Fyrstu ferð eg tordi siga, at pávin er anti-christ, varð eg úti fyri sterkasta álopi av illum anda nakrantíð í mínum lívi; (gad vide hvorfor):
Allir pávarnir hava verðið á latíni kallaðir við hesum andskræmiliga Guðs-spottanarliga heiti: “VICARIUS FILII DEI”, sum merkir: “Vikarur sonar Guðs”, ella betri kent á donskum her um okkara leiðir sum: “Guds søns stedfortræder”. Slíkt sataniskt, Guðs-spottandi, devulskt tvætl!!! EINGIN einkultur persónur er vikarur Sonar Guðs á jørð!!!. Skilur tú ikki tað? Jesus segði: Allur máttur er givin mær í himni og á jørð (Matth. 28:18). Jesus Christus er tann, sum øllum ræður, sitandi við høgru hond Guðs Faðirs í himni, og hann hevur ikki givið nøkrum gullskrýddum, purpur og skarlakslittum anti-christi í Rom sitandi á sjey fjøllum sítt vald. Comprendez?
Pávarnir hava allir verið, eru, og verða altíð ANTI-CHRISTAR. Grikska orðið “anti” merkir “ímóti”, ella “ístaðinfyri”. Tann, sum sigur seg vera ístaðinfyri Son Guðs á jørð, hann hevur longu avdúkað hvør hann er: anti-christus!!. Harafturat hava flestallir bókstavar eitt talvirði á latíni, og tá ið tú plussar talvirðið á latínska heiti hesa djevuls í kjøti, fært tú seks hundrað og trísinstjúgu og seks. Comprendez?
V=5
I=1
C=100
A=0
R=0
I=1
V=5
S=0
F=0
I=1
L=50
I=1
I=1
D=500
E=0
I=1
——- +
666
.. Ja: av pávan-og-til við Pávans anti-christus 666, og øllum hansara bókum, sum kalla seg “bíblia”, men umboða anti-christ, og ikki Guðs Christ.
Hygg at hesum og klipp pávanskeggið av einaferð fyri allar, og allar hansara undirsáttar, católskar, eins væl og teir sum kalla seg eftir navni Luthers (signað veri hans minni), men hava einkiðsumhelst við tann saltaða reformatørin at gera yvirhøvur (uttan at teir krógva seg aftanfyri hann).