Tríeindin er tríggir persónar, sum allir eru Guð; tó er bert ein Guð, ikki gudar mangir (I. Cor. 8:5-6)
Hin tríeindi Guð
Tríeindin kann virka fløkt; men í veruleikanum er hon sára einføld at skilja: Guð er ein Guð, men tríggir persónar.
Faðirin er Guð. (I. Cor. 8:6)
Sonurin er Guð (I. Tim. 3:16).
Heilagi Andin er Guð (Gern Ap. 5:3&4).
– Teir tríggir saman eru Guð.
– Allir tríggir eru líka nógv Guð.
– Tríeindin er tríggir persónar, – ikki tríggir Gudar.
Teir hava hvør sítt embæti, men arbeiða altíð saman og við sama máli og sama vilja.
(Sí I. Cor. 12:4-6; II. Cor. 13:14 FKJ)
Guð er tríggir persónar
Guð er tríggir persónar.
Guddómurin er tríggir persónar.
Men Guð er ikki tríggir Gudar, nei, hann er EIN GUÐ.
Tað kann virka mótsigandi, at Guð er ein Guð, men samstundis er Guð tríggir, men hetta er soleiðis; hetta er púra satt.
Faðirin, Sonurin, og Halgi Andin
Faðirin er Guð, – ikki “ein Guð”,
Sonurin er Guð, – ikki “ein Guð”
Heilagi Andin er Guð, – ikki “ein Guð”.
Tá ið vit Christnu siga: Guð, so hava vit í huga Faðirin, Sonin, og Halga Andan.
Tó er rætt at siga á atskildan hátt, at Faðirin er Guð, at Sonurin er Guð, og at Halgi Andin er Guð.
– Altso er einkið galið við at siga: Jesus er Guð; tí tað er hann.
– Og tað er einkið galið við at siga: Halgi Andin er Guð; tí tað er hann.
– Og tað er einkið galið við at siga: Faðirin er Guð; tí tað er hann.
Tríeind mansins avspeglar tríeind Guðs
Vit menniskju, sum eru skapt í Guðs mynd, eru eisini ein tríeind:
andi, sál, og likam (sí Genesis 2:7 KJB, & I. Thess. 5:23 FKJ)
Tín andi er tú,
tín sál er tú,
tít likam er tú,
– Hesi trý saman eru tú.
– Tú ert tríggir partar, ikki trý tú (ella tríggir persónar), júst sum Guð er tríggir partar, ikki tríggir Gudar.
Tín tríeind, og Guðs tríeind
Eins og partarnir av einum manni kunnu skiljast sundur (sí Hebr. 4:12) í trý, soleiðis eisini við Guði.
Tí tað eru tríggir, sum geva
frágreiðing í himni, Faðirin, Orðið,
og Halgi Andin: og hesir tríggir
eru eitt.
(I. Jóh. 5:7 FKJ)
Legg til merkis, at hesir tríggir eru ÉITT, ikki ÉIN, (ikki ÉIN OG SAMI), men teir eru ÉITT, sum at teir renna saman í éitt.
(…og disse tre ere eet. (ikki een) (Kong Christian VI, 1732))
Teir eru altso tríggir, men ÉITT.
Teir eru altso tríggir persónar, men ÉIN GUÐ.
Teir renna saman í éitt, júst sum tín andi, sál, og likam, eru samlað í éitt.
Munurin ímillum tríeind mansins og tríeind Guðs
Munurin ímillum tríeind mansins og tríeind Guðs er, at ein maður er býttur í tríggjar PARTAR, meðan Guð er býttur í tríggjar PERSÓNAR.
Men tað SERA TÝDNINGARMIKLA er, at vit gera mun á, at samstundis sum Guð er ÉIN GUÐ, so er hann tríggir persónar. Sum Guð kann hann ikki skiljast sundur, men sum persónar kunnu teir skiljast sundur.
(Summi kanska skilja hetta ongantíð. Bið so Guð hjálpa tær og opna tíni eygu (sí I. Cor. 2:12-13 FKJ))
Faðirin hevur eina serstøðu í tríeindini, júst sum maðurin er høvur konu sínar
Halgi Andin, hevur sín egna vilja, (sí I. Cor. 12:11)
Hóast egnan vilja, so arbeiðir hann í samráði við Faðirin og Sonin.
