aftan : kvøld
afturrekingur : ein, ið verður rikin aftur, av tí at hann stendst ikki prógvið
alveg : allan veg (eins og altíð; men umfatar tein, ikki tíð)
at : allan veg at, til, hjá, yvirfyri. Brúkt sum fyriseting í hvørjumfalli, t.d., hann bygdi
altar at HARRANUM, t.e. hann bygdi HARRANUM altar
ábjóða : bjóða, (smb. áleggja)
ágirnd(arsemi) : havisjúka
beggja : hjá / av báðum
ámilli : ámillum, ímilli
ástbrelni : brelni eftir ást
ávinningur : vinningur, ágóði
berka : gera beran
dramblæti : stoltleiki
dugnan / dugnaður : hjálp
dvølja : steðga stytri skeið, bíða
dvøljast : steðga longri, búgva
dýrgoyma : goyma dýrabæran
dýrðmeta : meta dýrdligan
dømisøga : líknilsi
einkið : einki
Eliseus : Grikska Ný-Testamentliga navn Elisja
endurbøta : gera aftur í stand
endursóna : gera aftur sátt
fimla : fjamska
firra : flyta burt; reka burt
fljótliga : skjótliga, snarliga
forðast : halda sær frá & frá sær
formana : leggja gott niðurí við áminning
fyribøting : gerð av bót fyri eitthvørt, (propitiatión)
fyrifram : frammanundan
fyritilætla : frammanundan ætla til, (predestinera)
fyriætla : frammanundan ætla
framhjá : framvið
frástoyta : gera uppreist (ímóti harradømi)
frælsligur : stórtøkin, útlopin
fyriskriva : avgera við forskrift
galeiða : róðrarskúta við segli
Guðskapurin : vera og náttúra hins eina og sanna Guðs
gravhýsi : grøv við duri, høgd inn í klett
Guðslæra : læra um Guð
gæta : passa, røkja, vera um
haðanífrá : frá teirri tíð fram
haðani frá : frá tí staði fram
hagarmót : hagar mót, hagar
handarmoy : moyggj, ið gongur einum til handa
harat : har at, at tí, til tess
harav : av tí, hjá tí, tess, útfrá tí
hará : á hann / hana / tað / á tí
harfyri : tessvegna, tí, fyri tað
harhjá : hjá honum / henni / tí
harum : um hann / hana / tað
harmavreiði : harmslig vreiði
hálátigur : ein ið letst háur
hásemi : hvussu høgur ein er
heldøming : dómur til æviga glatan í helviti, (en: damnation)
heltikin : settur av djevli
herí : her í, í hesum
herat : at hesum
herav : her av, av / hjá hesum
hesar[ar] : hjá / av hesari
hiðanífrá : frá hesi tíð fram
hiðani frá : frá hesum staði fram
hinna : hjá hinum (hvrsf., fleirt.)
holpið : hjálpt
horva : venda, líta
húss : hvørsfall av hús, t.d. dýrgripir HARRANS húss; (berist fram eins og hús)
hvarfyri : fyri hvat, hví
hvarat : at hvørjum
hvará : hvar á; á hvat, á hvørjum
hvarí : hvar í; í hvat, í hvørjum
hvarum : um hvat
hvarútfrá : út frá hvørjum, við hvat
hvartil : hvar til, til hvat
hvaruppá : uppá hvat
hvarvið : hvar við, við hvørjum
hvatiðso : hvat tað so er
hválvvirki : en: firmament
hvønn : [hann] ið
hvøriðenn : hvør tað enn er
hvøriðso : hvør tað so er
hvørja [mans] : hjá tí [manni]
hvørsháttar : hvussu e.h. er háttað; av hvørjum slagi tað er
hvørsumhelst : hvør sum helst
hvørsvegna : av hvørji grund
hvørjir : [teir] sum
hvørjar : [tær] sum (í hvnf.)
hvørt : [tað] sum; ella um
hvør : [hann / hon] sum; sum(p)
hvørjum : [teim / tí] sum
hyggiglar : skoðiglar, spegil
húðfletta : húðfleingja
innangoymslur : tað ein ber sær í kviði, t.d. sterk kensla
íhuga : hugsa um djúpliga
írista : gravera
karafla : fløska
klárleggja : gera øðrum klárt við frágreiðing
kona : brúkt bert um ektakonu
kringfara : fara kring um
krumma : hondfull
kvølja : inna kvøl inná; níva
lið : portur; hópur
lærusveinka : kv. lærusveinur
maður : (1) kallmaður, (2) kvennmaður; menniskja
máttur : makt, vald, veldi, kraft
mikin : miklan (í hvønnfalli)
nýsa : anda út úr nøs ógvisliga
okfelagi : felagi undir sama oki
onkun : einhvønn, onkran
orakkul : orð frá Guði; ella halgidómur
(ein) oyða : reyn
ósærstýrligur : ein ið hevur ikki lyndi til at stýra sær
rist mynd : avgudamynd
ríkja : ráða, men vísir til kongs
sannliga/sattliga : á sannan hátt
sannvísa : vísa at e.h. er satt
samlag : flokkur av fólki
(at) samlagast : at hava samfelag hvør við annan
seyrga : dálka
skírga : gera reint tvørturígjøgn
skírur : reinur tvørturígjøgn
skoðiglar : spegil; sjóneyka
skreytseyma : brodera
ský : himinhválv, loft
skøkjugera : gera persón, ella ting, skøkjuligt
sláturoffur : offur sum verður slátrað
slúrur : drongur
smástavur : minsti Hebráiski bókstavur; ein jota (heb. j)
sneytidólgur : forvitin sneytari
smurn : salving
spyrjast : spyrja hvør annan
staðnum : plássinum
staðinum : býnum
stórgera : gera stóran, hámeta
stavkrókur : minsti krókur á Hebráiskum bókstavi; ein títtil
stúranarfullsemi : fullsemi av stúran
sútfullsemi : fullsemi av sút
sævar : sjóvar, havs
tabernakkul : tjaldhalgidómur, tjaldbúð
telja : (1) siga frá; (2) telja tøl
tenja : strekkja
tessháttar : tílíkt, soleiðis háttað
tilsaman : saman
tógvir : tveir, tvinnir
trísinnis : tríggjar ferðir
treða : traðka, troða
trærreisur : tríggjar ferðir
tvá : hvønnfallsháttur av tvey
tveggja : hjá / av tveimum
tvó : tváaði
tværreisur : tvær ferðir
umberni : lyndi til at umbera
umbiðja : biðja um, (tó ikki bøn)
umleyp : G.T. páskir, har Guð leyp um blóð áslett hús. Umleyp er eisini páskalamb
úrvals : tað besta í einumhvørjum úrvali
varðandi : viðvíkjandi
vega, (vegur, vá, vógu, vigin) : drepa
veri : veri [seg]; er, (hugsháttur)
verða gjørt : at henda, tó so at persónur útinnir hendingina
viðstanda : at standast roynslu
virðingarótti : óttalig virðing
viðˆ : tá ið týdningurin er við brúki av, við hjálp av, ella við síðuna av; ikki saman við
vondur : fullur í óndskapi
vondska : óndskapur
vælvild : ósjálviskur kærleiki
vær : vit, er tó um fleiri enn tveir persónar, (pluralis, ikki dualis)