(Hetta varð týtt / skrivað, umleið 2004, dagfør 2026).
( Vín andin sníkir seg inn í meinigheitirnar!! Eg vil ávara ímóti hesum, ikki við egnum meiningum, ella mannaboðum, men við Guðs orði, sum er okkara éini rætningssnórur. Latum okkum sum Guðs tænarar standa upp og peika á vegin, og ikki gera sum mangir, sum reingja Guðs orð, kallandi rangt fyri rætt, og rætt fyri rangt. )
-
-
Tað leiddi gudsmannin Nóah til nakna skomm.
Gen. 9:21: Og hann drakk av víninum, og varð drukkin; og hann var óhuldur fyri innan tjald sítt.
-
Tað leiddi rættvísa Lot til óviljað siðloysi, tvær ferðir.
Gen. 19:33: Og tær fingu faðir sín at drekka vín tað kvøldið: og hin fyrstafødda fór inn, og lá hjá faðir sínum; og hann varnaðist ikki tá ið hon legðist niður, ella tá ið hon reistist.
-
Nasirearanum, ið vildi halga seg Harranum, varð noktað at drekka.
Num. 6:3: Tá skal hann atskilja seg frá víni og sterkum drykki, og skal drekka ongan edik av víni, ella edik av sterkum drykki, eiheldur skal hann drekka nakra pressuvætu av víndrúvum, ella eta ráligar víndrúvur, ella turkaðar.
-
Prestarnir, sum tæntu nær Harranum, máttu ikki drekka.
Ezekiel 44:21: Eiheldur skal nakar prestur drekka vín, tá ið teir fara inn í innara forgarð.
-
Vín er sum ormaeitur (Drekin, ormurin = djevulin).
Devt. 32:33: Teirra víntræ er eitrið av drekum, og grimma eiturevnið av eiturormum.
-
Móðir Samson fekk noktað at drekka.
Dóm. 13:7: Men hann segði við meg, Sí, tú skalt ala fram, og føða son; og nú, drekk einkið vín ella sterkan drykk, eiheldur et nakað óreint ting: tí barnið skal vera Nazariti fyri Guði frá móðurlívi til sín deyðadag.
-
Skøkjur nýta vín at tøla menn.
Orðt. 9:2: Hon hevur dripið síni djór; hon hevur blandað vín sítt; hon hevur eisini búgvið sítt borð.
-
Vín er ein spottari, tað er rasandi, og tey sum drekka tað eru ikki vís.
Orðt. 20:1: Vín er ein spottari, sterkur drykkur er rasandi: og hvørsumhelst ið er tøldur við tí er ikki vísur.
-
Guð áminnir okkum um ikki at vera millum vínpimparar.
Orðt. 23:20: Ver ikki millum vínpimparar; millum teymaleysar átarar av kjøti:
-
Vín bítur sum ein høggormur (sum er Sátan).
Orðt. 23:31-32: Hygg ikki tú eftir víninum tá ið tað er reytt, tá ið tað gevur sín lit í steypinum, tá ið tað flytur seg á rættan hátt. Til endans bítur tað eins og høggormur, og stingur sum ein eiturormur.
-
Tað er ikki fyri kongar, at drekka vín (vit eru kongar og prestar).
Orðt. 31:4: Tað er ikki fyri kongar, O Lemuel, tað er ikki fyri kongar at drekka vín; ella sterkur drykkur fyri prinsar:
-
Sterkur drykkur er fyri tey, sum eru um at týnast (glatast).
Orðt. 31:6: Gev sterkan drykk til hansara sum er um at týnast, og vín til teirra sum veri av tungum hjørtum.
-
Guðs veiróp er móti teimum, ið stunda eftir víni.
Esaiah 5:11: Vei teimum ið rísa upp tíðliga um morgunin, at teir mega fylgja sterkum drykki; sum halda á inntil nátt, til vín flammi teir upp!
-
Enn eitt veiróp verður givið.
Esaiah 5:22: Vei teimum ið eru mektigir at drekka vín, og megnarmenn at blanda sterkan drykk:
-
Enn eitt veiróp.
Esaiah 28:1: Vei hugmóðarkrúnuni, Ephraims drykkjumonnum, hvørs dýrdsami vakurleiki er ein følnandi blóma, sum eru á høvdini av feitu dølunum hjá teimum sum eru vunnir yvir av víni!
-
Tað leiðir Guðs tænarar til at fara skeivir.
Esaiah 28:7: Men eisini teir eru farnir skeivir ígjøgnum vín, og gjøgnum sterkan drykk eru úti av vegnum; presturin og propheturin eru farnir skeivir ígjøgnum sterkan drykk, teir eru svølgdir upp av víni, teir eru úti av vegnum ígjøgnum sterkan drykk; teir fara skeivir í sjón, teir snáva í dómi.
-
Vín ger fólk óð.
Jeremiah 51:7: Bábylon hevur verið eitt gylt bikar í hond HARRANS, sum gjørdi alla jørðina drukna: tjóðirnar hava drukkið av hennara víni; tí eru tjóðirnar óðar.