Og hann, sum kannar hjørtuni,
veit, hvat hugur Andans er,
av tí at hann gongur í forbøn fyri
hinum heilagu samsvarandi við
vilja Guðs.
(Rom 8:27 FKJ)
T.e. Halgi Andin arbeiðir samsvarandi við vilja Faðirsins;
og tað sama er galdandi fyri Sonin (sí Jóh. 4:34).
Vit lesa eisini, at høvur Christs er Guð:
Men eg vildi havt tykkum at vitað,
at høvur hvørs mans er Christus;
og høvur kvinnunnar er maðurin;
og høvur Christs er Guð.
(I. Cor. 11:3 FKJ)
.. men tann munurin er sum munurin ímillum mannin og konu hansara; tey eru jú bæði grundleggjandi av sama slagi; men maðurin er altso høvdið, hann gevur ordrarnar, júst sum Guð Faðir, tá ið hann segði: Veri ljós! (Genesis 1:3).
Eisini síggja vit, at allir lutir skulu verða undirlagdir Faðirin:
27 Tí hann hevur lagt allar lutir
undir føtur hansara. Men tá ið
hann sigur, allir lutir eru lagdir
undir hann, er tað eyðsýnt at hann
er undantikin, sum legði allar lutir
undir hann.
28 Og tá ið allir lutir skulu verða
undirlagdir hann, tá skal Sonurin
eisini sjálvur verða undirgivin
hann sum legði allar lutir undir
hann, at Guð má vera alt í øllum.
( I. Cor. 15:27-28 FKJ)
Við skapanina høvdu teir hvør sítt embæti
– Faðirin talaði, segði: Veri ljós!. (Genesis 1:3)
– Sonurin gjørdi vilja Faðirsins. (Jóh. 1:3)
– Halgi Andin var kraftin, sum orðið arbeiddi saman við, at fremja Faðirsins vilja. (Genesis 1:2)
Í Guðs frelsuætlan hava teir hvør sítt embæti
Faðirin gav Sonin (Jóh. 3:16)
Sonurin gjørdi frelsuverkið (Jóh. 19:30)
Halgi Andin lærir okkum og minnir okkum á Jesu orð (Jóh 14:26)
Teir tríggir hava høvuðssakliga hvør sína virkistíð
– Í Gamla Testamenti arbeiddi Guð Faðir
(við Mósesi og hinum prophetunum)
– Í Nýggja Testamenti arbeiddi Guð Sonurin
(eisini við apostlunum)
– Í kirkjunnar tíð (eftir at Jesus fór upp inn í himin, og Halgi Andin fylti tey á loftstovuni, Gern. Ap. 2), sum er nú, so arbeiðir Halgi Andin á jørðini við tær og mær, sum eru persónliga frelstir.
Allir tríggir eru Harrin
Guð Faðirin er Harrin (Genesis 2:8 KJB)
Guð Sonurin er Harrin (I. Cor. 12:5 FKJ (v. 4 er Halgi Andin, & v. 6 er Faðirin, so v. 4 er Harrin Jesus)
Halgi Andin er Harrin (II. Cor. 3:17; Heb. 10:15-16 FKJ)
Allir tríggir eru EG ERI
EG ERI, sum talaði við Móses í Exodus 4:14, er ikki bara Guð Faðirin, men eisini Guð Sonurin, og Guð Halgi Andin. EG ERI er eitt av nøvnum hins tríeinda Guðs, og tí ikki bara identifiserað við Faðirin, men eisini við hinar tveir. Soleiðis síggja vit Jesus í Jóhannes 8:58 siga við Jødarnar: Áðrenn Ábraham varð, eg eri.
Jesus í Gamla Testamenti
Eisini síggja vit, at tað var Jesus sum leiddi Ísraels børn ígjøgnum oyðuna; ja, likamliga var tað Josjua, men hin ósjónligi (Heb. 11:27), sum Móses sá og fylgdi, var Harrin, Jehovah, EG ERI, sum er hin tríeindi Guð, og tí eisini Jesus. Tí lesa vit í Hebrearabrævinum 4:8:
Tí um Jesus hevði givið teim hvíld, tá vildi hann ikki aftaná havt talað um ein annan dag.
Hetta duga dagsins ófrelstu “lærdu” ikki at skilja; ØLL Grikst handrit siga Jesjua (ikki Josjua), men teir broyta tað allir til Josva (sí Dahl og Victor).
