Í dag biður Church of England um fyrigeving fyri at hava misfatað Darwin. Hvussu kann slíkt henda í ljósi av, at Darwin var eitt av amboðum Satans í miðvíst at bróta niður trúgv á bíbliunnar læru um at Guð er tann, ið alt skapti? Well, eina av teimum 7 kirkjunum í opinberingini kallar Harrin Jesus Christus fyri hana ið eitist at liva men er deyð, og hon finst enn okkara millum. Legg so eitt og eitt saman. Nei, Guðs sanna kirkjulið vil ikki ganga ímóti hansara orði. Aldri!.
Sokallaðu gudfrøðingarnir og sokallaðu biskopparnir Westcott & Hort í steindeyðu Church of England vóru tveir høgt “lærdir”, óendurføddir, barnadoyptir gudloysingar, sum blivu settir av sínum skiftivís andaliga steindeyðu og djúptsovandi biskoppum og klerkum at gera ein nýggjan standard grikskan tekst. Hvat var galið við tí gamla? Hví skuldi hann broytast? Jú, ikki eru tað øll, ið tola Guðs orð. Óvinurin kemur og rívur burtur orðið, ið sáað varð. Standard grikski teksturin sum Erasmus setti saman úr fleirtalstekstunum av Antiokisku linjuni og prentaði í 1516 er Guðs reina orð, og ta teksttypuna høvdu bæði Luther og King James týðararnir brúkt útilokandi til sínar bíbliutýðingar.
Hesin nýggi standard teksturin hjá Westcott & Hort tók øll handrit uppá ráð, eisini og serliga tey korruptu úr Alexandriu. Men hetta var júst meiningin, tí hetta var so sanniliga ikki íblást frá himli, men so beint úr helviti.
Tá so hesar nýggju “bíbliurnar” komu út, sá Guðs fólk, at hetta vóru ikki rættar bíbliur. Gomlu reformatørarnir vitstu, at tað funnust korrupt handrit, og teir høvdu við vilja ikki tikið tey uppá ráð. Nú komu tey fram. Hetta var myrkursins álop. Men myrkrið kemur ikki at vinna.
Í dag hevur tú til dømis eina “hverdagsdanska” sokallaða bíbliutýðing sum t.d. ikki sigur: “tala tykkara veri altíð kryddað við salti”, men: “tala tykkara veri altíð kryddað við humor”. Byrja vit at broyta Guðs orð fyri betri at hóva okkara tíðaranda ella hvat annað, so er tað ikki longur ein Bíblia vit hava í hondini, ikki so sum hon varð skrivað, men so sum vit vildu ynskt at hon varð skrivað, og tað gongur barasta so slett aldeilis ikki skilur tú. Fara vit at broyta Guðs orð eftir okkara egna tykki, so er tað ikki longur Guðs orð, so einfalt er tað. Og at hoyra uppá pastorar rósa slíkum upp um skýggini, sum undirritaði fyri stuttum varð vitni til her í okkara landi, tað er bara at fáa spýggjandi vaml av. Fyri mær vísir tað bara, hvussu lítið góður man er við Guðs orð! At hugsa sær, at allar Bíbliur til allar tíðir hava sagt salt, og so fer onkur bara eftir sínum egna fyrigottfinnilsi at broyta tað til humor. Tað sigur mær, at viðkomandi ikki kennir Guð og eiheldur hevur nakra virðing fyri honum og hansara orði. Fyri tað fyrsta verður týdningurin ein heilt annar, og í hesum føri so fullkomiliga mótsettur tí ið altíð stóð. At tala okkara eigur at vera kryddað við salti merkir, at vit eiga at tosa sømiliga, gudiliga og rætt, soleiðis at orðini vit tala bera kraft í sær. Humor kann merkja alt fjant og fjas, enntá leyslátað teiti; so beint andstatt týdninginum ið salt inniheldur.
Tí týði eg King James bíbliuna til føroyskt, tí har hevur tú tað, sum Guðs heilagu profetar og apostlar skrivaðu, drivnir av Heilaga Andanum. Og tað er ein himmalvíður munur á, at hava tað sum teir skrivaðu, so sum teir skrivaðu tað, og so annars bert at hava tað, sum onkur knokkroyttur ófrelstur gudsavnoktandi, gudshatandi, akademiskur sokallaður teologur sum ikki kennir Guð heldur tað átti at ljóðað fyri tað modernaða menniskjað.
Salt, ella humor? Hvat heldur tú? Eg stúri fyri, at teir sum vilja hava saltið úr Guðs orði sjálvir eru fullkomiliga saltleysir gangandi á tí breiða dómsins vegi fram óræddir, kanón-pastorarnir á odda.