Les eisini Jeremiah 51:6-8 (í samanhangi), og Jeremiah 51 (allan kapitulin)
-
Dániel vildi ikki dálka seg við víni.
Dániel 1:8: Men Dániel setti sær fyri í sínum hjarta at hann vildi ikki dálka seg við skamtinum av mati kongs; ella við víninum sum hann drakk: tí umbað hann av prinsi hirðmannanna at hann mátti ikki dálkað seg.
-
Ísrael sveik Harran, tá ið tey hugdu til aðrar gudar, og elskaðu vín.
Hósea 3:1: Tá segði HARRIN við meg, Far aftur, og elska kvinnu, hátt elskað av sínum vini, enn eina horinnu, samsvarandi kærleika HARRANS móti Ísraels børnum, sum hyggja til aðrar gudar, og elska karaflur av víni.
-
Vín og hordómur fylgjast at og taka burtur hjartað.
Hósea 4:11: Hordómur og vín og nýtt vín taka burtur hjartað.
-
Guð vil avskera og døma tað.
Jóel 1:5: Vaknið, tit drykkjumenn, og grátið; og ýlið, allir tit víndrekkarar, vegna nýggja vínið; tí at tað er skorið av frá tykkara munni.
-
Óndir menn enntá selja døtur sínar fyri vín.
Jóel 3:8: Og teir hava kastað lutir um fólk mítt; og hava givið drong fyri skøkju, og selt gentu fyri vín, at teir máttu drekka.
-
Teir, sum leiða Guðs fólk til at drekka, verða lættliga teirra profetar (svikaprofetar).
Micah 2:11: Um maður, sum gongur í andanum og falssemi, lúgvi, og sigi, Eg vil prophetera tær um vín og um sterkan drykk; tá skal hann enntá vera propheturin hjá hesum fólkinum.
-
Vín leiðir inn í misbrot, hugmóð, og alt ilt.
Hábakkuk 2:5: Ja eisini, av tí at hann misbrýtur við víni, tí er hann hugmóðigur maður, eiheldur støðast við hús, sum størrar um sína trá sum helviti, og er eins og deyði, og kann ikki nøktast, men savnar at sær allar tjóðir, og hópar at sær øll fólk:
-
Jóhannes doypari skuldi ikki drekka vín.
Lukas 1:15: Tí hann skal vera mikil í Harrans eygsjón, og skal drekka hvørki vín ella sterkan drykk; og hann skal verða fyltur við Halga Andanum, heilt frá móðurlívi móður sínar.
-
At drekka vín kann fáa bróðir tín at snáva.
Róm. 14:21: Tað er gott hvørki at eta kjøt, ella at drekka vín, ella nakað sum bróðir tín snávar av, ella fær meinboga av, ella verður gjørdur veikur av.
-
Víndrykkja førir ólátaskap við sær.
Ephes. 5:18: Og verðið ikki druknir við víni, sum ólátaskapur er í; men verið fyltir við Andanum; (smb. við Jóhannes doypara, Lk. 1:15)
-
Ikki givin til vín.
I. Tim. 3:3: Ikki givin til vín, eingin sláari, ikki grádigur eftir skitnum vinningi; men tolmóðigur, ikki eitt klandursvætti, ikki ágirndarsamur;
-
Ikki givin til nógv víni.
I. Tim. 3:8: Líkaleiðis mugu deknarnir vera virðiligir, ikki tvítungutir, ikki givnir til nógv vín, ikki grádigir eftir skitnum vinningi;
-
Timoteus drakk vanliga bert vatn, og eitt sindur av víni, men tá útilokandi vegna sjúku.
I. Tim. 5:23: Drekk ikki longur bara vatn, men brúka eitt sindur av víni fyri maga tíns skuld og tínar títtu veikleikar.
-
Tað eigur at vera nakað, sum hoyrir fortíðini til.
I. Pæt. 4:3: Tí hin lidna tíðin av okkara lívi má vera okkum nóg mikið at hava virkað vilja Heidninganna, tá ið vit gingu í skendsku, girndum, ovurnøgd av víni, ólátaskapum, festingum, og andstyggiligum avgudadýrkingum:
-
Jesus gjørdi ikki druknum fólki meir av sterkum drykki.
Jóh. 2:10: Og sigur við hann, Hvør maður at byrja við setur fram gott vín; og tá ið menn væl hava drukkið, tá tað sum er verri: men tú hevurt goymt tað góða vínið inntil nú.
(Tey vóru ikki “drukkin”, sum Dahl og Victor lúgva, men høvdu bara drukkið væl)
-
The World’s Deadliest Drug:
RÓPAR BOÐSKAPURIN IKKI KLÁRT OG TÝÐILIGA, AT GUÐ VIL IKKI AT VIT DREKKA?
NÆR ÆTLAR TÚ AT LÆRA OKKURT ÚR GUÐS ORÐI?