Olju til endatíðina



Tann síðsta tíðin, áðrenn Jesus Christus kemur aftur, kemur at vera ein myrk og tung tíð, við vaksandi lógloysi, villleiðing og mongum snúðigum vandum.
Ert tú útgjørdur til síðsta strekkið av veginum: Endatíðina?


TÁ skal kongadømi himins verða líknað við tíggju jomfrýr, sum tóku lampur sínar, og fóru út at møta brúðgóminum.
2 Og fimm teirra vóru vísar, og fimm vóru fávitskutar.
3 Tær, sum vóru fávitskutar, tóku lampur sínar, og tóku onga olju við sær:
4 Men hinar vísu tóku olju í konnum sínum saman við lompum sínum.
5 Meðan brúðgómurin drálaði, durvaðu tær allar og svóvu.
6 Og við midnátt varð eitt róp gjørt, Sí, brúðgómurin kemur; farið tit út at møta honum.
7 Tá risu allar tær jomfrýrnar, og trimmaðu lampur sínar.
8 Og hinar fávitskutu søgdu við hinar vísu, Gevið okkum av olju tykkara; tí at okkara lampur eru slóknaðar.
9 Men hinar vísu svaraðu, og søgdu, Ei so; at ikki tað ikki skal verða nóg mikið hjá okkum og tykkum: men farið tit heldur til teirra sum selja, og keypið til tykkara sjálvs.
10 Og meðan tær fóru at keypa, kom brúðgómurin; og tær, sum vóru búnar, fóru inn við honum til brúdleypið: og hurðin varð latin aftur.
11 Síðan komu eisini hinar jomfrúgvarnar, sigandi, Harri, Harri, lat upp fyri okkum.
12 Men hann svaraði og segði, Sanniliga sigi eg tykkum, Eg kenni tykkum ikki.
13 Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman, í hvørjum Menniskjusonurin kemur.
( Matth. 25:1-13 FKJ )


Eri eg tí vorðin tykkara fíggindi, av tí at eg sigi tykkum sannleikan?
( Gal. 4:16 FKJ )


HETTA viti eisini, at í hinum síðstu døgum skulu koma váðasamar tíðir.
2 Tí at menn skulu vera elskarar síns egna sjálvs, ágirndarsamir, reyparar, hugmóðigir, Guðsspottarar, óhoyriligir móti foreldrum, ótakksamir, vanheilagir,
3 Uttan náttúrligan alsk, sáttmálabrótarar, falskir ákærarar, ósærstýrligir, harðligir, vanvirðarar av teim sum eru góðir,
4 Svíkjarar, framlopnir, uppblásnir, elskarar av njótingum meiri enn elskarar av Guði;
5 Havandi ein form av gudiligleika, men avnoktandi kraftina av honum: frá slíkum vend burtur.
6 Tí at av hesum slagi eru teir sum sníkjast inn í húsˇ, og leiða til fanga fjákutar kvinnur — løddar við syndum, leiddar burtur við ymsum lystum,
7 Altíð lærandi, og aldri førir fyri at koma til kunnleikan um sannleikan.
8 Nú, eins og Jannes og Jambres stóðu ímóti Mósesi, soleiðis standa eisini hesir ímóti sannleikanum: menn av spiltum hugum, afturrekingar viðvíkjandi trúnni.
9 Men teir skulu ei fara longur fram: tí at teirra dárskapur skal verða eyðsýndur øllum monnum, eins og teirra eisini varð.
10 Men tú hevurt til fulnar kent mína Guðslæru, lívsførslu, endamál, trúgv, langmóð, vælvild, tolmóð,
11 Atsóknir, líðingar, sum komu til mín í Antiochiu, í Iconium, í Lýstru; hvørjar atsóknir eg útstóð: men út úr teim øllum Harrin útfríaði meg.
12 Ja, og allir, sum vilja liva gudiliga í Christi Jesusi, skulu líða atsókn.
13 Men óndir menn og tølarar skulu vaksa verri og verri, villleiðandi, og verðandi villleiddir.
14 Men halt tú áfram í teim tingunum sum tú hevurt lært, og ert vorðin sannførdur um, vitandi av hvørjum tú hevurt lært tey;
( II. Tim. 3:1—14 )


Tí Jóhannes sanniliga doypti við vatni; men tit skulu verða doyptir við Halga Andanum ikki mangar dagar herfrá.
( Gern. Áp. 1:5 )


Aðrar tilvísingar:
Brøv Paulusar, longu tá kallað skrift :  II Pætur 3:15
Paulus fekk gleðiboðskapin við opinbering :  Gal. 1:11—23
Esaiah, um myrkrið í síðstu tíð :  Esaiah 60:1—2
Lógloysið skal yðja :  Matth. 24:12
Hin váðasama síðsta tíð :  II. Tim. 3:1—14