Sonur Guðs, Jesus Christus, var í eldsovninum hjá Dánieli og vinum hansara (Dániel 3:25 KJB).
Høvdingin fyri herliði Harrans kom til Josjua, og hetta var ikki ein eingil, tí Josjua slapp at tilbiðja hann (sí Josjua 5:13-14 KJB).
Høvdingin fyri herliði Harrans er Harri herliðanna (herliðini av einglum), og tað er Harrin sum heild, og tí er tað her Harrin Jesus Christus, tí hann var har í kjøtinum, og kundi tilbiðjast. (Smb. við, at einglar mugu ikki tilbiðjast; sí Opb. 22:8-9 FKJ).
Josjua tilbað Guð: Guð Sonin, Jesus Christ!
Tríggir atskiljiligir persónar
Sum persónar í tríeindini, so eru Faðirin, Sonurin, og Halgi Andin atskiljiligir; ja, teir eru atskildir, soleiðis at Faðirin er ikki Sonurin, Halgi Andin er ikki Sonurin, og Faðirin er ikki Halgi Andin. Teir eru altso FULLKOMILIGA ATSKILDIR PERSÓNAR.
Altso: Ein óatskiljiligur Guð, men tríggir persónar, sum eru atskildir og serstakir.
Tá ið vit siga, at Jesus er Guð tilkennargivin í kjøtinum (I. Tim. 3:16), so er hann ikki “ein Guð”, men sjálvasti Guð tilkennargivin í kjøtinum; men, sum sagt, sjálvandi ikki Guð Faðirin, men Guð Sonurin.
Tá ið vit møta Faðirinum, so møta vit Guði, (Harranum, Harranum Guði)
Tá ið vit møta Syninum, so møta vit Guði, (Harranum, Harranum Guði)
Tá ið vit møta Halga Andanum, so møta vit Guði, (Harranum, Harranum Guði).
HARRIN birtist sum tríggir menn fyri Ábrahami
Í Genesis kapitul 18 lesa vit, at HARRIN birtist Ábraham í Mamre slættum. Hvussu birtist HARRIN honum? Jú, sum tríggir menn. Men tað var altso HARRIN, sum birtist honum! Hvørjir vóru so hesir tríggir menn?
Ja, tað kann ikki vera Faðirin og Halgi Andin í teirra himinska skapi (Faðirin hevur skap (sí Jóh 5:37)), men Guð Sonurin kundi vera ein teirra, og óivað var hann tað; hinir tveir hava helst verið tveir einglar, sum eru komnir við honum; men har opinberar HARRIN, at HARRIN er tríggir persónar.
Falslæran Jesus only
Falslæran “Jesus only” uppstendur, tá ið man sigur, at teir tríggir PERSÓNARNIR í tríeindini eru EIN OG SAMI PERSÓNUR! Soleiðis at man sigur, at Faðirin er Sonurin, Halgi Andin er Faðirin, Sonurin er Halgi Andin, – altso SUM PERSÓNAR. Har liggur teirra falslæra.
Nei! Teir eru TRÍGGIR ATSKILDIR PERSÓNAR.
Tá ið vit frelstu fara til himins, fara vit at síggja Guð Faðir ovurstóran á hásæti sínum, Guð Sonin sitandi við hans høgru hond, og Guð Halgi Andan fara vit eisini at síggja (Tod Burpo sá hann sum eitt blátt skýggj).
Gleði meg!
Og hvussu doypa vit so?
Jú, í navni Faðirsins, Sonarins, og Halgi Andans, sjálvandi. Soleiðis siga tey upprunaligu boðini jú svart uppá hvítt av egna munni várs Harra og Frelsara Jesu Christs í Matthæus 28:18-19 FKJ.
– Blllubs undir vatn, – blub, blub, blub, – og so uppaftur!
Vuuhey, og upp hann fleyg!
Ethiopiski hirðmaðurin fór niður inn í vatnið, og kom so upp út úr vatninum (sí Gern Ap. 8:36-39). Hann fekk ikki 15 dropar á sítt høvd sum ófrestur av ófrestum presti undir skyni av, at tann handlingin skuldi kunnað frest hann, uppfunnin av Católsku kirkjuni, fyri at sleppa undan at boða evangeliið til sanna frelsu.
Kom til rætta trúgv, góði, kom!
Nú er tíð uppá!