- Orðið hongur faktiskt BETRI VIÐ í tínum hjarta, sinni og minni, og harafturat verður ennminni um skinnið. Tað verður nemmari at læra tað uttanat. Undarligt er tað, men eingin hevur nakrantíð lært seg nakra bíbliu uttanat uttan King James A.V. 1611.
- Fyri at varðveita ALLAR nuansur í Guðs orði, av berari virðing fyri Guðs orði. Munurin ímillum sagnorðaendingar í 2 & 3 persóni eintali finst eisini í Grikskum.
- Hetta gevur ELSKARANUM av Guðs orði meiri at ELSKA, – og SPOTTARANUM av Guðs orði meiri at SPOTTA, – og setir GREITT og sjónligt MARK ímillum teir. Einkið grátt øki! Lat so bara tey, sum yvirhøvur ikki elska ella virða Guðs orð fara horandi eftir sínum nemmu, “easy, sleazy” entatíðar perVersjónum, sum kalla seg Guðs orð, og ikki eru tað.
- Guðs orð verður BÝTT yvirfyri heimsins lærdu “høvdum”, sum annars høvdu dittað sær at roynt at pilka við Guðs orð. Nú fer tað FORBÍ teirra “klóku” høvdum, teir vilja halda seg laaaaangt vekk frá tí og spotta í Guðleysari fákunnu, sum er tað teir eru fullir av kortini!! (Teir mugu søkja Guð við eyðmjúkum, sonnum hjarta, og virða hans orð, um teir veruliga vilja finna Guð í orði hansara. Uppi í haganum undir onkrum steini verður Guð so ikki funnin.)
- Hoyrarin og lesarin kennir Guðs orð klárt aftur, sum nakað greitt atskilt frá ØLLUM ØÐRUM sum hann lesur. Og jú, hann skilur tað, um hann hevur Halga Andan at læra seg Guðs BÓK.
- Hesar munir valdu King James týðararnir at varðveita í King James A.V. 1611. Hesir munir eiga tí at verða førdir víðari inn í Føroysku King James. Hví? Tí tað er GUÐ sum talar í sínum orði, ikki maður, og vit eiga at lurta við virðing, – og KUNNU VÆL skilja tað, um vit VILJA, og gevast at SPOTTA í uppblásnari fákunnu.
- Sum bíbliulesari vilt tú at byrja við berjast við og kanska hata tey fyri hini modernau SMS-andi menniskju “undarligu” ting í Føroysku King James, men tá ið mál hennara er komið inn í tín anda, so vilt tú reint faktiskt ELSKA tað, … vita eftir! (Enskt-talandi kontemporir TNIV-svingandi endatíðar “christin” spotta eisini Guðs BÓK á Enskum, og vilja gera tað inntil Christus kemur í ský, so hvussu skuldi tað nakrantíð verðið øðrvísi við hinum Føroysku yvirfyri hini Føroysku?)
Undarligt er tað, men tá ið fólk kunnu læra seg heil mál við kanska 50.000 orðum, at tey so ikki kunnu læra seg 500 arkaisk orð. (KJB hevur bert 500 orð, sum eru arkaisk, tvs forn.) Samstundis sum man kennir uttanat nøvnini á øllum teim myrkastu filmunum sum Hollywood útgevur, og hevur sæð teir við fragd og frøi, og dugir at siga hvat allir hasir fúlsligu avgudar sum har búgva eita. Forskrúvaður er hvat endatíðar skeiklaði lógloysingurin er. Fortørnaður, latur, ljúgvandi, og hyklariskur.