TIL HINS MEST HØGA OG MEKTIGA PRINS
JAMES,
VIÐ GUÐS NÁÐI
KONGUR AV STÓRA BRETLANDI, FRAKLANDI, OG ÍRLANDI,
VERJI TRÚARINNAR, & SFRV.
Týðarar Bíbliunnar ynskja Náði, Miskunn, og Frið,
gjøgn JESUS CHRIST váran Harra.
MIKLAR og margfaldar vóru tær signingar, mest øtiligi Stjórnarharri, sum Almáttugi Guð, Faðir alra miskunna, skonkti uppá okkum, Onglands fólk, tá ið hann fyrst sendi Persón Tygara Kongligu Hátignar at stjórna og at ríkja yvir okkum. Tí at hvar ið tað var eftirvæntanin hjá mongum, sum ynsktu ikki Sion várum væl, at eftir setuna av hasi bjørtu Vestligu Stjørnu, Elizabeth Drotningar mest sælu endurminningar, einhvør tjúkk og ítøkilig skýggj skuldu soleiðis havt skuggað yvir hetta Land, at menn skuldu havt verið í iva um hvønn veg teir áttu at ganga; og at tað skuldi treyðugt verðið vitað, hvør átti at leiðbeina tí óstøðaða Statinum; rak birtan Tygara Hátignar, sum Sólin í síni styrki, við tað sama burt hasi hugsaðu og innbillaðu dis, og gav øllum, sum vóru væl sinnaðir, avbæra grund til troyst; serliga tá ið vit skoðaðu ta Stjórn, sum varð grundløgd í Tygara Hásemi, og Tygara vónríka Sáð, við einum Titli sum verður ikki ivaður um, og hetta eisini fylgt við friði og ró her heima og burturi.
Men millum allar okkara gleðir var tað eingin, sum fylti okkara hjørtu meira, enn vælsignaða áframhaldið av prædikanini av Guðs heilaga Orði okkara millum; sum er hin ómetiligi dýrgripurin sum ber av øllum ríkidømum jarðarinnar; av tí at ávøksturin av tí strekkir seg, ikki bert til tíðina sum verður brúkt í hesi framviðfarandi verøld, men leiðbeinir og tillagar menn at hini ævigu sælu sum er fyri oman í himni.
So fyri ikki at loyva hesum at falla til jarðarinnar, men heldur at taka tað upp, og at halda áfram í teirri støðu, í hvørji navngitni Fyrirennarin hjá Tygara Hásemi eftirlæt tað: nei, fyri at fara frameftir við treystinum og festuni hjá einum Manni í at varðveita sannleika Christs, og planta hann nær og fjar, er tað sum soleiðis hevur bundið og fastliga knýtt hjørtuni hjá øllum Tygara Hátignar holla og trúrøkna fólki at Tygum, so at sjálvasta Tygara navn er dýrabært teirra millum: teirra eyga skoðar Tygum við uggan, og teir vælsigna Tygum í sínum hjørtum, sum hin halgaða Persón, sum, undir Guði, er beinleiðis Høvundurin at teirra sonnu gleði. Og henda teirra nøgdsemi minkar ikki ella ferst, men hvønn dag veksur og fær styrki, tá ið teir skoða, at vandlætið hjá Tygara Hátign mótvegis Guðs húsi dragnar ikki ella gongur afturá, men verður meiri og meiri kynt, gevandi seg til kennar útiumkring í hinum fjarastu pørtum av Christindómi, við skriving í verju av Sannleikanum, (sum hevur givið eitt slíkt høgg til handa syndarinnar mann, sum vil ikki verða grøtt,) og hvønn dag her heima, við trúrøknari og lærdari talu, við tíðugt at vitja Guðs hús, við at hoyra Orðið prædikað, við at virðismeta Frálærarar tess, við at hava umsorgan fyri Kirkjuni, sum ein mest eymligur og elskandi hjúklandi Faðir.
Tað finnast óendaligar próvgrundir fyri hesi røttu Christnu og trúrøknu yndan í Tygara Hátign; men eingin er meiri kraftsom til at kunngera tað til annarra enn hin yvirhugaða og viðvarandi tráan eftir at fullføra og útgeva hetta verk, sum vit nú við allari eyðmjúksemi framseta at Tygara Hátign. Tí at tá ið Tygara Hásemi einaferð úr djúpari døming høvdu fatað, hvussu hóskiligt tað var, at úr hinum Upprunaligu Heilagu Tungumálunum, tilsaman við at samanbera arbeiðini, bæði í okkar egna, og øðrum Tungumálum, av mongum verdigum monnum sum fóru undan okkum, skuldi tað verða ein meiri røtt Týðing av heilagum Skriftum til hina Ensku Tungu; lótu Tygara Hátign ikki vera við at tilskunda og at tileggja teir, til hvørja tað var litið, at arbeiðið mátti verða skundað, og at gerningurin mátti verða intur á ein so sømiligan hátt, sum eitt mál av slíkum týdningi av røttum mátti kravt.
Og nú endiliga, við Guðs miskunn, og áframhaldinum av várum strevum, tað verandi ført fram at eini slíkari niðurløgu sum til at vit hava miklar vónir um, at Onglands Kirkja skal heysta góðan ávøkst av tí; halda vit tað vera okkara skylda at lata tað til Tygara Hátign, ikki einans sum okkara Kongi og Stjórnarharra, men sum til høvuðs Drívmegi og Upphavsmann at arbeiðinum: eyðmjúkiligani tráandi av Tygara mest Heilagu Hátign, at við tað at ting av hesi góðsku hava altíð verðið útsett fyri atfinning av illmeinandi og misnøgdum persónum, tað má fáa samtykki og verju frá so lærdum og skynsomum Prinsi sum Tygara Hásemi eru, hvørs loyving og góðtaking av várum strevum skal meiri heiðra og tilstuðla okkum, enn allar ákæringar og hørðu týðingar annarra manna skulu ógva okkum. So at um, á teirri einu síðuni, vit skulu verða baktalaðir av Pávaligum Persónum her heima ella burturi, sum tí vilja útspilla okkum, av tí at vit vóru neyðars amboð at fáa Guðs heilaga Sannleika at verða enn meir og meir kendan hjá fólkinum, hvørji teir tráa enn at halda í vankunnu og myrkri; ella um, á hinari síðuni, vit skulu verða útspiltir av sjálvsinnbillandi Brøðrum, sum renna sínar egnu vegir, og veita dáming at ongum, uttan tí sum er myndað av teimum sjálvum, og smíðað á teirra ambolti; vit mega hvíla tryggir, stuðlaðir innvortis av sannleikanum og sakloysinum av eini góðari samvitsku, havandi gingið einfaldleikans og heilseminnar vegir, sum frammi fyri Harranum; og uppihildnir útvortis við kraftfullu verjuni av náði og góðtokka Tygara Hátignar, sum vil altíð geva ásjón til ærlig og Christin strev ímóti beiskum atfinningum og óvælvildarsomum tilskrivingum.
Harri himins og jarðar vælsigni Tygara Hátign við mongum og sælum døgum, so at, eins og hans himinska hond hevur uppríkað Tygara Hásemi við mongum serstøkum og serligum náðum, Tygum soleiðis mega vera undran heimsins í hesi seinnu tíð um gleði og sanna sælu, til heiðurs hins mikla GUÐS, og til góðar hjá hansara Kirkju, gjøgn Jesus Christ váran Harra og einasta Frelsara.