Dagar Ananiasar og Sapphiru fara BRÁTT at koma aftur: Hallelujah! Má HARRIN drepa teir, sum lúgva í hansara navni, og tey sum lúgva fyri honum. Amen



MEN ein ávísur maður, nevndur Ananias, við Sapphiru, konu síni, seldi eina ogn,
2 Og helt aftur part av virðinum, hans kona eisini verandi loynilig til tess, og kom við einum ávísum parti, og legði tað við føtur ápostlanna.
3 Men Pætur segði, Ananias, hví hevur Satan fylt títt hjarta at lúgva fyri Halga Andanum, og at halda aftur part av virðinum á jørðini?
4 Meðan hon varð verandi, var hon ikki tín egna?  og eftir at hon var seld, var hon ikki í tínum egna mátti?  hví hevurt tú gitið henda lut í hjarta tínum?  tú hevurt ikki logið fyri monnum, men fyri Guði.
5 Og Ananias, hoyrandi hesi orð, fell niður, og gav upp andan: og mikil ótti kom á allar teir sum hoyrdu hesar lutir.
6 Og teir ungu menninir reistust, vældu um hann, og bóru hann út, og jarðaðu hann.
7 Og tað var umleið skeiðið á tríggjar tímar aftaná, tá ið kona hansara, ei vitandi hvat var gjørt, kom inn.
8 Og Pætur tók til orða við hana, Sig mær hvørt tit seldu jørðina fyri so mikið?  Og hon segði, Ja, fyri so mikið.
9 Tá segði Pætur við hana, Hvussu er tað, at tit hava samst saman at freista Anda Harrans?  sí, føtur teirra, sum hava jarðað mann tín, eru við dyrnar, og skulu bera teg út.
10 Tá fell hon niður beinanvegin við hansara føtur, og gav upp andan: og teir ungu menninir komu inn, og funnu hana deyða, og, berandi hana fram, jarðaðu hana hjá manni hennara.
11 Og mikil ótti kom uppá alla kirkjuna; og uppá so mong sum hoyrdu hesar lutir.
( Gern. Ap. 5:1—11  FKJ )


LAT so mangar tænarar, sum eru undir okinum, rokna sínar egnu meistarar allan heiður verdar, at navn Guðs og Guðslæra hansara verði ikki Guðsspottað.
2 Og teir, sum hava trúgvandi meistarar, lat teir ikki vanvirða teir, av tí at teir eru brøður; men heldur gera teimum tænastu, av tí at teir eru trúfastir og háttelskaðir, luttakarar í ágóðanum.  Hesar lutir frálær og formana.
3 Um nakar maður frálæri øðrvísi, og ájátti ei til heilnæmra orða, enntá orða várs Harra Jesu Christs, og til Guðslæruna sum er samsvarandi við gudiligleika;
4 Hann er hástórur, vitandi einkið, men sjúkur eftir spurningum og orðastríðum, av hvørjum kemur øvund, stríð, útskeldanir, óndir illgrunar,
5 Rangvørgir orðadráttir av monnum av spiltum hugum, og eiðasørir fyri sannleikanum, haldandi at vinningur er gudiligleiki: frá slíkum hav teg undan.
6 Men gudiligleiki við nøgdsemi er mikil vinningur.
7 Tí at vit førdu einkið inn í henda heim, og tað er víst – vit kunnu bera einkið út.
8 Og, havandi mat og klæði, latum okkum vera nøgdar harvið.
9 Men teir, sum vilja verða ríkir, falla inn í freisting og snerru, og inn í mangar fávitskuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menn í oyðilegging og glatan.
10 Tí at peninga-alskurin er rót als ils: sum, meðan summir girnaðust eftir, teir eru farnir skeivir frá trúnni, og hava gatað seg sjálvar ígjøgnum við mongum sorgum.
11 Men tú, O Guðs maður, flýggja hesar lutir; og fylg eftir rættvísi, gudiligleika, trúgv, kærleika, tolmóði, eyðmýkt.
( I. Tim. 6:1-11  FKJ )


Vit skulu ikki fylgja eftir “PROSPERITY”, men FLÝGGJA FRÁ TÍ!!!
Fylg eftir RÆTTVÍSI..


(Sitatini eru úr fyrstu útgávu av FKJ N.T.)