUM!!!


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)