Antiókiu linjan – GUÐS VARÐVEITTA BÍBLIA

Handritini úr Antiókiu vórðu fyri tað mesta avskrivað av sonnum Bíbliu-trúgvandi Christnum, sum høvdu til endamáls at vinna sálir og at breiða út Guðs orð. Sigur tað tær ikki okkurt? (Um ikki, so er ivasamt, um tú ert frelstur!).


Legg til merkis, hvussu góðan vitnisburð skriftin sjálv gevur Antiókiu:

  1. Fyrstu ferð, hesin staður verður nevndur, síggja vit, at Antiókia er heimstaður hjá einum Ands-fyltum dekni (Áp. Gern. 6:3-5). Heldur tú tað vera bert av tilvild, at Halgi Andin fyrstu ferð nevnir Antiókiu í sama kapitli sum hann fyrstu ferð nevnir Alexandriu?
  2. Í Áp. Gern. 11:19 er Antiókia eitt skjól hjá atsøktum heilagum.
  3. Tann fyrsta stóra rørslan av Halga Andanum millum heidningarnar fer fram í Antiókiu (Áp. Gern. 11:20-21).
  4. Paulus og Barnabas lærdu Bíbliuna í Antiókiu í eitt heilt ár (Áp. Gern. 11:26).
  5. Lærusveinarnir vórðu kallaðir Christnir fyrst í Antiókiu (Áp. Gern. 11:26).
  6. Kirkjan í Antiókiu sendir neyðhjálp til hini fátæku í Jerusalem (Áp. Gern. 11:27-30).
  7. Fyrsta trúboðanarferðin verður send út frá Antiókiu (Áp. Gern. 13:1-3).
  8. Antiókia varð verandi høvuðsstøðin hjá frumkirkjuni (Áp. Gern. 14:19-26; 15:35).
  9. Avgerðin hjá ráðnum í Jerusalem varð fyrst send til Antiókiu (Áp. Gern. 15:19-23; 30), av tí at Antiókia var heimstaðurin.
  10. Antiókia var staðurin, har Paulus rættaði uppá læruna hjá Pæturi (Gal. 2:11).

    Grundlagdur í 300 f. Chr. av Selevcusi Nicatori, var Antiókia triðstørsti býurin í Rómverska ríkinum. Staðsettur í Sýriu, umleið tríati kilometrar inni í landinum inn frá Miðjarðarhavinum við Orontes ánna, hevði Antiókia sína egnu sævarhavn og sín ríkliga lut av ferðamonnum og handilsmonnum. Í markleysa vísdómi sínum, hevði Guð valt fullkomna heimstaðin hjá hinum fyrstu christnu. Antiókia var nóg langt burturi frá mentanini og siðunum hjá jødunum (Jerusalem og Judæu) og heidningunum (Róm, Grikkalandi, Alexandriu osv.) til tess at nýggj Christin kundu vaksa í Harranum. Samtíðis var landafrøðiliga staðsetingin fullkomin til tess at bera út orð Guðs út í allan heimin haðani. So vinur, valið er títt. Tú kanst fáa tær tína “bíbliu” úr Alexandriu, ella tú kanst velja Hina Heilagu Bíbliu Guðs úr Antiókiu. Hevur tú eina King James Heilaga Bíbliu, so er tín Bíblia útilokandi grundað á handritini úr Antiókiu, sum eru rein, tí tey eru handfarin av endurføddum frelstum. Hevur tú eina av hesum nýggju perversjónunum, so ert tú eitt av teim mongu vanlukkuligu ofrunum hjá sølumonnum Sátans úr Alexandriu í Egyptalandi, Róm, og endatíðarinnar pengagrísku Laodiceansku fráfalnu kettarum USA v.m.


Týtt úr bókini “Fighting Back”,
“A handy Reference Guide for King James Bible Believers.”
Eftir James L. Melton.